Sangur á tínum degi

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Ta tíðina minnist, sum var tað í gjár,
    og nú kann eg skriva um títt fyrsta ár,
    skjótt er tað farið, á fótum tú er,
    í lívinum stendur og trívist væl her,
    … hvar vaks eg upp, hvønn spældi eg við,
    hvørji ansaðu mær?
    Gakk góða barn ígjøgnum tær gátur,
    ið dagurin setir tær.

    Tú kanst ikki bíða, tú vilt longu alt,
    alt rundanum teg at kanna tú skalt,
    fremmanda heimi tú sendir eitt bros,
    tú spyrt, og tú skilur skjótt álvaratos
    … hvar skal eg í skúla, hví búgva vit her,
    hvørji kenna vit best,
    nær skal eg vitja ommu og abba,
    tey kenna søgur flest?

    Ein varandi árstíð er várið í tær,
    og gævi tað sprettur og sólina sær,
    eitt mansbarn á foldum tú veksur teg til,
    og sjálv manst tú fata og veitst, hvat tú vilt
    … hvussu tú brúkar lívið hjá tær,
    hvar ið tín samhugi er,
    tak upp tær blómur, tú finnur á vegnum,
    eg ynski tær góða ferð.

    Her er tín sangur, her er títt lag,
    sum eg tær gevi í føðingardag,
    vit eru ung enn, og lívið er langt,
    og saman vit skulu at uppliva mangt
    … saman við vaksnum og børnum sum tær
    í álvara, gaman og spæl,
    gávur og heilsur á degnum tú fær
    við vón um, tað gongst tær væl

    Ellinors vísa

    Orð: Klaus Hagerup
    Lag: Sverre Kjelsberg
    Týtt: Steintór Rasmussen

    Hvat er tað, sum eg droymi um,
    at vita mær at vakna upp og sanna,
    at arbeiðið, sum eg livi av,
    er ikki longur stríð, men mangt, mangt annað.

    Eg droymi um at verða frí
    í felag við fólkum, ið mær líkar,
    at komin er ein onnur betri tíð,
    ongin neyð, og eingin upp seg ríkar.

    Eg droymi um allar tær,
    hvørt tíðin tykist long á flakavirki,
    at várið nógvar ríkar løtur bar
    við teimum, sum á sjónum hava yrkið.

    Og tey, sum eiga bóndagarð
    við neytum og láni, hava strevað
    í dreyminum, tey ikki spardu meir,
    tí heystið góða grøði fór at geva.

    Eg droymi um eitt vakurt vár,
    tá fjøllini í tíðarhavi glansa,
    tí kúganin á jørð helt heilt uppat,
    at arbeiða vit tíma sum at dansa

    Fjakkarin og ferðin

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Aldurnar bróta niðan á klettin,
    her havi eg skrivað títt navn,
    í huganum sigli eg heimsin høv,
    eg fari og komi í havn.
    Skip mítt er lastað við vónum
    og vilja at koma íkring,
    í roða og undir stjørnum
    út í ein sjónarring.

    Vilt tú við mær sum fjakkari fara
    upp um tey brøttu fjøll:
    o kenn á tær, at vindarnir svala
    sólturran heið og vøll,
    valla og villast á víddum
    finna í gjáir og gil,
    har ekkóið svarar, rópa vit,
    tað er gott, at vit eru til.

    Syng, góða, syng sum fuglarnir fríu,
    sum flúgva til fremmand lond,
    liv, góða, liv, meðan tú hevur
    eydnuna í tíni hond.

    Saman skulu vit bera ein kyndil
    ígjøgnum ta myrku nátt
    og stevna inn í dagin
    við seglum, sum veitra hátt,
    tak meg við tær, set meg av,
    legg skútuna fyri teym,
    tá tíð er at kasta akker
    og reka inn í dreym.

    Eg elski havið og brúsandi ljóð,
    tað landið, sum ognaðist mær,
    eg elski teg, tí tú so góð,
    eg elski at elskast við tær.

    Karin

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Hanus G. Johansen

    1. Kavin var júst bráðnaður og sólin hugdi fram
    Tann dagin lítla Karin ein ring á vegnum fann
    Ein ring við eini perlu hon glað til húsa rann
    Og mamman segði: Karin góða hvør mann eiga hann

    2. Karin spurdi genturnar og konur har umkring
    Men ongin kundi kennast við hendan vakra ring
    Við tí dýru perlu sum hon á vári fann
    Sum mamman helt at Karin nú kundi eiga hann

    3. Stolt og ovurfegin við ringi Karin gekk
    Á tumlinum og onkuntíð í hálsbandi hann hekk
    Mamman segði Karin gíða goym nú ringin væl
    Tí tá tú verður størri á ringfingur hann skal

    4. Tá Karin fylti seytjan kom eitt fólk á gátt
    ein lítil gomul kona og hárið tað var grátt
    hon segði góða genta tú onga gávu fær
    Í tíggju ár tú borið hevur gullringin hjá mær

    5. Eg onki vildi siga tá tú ein dagin stóð
    Í gongini og spurdi meg so fitt og eygagóð
    Tú vísti mær á ringin á tínum lógva lá
    Men eisini dýrar perlur eg í tínum eygum sá

    6. Tú kanst leita víða eftir gulli um tú vilt
    savna alskins prýði stás og annað gylt
    Tó ikki alt sum glitrar er eydnan her í verð
    Men lívið er ein dýrgripur vit sjálvi evna her

    Góða, góða nátt

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Móð tú ert av degnum og vilt leggja teg,
    stór og smá nú eisini munna hvíla seg,
    savna nýggjar kreftir, inntil morgun er,
    sova søtt og reika runt í dreymaverð.

    Munnu mangir dagar ov lítið siga tær,
    flýggjar tú í hugaheim, hvussu roynist har,
    gongur tú og dagdroymir um tað, tú ikki er,
    vilt tú heldur liva í tíni tankaverð.

    Tankar eru fríir, men hvussu er við tær,
    er tað gott, at onkuntíð tað bert ein dreymur var,
    trýrt tú tínum ynskjum og á tína sterku vón,
    er tín vakra fyrimynd sum ein hvørvisjón.

    Tíni troyttu eygu treingja til ein blund,
    eftir tær man bíða enn ein morgunstund,
    :/: allir dagar bera bæði ringt og gott,
    eisini hetta kvøldið, góða, góða nátt :/:

    Arbeiðskvinnan

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Hanus G. Johansen

    Eg eri móð, troytt og svong,
    havi arbeitt allan dagin
    á flakavirki sum so mong
    og pening fingið ístaðin.

    Tjeni pening í hópatali,
    tí eg arbeiði hart hvønn dag,
    men alt hetta, sum eg hvønn mánað betali,
    ger, at mappan er tóm við sama lag.

    Eg veit væl, at summi liva lætt,
    hava góða løn og lítlan skatt,
    tey siga, tað ikki sømir seg,
    at tú gongur runt og gremur teg

    Vit hava til mjólk og breyð,
    men børnini krevja meira,
    og hugtungt tað er at slíta seg upp,
    og sjálv aldri eiga eitt oyra.

    Eg kenni meg gamla og brúkta
    eftir ein langan dag,
    men eg royni at hanga í
    og fari hvønn morgun avstað.

    Eg veit væl, at summi liva lætt,
    hava góða løn og lítlan skatt,
    tey siga, tað ikki sømir seg,
    at tú gongur runt og gremur teg

    Spell at alt í hesi verð
    skal snúgva seg um pengar,
    men vísur so sum henda her,
    tær munnu vera so mangar.

    Dansidrotning

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Í djúpum bláum eygum
    hon tendrar lív og vónir,
    í nýggjum veitslukjóla
    hon út á gólvið fer,
    í hesi lítlu stovu
    hon dansidrotning er.

    Hon dansar løtt á fótum
    og fevnir sang og tónar,
    sum summarið, ið blómar,
    hon vekur mína trá,
    sum stjørnuskot á vetri
    lýsir hennar brá.

    Hon gandar dýrar kenslur,
    sum reyðvín tynnir blóðið,
    og varliga eg bjóði
    meg fram til næsta dans,
    hon leggur armin um meg
    og teskar, ja tú kanst:

    Dansa burtur myrkrið
    itl vakran morgunroða
    og kynda í mær loga
    til ljósan, góðan dag,
    so leingi sangur ljómar
    til síðsta dansilag.

    Tá ið náttin tagnar,
    kvirt er her í stovu,
    eg fegin hjá tæv sovi
    við títt múka hold,
    næsta dag vit vakna
    sum nýskapt her á fold.

    Rósa

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe

    Rósa er nú ferðaklár, vit fylgja henni á leið,
    hon sleingir glað ein síðsta muss, og skipið fer frá kei,
    umborð er hýrurin góður, á sjónum er púra slætt,
    Rósa finnur sítt kamar og fer upp á aðru hædd.
    Tónleikur í barrini “Toi et moi, on dance?”
    hansar’ djúpu brúnu eygu vekja hennara ans (..)
    so væl, sum blómurnar anga, dansar Rósa kát,
    til hon kyssir ein vanga, tey setast niður til prát

    Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
    sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
    her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

    Hann sigur frá síni søgu á fronskum, so frætt sum hann kann,
    eg búgvi nú í Belgia, mítt land er Afganistan,
    eg var júst fyltur fjúrtan, og lítið eg fataði tá,
    eg átti tveir eldri beiggjar, eg hoyrdi, las og sá,
    tað komu túsundtals hermenn frá grannum í “norðeyst”,
    og Rósa, kennir tú nakran, sum vil hava slíkan gest.
    Í bardøgum mist havi eg landsmenn, eg sjálvur fór í eksil,
    og hóast eg búgvi í útlegd, til land mítt eg heimaftur vil.

    Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
    sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
    her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

    Rósa sá seg sjálva spæla við á og sand,
    sum barn var heimurin bygdin, sum ung eitt oyggjaland,
    nú hevði hon hug at ferðast, út at síggja seg um,
    og luftin kann vera vøkur, um tú siglir úr mjørkanum.
    Men undir tí bláa himli er stríð, armóð og neyð,
    í dølum og fjallalíðum er kampur um frælsi og breyð,
    í vatni og ljósi hvør blóma, sum sleppur at vaksa í frið,
    kann Rósa tað besta bert vóna fyri sítt ættarlið.

    Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
    sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
    her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

    Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
    sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
    her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

    Trúgvandi

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Nú vísir ongin annar veg,
    og ongin heldur vakt,
    á varrunum liggja orðini,
    tú ongantíð fekst sagt,
    tú fært tær upp í munnin,
    ølið er svalandi kalt,
    í eini løtu sum hesi her
    kunnu vit práta um alt.

    “Vit kendust longu í skúlanum,
    sum dagarnir lupu avstað,
    tú fórt tín veg, eg fór mín,
    vit sóust tó av og á,
    tú segði teg vera trúgvandi
    tað gav tær í sálini ró,
    og talaði til mín um synd og moral,
    um tað, sum í skriftini stóð.”

    “Tá var alt so svart og hvítt,
    eitt landslag uttan litir og lív,
    í havsbrúnni sóu vit ælabogan spenna seg út.”

    Nøkur ár í fávitsku
    saknaðí elskhug og leik,
    tú vildi finna teg sjálvan
    og tína persónligheit,
    framvegis ert tú trúgvandi
    men tú kennist við henda dag,
    tí fyri at liva lívið
    mátti tú góðtaka tað.

    Vit práta saman um átrúnað,
    tað hoyrir tíðini til,
    ein og hvør skal eiga rætt
    at trúgva, tað hann vil,
    tann, sum vil liva í ævir,
    skal dvølja í hesi verð,
    og skulu vit saman í paradís,
    so kunnu vit byrja her.

    “Tá var alt so svart og hvítt,
    eitt landslag uttan litir og lív,
    í havsbrúnni sóu vit ælabogan spenna seg út.”

    Heimstaðið

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Eg minnist mítt heim, mín bý – og mína ungdómstíð,
    summarkvøld, dans og aðrar løtur,
    tá fullmánin flenti at tær, og elskhug’ í luftini var,
    í kvøld vit skulu ganga gamlar gøtur.

    Nú vágin er spegilsklár, í lotinum flákrar títt hár,
    Gras og steinar nema tínar føtur,
    her gingu vit hond í hond, mong kvøldini fram við strond,
    her vit bæði festu sterkar røtur.

    “Á mínum cowboyjakka eitt friðarmerkið stóð,
    og vit sungu saman tá “All you need is love”,
    lívið tað var okkara – vit áttu hesa tíð,
    vit høvdu egnar tankar, og vit vildu vera frí.”

    Vit eiga eitt heim, ein bý – men nú er ein onnur tíð,
    eg sakni fjørusand og grønar fløtur,
    tá dagsins stríð er av, at býurin ikki svav,
    men fólk tey funnu út til hugnaløtur.

    Tað vakra hugtekur øll – víkirnar, eiði og fjøll,
    sum skaptu lív og kor, ja, henda býin:
    hetta var fedranna vón, í dag er ein onnur sjón;
    hvat bjóðar okkum nú tann nýggja tíðin?

    “Eg slitið havi jakkan, har mítt friðarmekri stóð,
    men inni í mær sjálvum dansa enn tey somu ljóð,
    :/:tað er nú, vit skulu liva, tað er nú, vit eiga tíð
    og kærleika til heimlandið, til fólk og henda bý:/:”

    Eg altíð vil kenna tað væl, eg elski jú haga og dal
    og alt, sum í náttúru tíni dregur,
    vøkur ert tú á nátt, dagurin lýsir brátt,
    í ørmum mínum liggur tú og svevur.