Kærleiki

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Hoyrir tú rødd mína
    Lurtar tá eg tosi
    Sigur tína hugsan
    Tá vil eg teg kenna

    Vitjar tú heim mítt
    Steðgar tá vit hittast
    Gevur mær løtur
    Tá eru vit vinir

    Følir tú sorg mína
    Gleðist saman við mær
    Lesur mína hugsan
    Tá eru vit nær

    Hugur mín brennur
    Hjartað mítt bankar
    Kroppur mín fegnast
    Við kærleikan hjá tær

    Lívsmynd

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Enn eri eg ungur
    og enn í góðum lag,
    mær tørvar einki føðibræv
    til at prógva tað.
    Eg minnist ei mín barnadóp
    og mína grulvutíð;

    Nú eri eg nóg vaksin
    til at skilja hvat og hví.
    Eg vil elska, eg vil syngja,
    eg vil fevna kærleikan,
    eg vil leita til tey støð,
    har eg finni sannleikan.

    Lívið er mítt listarverk,
    eg máli jú hvønn dag;
    Um eg fylli hundrað ár,
    ei liðugt verður tað.
    Vónin er at myndin mín
    ein mildan skugga fær,
    tá fólk úr øllum heiminum
    frælsið ogna sær.

    Eg vil elska, eg vil liva,
    eg vil syngja friðarlag
    saman við so mongum menniskjum,
    sum altíð vilja tað….
    Vilja gráta, vilja flenna,
    ynska frið í heiminum,
    og við álit’ á hvønn annan
    læra mangt av lívinum.

    Hví situr tú so

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Hví situr tú har
    Og myndar lívið svart
    Og finnur tær skjól
    Frá hesum heimi fjart
    Tað nyttar ei at krúpa burt
    Ella altíð vera til fals
    So leingi tú letur tey køva teg
    Kannst tú ei liva fræls

    Hví situr tú so
    Og fjalir anlit títt
    Nú summarið kom
    Og fuglar syngja blítt
    Skýl ei ljósa lyndi títt
    Dansa lætt avstað
    Vilt tú ikki syngja við
    Til eitt vakurt lag

    Slatur og sleyg
    Lurtar ongin til
    Lygnin er deyð
    Sannleikin liva vil
    Kærleikin vann á hatrinum
    Orðini ljóða so blíð
    Liðugt við kávalætinum
    Menniskjan er frí

    Kuffert

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Tú ert bert eitt kuffert
    Tú gert tú fert tú bert
    Tað ið er vert
    Av stríði merkt
    Lívið lítilsvert
    Tú ert bert eitt kuffert

    Tú verður siglt fær ilt
    Ei viðfarið snilt
    Um tú ei vilt gert stilt
    Tú verður útspilt
    Við lutum fylt
    Lívið er ei milt
    Tú ert bert eitt kuffert

    Blakað um gátt missur mátt
    Og fellur í fátt
    Um tað er nátt so vátt
    Ei viðfarið gott
    Á hendan hátt
    Yvir tær er rátt
    Tú ert bert eitt kuffert

    Ráðaleysi yrkjarin

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Torberg Johannesen

    At syngja um deyða og sálarstríð
    Er lítið virði í
    At syngja um haru, hund og hest
    Er avgjørt ikki best
    At syngja um kríggj og stóran her
    Mítt hjarta biður frá
    Hvat tá

    At syngja um vín og góðan mat
    Eg eri hildin uppat
    At syngja um øl er býtt og banalt
    Og ikki originalt
    Kritikkur og flest øll kompliment
    Tey hóska ei til sang
    Og klang

    At syngja um mentan og forna tíð
    Er avgjørt fjákut stríð
    Himmal og heljar í sama bólk
    Og eisini konufólk
    At skriva tekstir enn í dag
    Um lutir skip og bil
    Ber ikki til

    Sangur til frælsi

    Orð: Bjørn Afzelius
    Lag: Silvio Rodriques
    Týtt úr svenskum: Steintór Rasmussen

    1. Tú er tað fagrasta eg veit
    Tú er tað dyrasta á foldum
    Tú ert sum stjørnurnar – sum vindurin
    – sum brimbroti – sum fuglarnir
    – sum blómurnar á bønum

    2. Tú ert trygdarstjørna mín
    Tú ert mín trúgv – mín vón – mín elskhug
    Tú ert mítt blóð og míni lungu
    – míni eygu – mínir herðar – mínar hendur
    og mítt hjarta

    3. Frælsið er títt vakra navn
    Góðlæti er tín stolta móðir
    Rættvísi er tín bróðir
    Friðurin tín systur
    Stríðið er tín faðir
    Framtíðin tín ábyrgd

    Saman við tær

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Kvøldarroði friðarheilsu ber
    Nú er kvirt og náttin komin er
    Millum treystlig stór og vøkur fjøll
    Sova næstan øll

    Men í hesi stillu náttarstund
    Eygu troytt men ynskja ongan blund
    Gott at sita saman her við tær
    Nú morgunin er nær

    Kátir fuglar kvóðu vakurt lag
    Hvíla nú til nýggjan ljósan dag
    Børn sum frøddist tá við spæl og gleim
    Vitja dreymaheim

    Men í hesi stillu náttarstund
    Eygu troytt men ynskja ongan blund
    Gott at sita saman her við tær
    Nú morgunin er nær

    Troyttir kroppar sova eisini væl
    Skjótt ein nýggjur dagur byrja skal
    Kvikliga øll skunda sær avstað
    Er ynski teirra tað

    Men í hesi stillu morgunstund
    Náttin fór og eg fekk ongan blund
    Gott var tó at sita her hjá tær
    Tín tilvera kenst so nær

    Minnist tú gildið

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Minnist tú gildið
    Vit hinaferð hildu
    – Jú, sjálvandi minnist eg tað
    Har vóru tey flestu
    Av okkara bestu
    Og øll vóru í góðum lag

    Eitt stuttligt kvøld
    Vit øll høvdu har
    Men klokkan tólv
    Onkur avdottin var

    Og stuttligt var skemtið
    Og Gud hvat eg flenti
    Tá Samson segði frá
    Vit gløsini tømdu
    Og eingin forsømdi
    At liggja eftir á

    Tá plátan ei maldi
    Tá guitarin spældi
    Og øll vit sungu við
    Til sangir og táttir
    Til gildið sum vátt er
    Tað hóskar stak væl til

    Musikkur og dansur
    Ein frálíkur kjansur
    At fara og skemta sær
    Og síðani royna
    At finna sær eina
    Ímillum fólkið var

    Eitt stuttligt kvøld
    Vit øll høvdu har
    Men klokkan tólv
    Onkur avdottin var

    Hundurin brúni

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Í einum túni
    situr hundurin Brúni
    hann tivar av møði
    og honum vantar føði

    … men í eini stovu
    situr húsbóndin Ovi
    hann heldur um búkin
    tí hann er ov slúkin.

    Brádliga húsbóndin segði
    – ger so væl og rætt mær breyðið.
    Hoyr eitt róp frá einum vini
    – kona rætt mær margarinið
    smurdi breyðið góða løtu
    bað so um at fáa kjøtið
    hugdi upp og síðan mælti
    – at nú mangli eg bert saltið.

    Meðan hundurin Brúni
    goyr so eymliga í túni
    regnið bloytir skinnið
    og svongdin pínir sinnið.

    Sita tvey og eta rækjur
    laks og aðrar feitar sakir
    heitan rætt av besta slagi
    so at vælnøgdur gerst magi
    borðið fylt við góðum kosti
    minst tíggju sløg av góðum osti
    og ein flott sjampanjufløska
    ið man væl til máltíð hóska.

    Men hundurin Brúni
    situr enn í bóndans túni
    hvussu leingi skal hann sita
    áðrenn hann fær nakran bita.