Evropa

    Orð: Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen
    Lag: Rani Nolsøe

    Ræðandi afturlæst mørk
    hóttandi isolatión
    gráligar storbýarmyndir
    fuglarnir flúgva úr eygsjón
    bóru teir longslar við
    og vónir túsund dreymar
    tá várið 68
    ongantíð var summar

    Men søgan er ikki til fals
    hjá teimum sum stóðu til tap
    og valdu at bíða ov leingi
    tá fólkið í gøtunum stóð
    úr Leipzig, Berlin til Pragh
    men hvør tanki gjørdist frælsur
    hvørjir múrar mundu falla
    bert tí Sesam Sesam læt seg upp

    So Evropa hvar gongur nú tín leið
    o, Evropa milljónir vita ei
    veittra tínar stjørnur brátt yvir land og mørk
    hvussu gerst Evropa sum veksur seg stórt

    Tjaldið er nú farið frá
    tey instu hjartarúm
    har nýggir múrar nú reisast brátt
    av brostnum vónum og dreymum um
    vesturheims gullkálvadans
    eitt stórvald tekur sítt skap
    úr peningavaldi til vápnaða makt
    Evropa kenst lagnan tær tung

    So Evropa hvar gongur nú tín leið
    o, Evropa tú mangan veitst ov væl
    tungur er tann arvur vit sleipa eftir teg
    vit endurreisa múrar hvar eru vit á veg

    So Evropa hvar gongur nú tín leið
    o, Evropa milljónir vita ei
    veittra tínar stjørnur brátt yvir land og mørk
    hvussu gerst Evropa sum veksur seg stórt

    Caissa

    Orð: Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen
    Lag: Rani Nolsøe

    Kom nú mín kæra
    lat okkum fara
    tíðin er stillað og fólkið er sett
    summarið lokkar teg bjóðar tær við
    bankar á stongslar og meinkaðan útferðarhug
    tað er nú
    tú kanst brenna ta orku ið dregur teg fram

    Óttast ei dýpini
    skoða yvir dalarnar
    vága teir tankar nú streingja seg á
    Talvborðið stendur á Nakkinum enn
    røkurnar tráddar í øldir áðrenn vit náddu fram
    og tú kann
    tindarnar klúgva og lætta tær á

    Kom nú mín góða
    um tú vilt bjóða
    mær og tær sjálvum og lívinum av
    Caissa man vísa tær sterkasta leik
    um tú telvast við heimin um tú flytur og gerst títt val
    og eg skal
    hæddirnar valla saman við tær

    Gerandislag

    Orð: Eyðun Nolsøe og Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Bilar í býnum vindur og skrið
    endaleys ferðslan strýkur framvið
    nývakin fólk ein dagur afturat
    kemur og er og heldur uppat

    Standi í skýli rembi mær á
    heilsi av gomlum vana uppá
    mannin ið sópar burt pappír og skør
    til morgunin varliga tveitir sítt slør

    Í mjørka og sirmi gyklast myndir
    sum liva og lætta sær á
    gandaðar kenslur bylgjast fram
    langt burt’ herfrá

    Roykur og larmur gerandislag
    hjólini mala aftur ídag
    fetini tungu asfalt og os
    úr eldrinum tryllandi látur og tos

    Í mjørka og sirmi gyklast myndir
    sum liva og lætta sær á
    gandaðar kenslur bylgjast fram
    langt burt’ herfrá

    Eg vil nema við reinan svørð
    um hann framvegis finst her á jørð
    enn eiga vit lív
    og enn týna vit lív…

    Várið og lívið

    Orð: Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen
    Lag: Rani Nolsøe

    Stíga í tungum sporum
    tíðini móti
    vetrarblómutyssið er sum
    følnandi stelkar í vindeyga tínum
    har sólin ei longur
    vann uppá fimtu hædd

    Fjakkar títt medvit millum
    háhúsaveggir
    fellur til jarðar aftur
    og endurreisist í cyperhami
    við gluggan hjá Ahmed
    har konufólk sýnast fram

    Ein dreymur er av longsli og av trá
    her á gøtunum í býnum langt langt heimanífrá

    Men brádliga kendist ljósið
    várið og lívið
    banka á dyrnar aftur
    sangir og tónar í nýggjum visjónum
    sum sparka meg úr mínum dreymum
    og minna meg á

    At morgunin leingist eftir
    nærveru tíni
    vil geva tær somu vónir
    og dirvi at baksa við frælsum veingjum
    at vera tann eingil sum
    ivaleyst býr í tær

    Og í degnum broytir skap og vísir seg
    men tá náttin einsom kemur í ytstu krókum fjalir meg

    Elskar tú eisini meg

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Tú gongur sum ein staðkend
    runt í huganum hjá mær
    í vøku og í dreymunum
    langt burturi og nær
    tú flutti í mítt hjarta
    og vart har til hendan dag
    og tað ið tú ert fyri meg
    eg skilji nóg illa tað

    Eg elski teg
    tíni tár og smílibond
    eg elski tínar varrar
    tíni bróst og tína hond
    og elskar tú eisini meg

    Og hvat ið tú enn eigur
    og av øllum ið tú gav
    hita og av elskhugi
    eg slapp at taka av
    tær mongu góðu nætur
    tá eg kendi meg sum mann
    við tær ígjøgnum kvøldarnar
    eg inn í dagar fann

    Eg elski teg
    títt lyndi og títt brá
    tín kropp og tínar tankar
    tú ert tann eg líti á
    og elskar tú eisini meg

    Um míni lyfti svíkja
    og um trúgvin fjalir sút
    í vreiði og í sangi góða
    syng og tala út
    tí dagar ið vit eiga
    og tann tíð sum farin er
    vinirnir og kvøldini
    og hendan løtan her

    Eg elski teg…

    Kvøldardøggin

    Orð: Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Nú tá ið kvøldardøggin leggur seg á kinnar
    mjørkaflókar reka móti húsunum í nátt
    tagnaður er songur og slóknað eru ljós
    mín vón í myrkri fer
    langt langt út í hesa tokuna

    Tí nú tá ið várið bleiv til náttarfrost og vetur
    eitt túsundtal av spírum sluppu ei at næla frítt
    studentaróð og sangur á fólksins Tian Am Men
    gerst náttin svørt í Kina
    styttist stund til aftur morgun er

    Ja nú tá ið skaldið skuldi blóma innaní mær
    og pennurin hvest tey orðini ið siga sum tað er
    gleðin skuldi grógva har ið sól úr havi steig
    og kærleikin í menniskjum ein vón sum aldri doyr
    men á hjørtum liggja fannir og kenslan er sum stál
    um valdið tað er gamalt
    eitt kúgað fólk vil altíð reisa seg

    Morgun og ein glæma lýsir inn í myrkar krókar
    ísfjøll eru ikki longur mark ímillum lond
    hugur mín reikar víða í mjørkanum í nátt
    og skerjast mínir veingir
    eg flúgvi til eg ikki orki meir

    Vit viltust

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Vit viltust í blómunum
    vit skiltust við vónunum
    slagorð og sangir
    tað rungaði við
    vit vóru skapað
    ikki til at tapa
    og jørðin um sólina
    at ferðast í frið

    Vit vildu bara klára tað
    vit sigldu uttan áralag
    vit komu gjøgnum vindar
    og tíðarinnar rák
    vit saman vildu finna
    rættvísi og linna
    og ikki nakran fígginda
    at byggja lívið á

    Góðvarin sang eg at vit verða frí
    og tú helt at kærleiki kann vara allatíð
    verðin var lítil í okkara verð
    mær dámar teg væl tí tú ert tann tú er

    Her heima standa varðarnir
    har úti brotna garðarnir
    skal heimurin nú broytast
    skulu eg tú
    hvat ið enn kann gleða meg
    tað ið enn kann ræða meg
    eg veit at fólk tey stríðast
    kanska aldri meir enn nú

    Góðvarin sang eg at vit verða frí
    og tú helt at kærleiki kann vara allatíð
    verðin var lítil í okkara verð
    mær dámar teg væl tí tú ert tann tú er

    Mítt land

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Eg var føddur í hesum landi
    her stormarnir herja títt
    úr einum reinum og ríkum havi
    hevja tindar og fjøll seg frítt
    her syngi eg mínar sangir
    um nætur í gleði og ró
    um sorgarfullar dagar
    hjá okkum og hesari tjóð

    Eg vil liva
    fyri kærleikan eg fái frá tær
    eg vil liva
    sum ein spurningur í krevur eitt svar

    Eg vaks upp í hesum landi
    her tað mangan er kalt og grátt
    og prát sum okkum dámar
    tað er ongantíð ov smátt
    tey sum einki eiga
    skulu ikki hava meir
    hóast byrðan altíð lætnar
    um vit bera hana fleir

    Eg vil liva
    fyri kærleikan eg fái frá tær
    eg vil liva
    sum ein spurningur í krevur eitt svar

    Eg havi búð í hesum landi
    tá tað sprettur á hvørjari ong
    og skip leggja tung at landi
    eg fagni væl teirra fong
    mær kenslur í barminum brenna
    Føroyar og fólkið her býr
    má frælsi vera tín arvur
    ein gáva ómetalig dýr

    Eg vil liva
    fyri kærleikan eg fái frá tær
    eg vil liva
    sum ein spurningur ið krevur eitt svar

    Afrodite

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Eg vildi bara síggja teg
    eg vildi ikki meir
    eg gekk ein túr eg trongdi til
    og kom framvið hjá tær
    men myrkrið kom brátt yvir meg
    og tók meg í sín favn
    í vindinum eg vardi
    at eg teskaði títt navn

    So um tú bjóðar mær ein heitan munn í kvøld
    við livandi ljósi og tónleiki vit verða ikki køld

    Eg fái ei tín kærleika
    men ynski mær títt smíl
    og látur tá eg vitji teg
    sum hóskar til tín stíl
    bert næturnar í einsemi
    eg hugsi títt um teg
    tað er sum hesar kenslurnar
    tær vilja køva meg

    Men sig mær góða hvat tað er
    ið skilur okkum at
    sum vinir ella elskandi
    hví halda vit uppat
    og eru kenslur døggdropar
    sum skyggja har tú sært
    ein vøkur sjón sum hvørvur
    tá ið sólin sær á alt

    So um tú bjóðar mær ein heitan munn í kvøld
    við livandi ljósi og tónleiki vit verða ikki køld

    Ja bjóðar tú mær inn í tína instu heitu verð
    kann Afrodite smílast um vit hugna okkum her

    Uttanumtos

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Eg møtti tær og spurdi teg um støðuna í dag
    um tað sum bylgist innaní og hendir víða hvar
    um arbeiðið og kærleikan tú svarar mær beint sum tað er
    um børnini og sparingar sum svíða heima her

    Men hvat siga tey sum stýra
    í Føroyum her í dag
    uttanumtos, oh uttanumtos, oh uttanumtos

    Vit miða móti hæddunum men sleppa ei úr botninum
    vit seta okkum luksusmál og røkka síðan eingi mál
    í skipamálum hvørva okkar’ síðstu súru oyru
    og tey sum hava oyslað mest tey skulu vinna meir

    Og hvat siga vit sum búgva
    í landinum til tað
    uttanumtos, oh uttanumtos, oh uttanumtos

    So skiltust vit ta ferðina
    á varrum brunnu orð
    í hjarta kendist longsilin
    at fylgja tíni spor
    at standa móti órætti
    í talu sum í gerð
    og verja hesa troyttu tjóð
    á hennar’ vandaferð

    Men tosar tú um líkarætt so rópa teir um vinningsrætt
    og elvir tað til mannamun vit eru deiliga immun
    so mjørkin legst um tindarnar og fjalir okkar’ oyggjaland
    á virkjum og á havinum hvar endar alt mítt móðurland

    Men hvat siga tey sum stýra
    í Føroyum her í dag
    uttanumtos, oh uttanumtos, oh uttanumtos