Lívsmynd

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Enn eri eg ungur
    og enn í góðum lag,
    mær tørvar einki føðibræv
    til at prógva tað.
    Eg minnist ei mín barnadóp
    og mína grulvutíð;

    Nú eri eg nóg vaksin
    til at skilja hvat og hví.
    Eg vil elska, eg vil syngja,
    eg vil fevna kærleikan,
    eg vil leita til tey støð,
    har eg finni sannleikan.

    Lívið er mítt listarverk,
    eg máli jú hvønn dag;
    Um eg fylli hundrað ár,
    ei liðugt verður tað.
    Vónin er at myndin mín
    ein mildan skugga fær,
    tá fólk úr øllum heiminum
    frælsið ogna sær.

    Eg vil elska, eg vil liva,
    eg vil syngja friðarlag
    saman við so mongum menniskjum,
    sum altíð vilja tað….
    Vilja gráta, vilja flenna,
    ynska frið í heiminum,
    og við álit’ á hvønn annan
    læra mangt av lívinum.

    Mítt land

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Eg var føddur í hesum landi
    her stormarnir herja títt
    úr einum reinum og ríkum havi
    hevja tindar og fjøll seg frítt
    her syngi eg mínar sangir
    um nætur í gleði og ró
    um sorgarfullar dagar
    hjá okkum og hesari tjóð

    Eg vil liva
    fyri kærleikan eg fái frá tær
    eg vil liva
    sum ein spurningur í krevur eitt svar

    Eg vaks upp í hesum landi
    her tað mangan er kalt og grátt
    og prát sum okkum dámar
    tað er ongantíð ov smátt
    tey sum einki eiga
    skulu ikki hava meir
    hóast byrðan altíð lætnar
    um vit bera hana fleir

    Eg vil liva
    fyri kærleikan eg fái frá tær
    eg vil liva
    sum ein spurningur í krevur eitt svar

    Eg havi búð í hesum landi
    tá tað sprettur á hvørjari ong
    og skip leggja tung at landi
    eg fagni væl teirra fong
    mær kenslur í barminum brenna
    Føroyar og fólkið her býr
    má frælsi vera tín arvur
    ein gáva ómetalig dýr

    Eg vil liva
    fyri kærleikan eg fái frá tær
    eg vil liva
    sum ein spurningur ið krevur eitt svar

    Afrodite

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Eg vildi bara síggja teg
    eg vildi ikki meir
    eg gekk ein túr eg trongdi til
    og kom framvið hjá tær
    men myrkrið kom brátt yvir meg
    og tók meg í sín favn
    í vindinum eg vardi
    at eg teskaði títt navn

    So um tú bjóðar mær ein heitan munn í kvøld
    við livandi ljósi og tónleiki vit verða ikki køld

    Eg fái ei tín kærleika
    men ynski mær títt smíl
    og látur tá eg vitji teg
    sum hóskar til tín stíl
    bert næturnar í einsemi
    eg hugsi títt um teg
    tað er sum hesar kenslurnar
    tær vilja køva meg

    Men sig mær góða hvat tað er
    ið skilur okkum at
    sum vinir ella elskandi
    hví halda vit uppat
    og eru kenslur døggdropar
    sum skyggja har tú sært
    ein vøkur sjón sum hvørvur
    tá ið sólin sær á alt

    So um tú bjóðar mær ein heitan munn í kvøld
    við livandi ljósi og tónleiki vit verða ikki køld

    Ja bjóðar tú mær inn í tína instu heitu verð
    kann Afrodite smílast um vit hugna okkum her

    Í tínum tonkum

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Send mær ein tanka á tínum vegi
    eina heilsu ið gleðir ein vin
    eg var jú partur av tínum degi
    í náttina beyð tú mær inn
    tín stílur – tín sjarma – tín styrki
    og tíni smíl til dagin – og fólk í býnum

    Eg trúði í tær uppá lívsins summar
    til stórkavi segði seg
    eydnan var meira enn spæl og nummar
    um várið tú takkar fyri teg
    tú hevði góðar grundir – og skilti væl
    eg hevði svárar stundir – teg elskaði

    Kanska eitt kvøld er til okkum bæði
    eg sakni tín kropp og títt snýð
    práta um alt sum er og hendi
    vit eru ung og eiga tíð

    tann kærleikin sum kólnar
    er sum ein tornað rósa, ta hon følnar
    mítt blómubarn

    so um eg komi at vitja havi eg
    ongar blómur við

    Hvítar flykrur

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Hvítar flykrur leggja seg á greinar
    træið skal nú hvíla eina tíð
    flykrur seta seg á mínar herðar
    og eg kenni myrkan vetur
    sum nú býr í mær
    sakni ein eg elski
    sakni ein eg elski so

    Eri eg sum hvíta vakra træið
    sum í kulda bíðar eftir sól
    veit at allar flykrur munnu bráðna
    koma til mín vøkur minni
    skilji mína sorg
    sakni ein eg elski
    sakni ein eg elski so

    Skilji hví eg leingist
    sakni ein eg elski
    sakni ein eg elski so

    Á, um vit

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Á, um vit eru í góðum lag
    á, um vit verða í betri lag
    tankarnir liva um órætt og hungur
    men hvør hevur megi at broyta um tað

    Á, um vit eru í ringum lag
    á, um vit gerast í verri lag
    hvar eru vinir sum stimbra og eggja
    og hvør fer at hugsa um onnur enn seg

    Á, um vit eru so líkaglað
    á, um vit ganga í sama lag
    ferðast í flokkum, men spjødd innaní
    er hetta lív sum ein meining er í

    í hesum heimi sum bløðir av neyð
    men krútið í vápnum gerst ongantíð breyð

    Lat okkum royna í frægasta lag
    at fylkjast og mennast hvønn tann einasta dag
    so lætta vit skýggjum og birta ta vón
    at aftur skal hómast ein vakrari sjón

    har blómurnar grógva og børnini spæla
    úr okkara hjørtum skal kærleikin næla

    Kendar gøtur

    Rani Nolsøe
    Orð og lag: Rani Nolsøe

    Eg gangi kendar gøtur
    og barnaminni vitja meg
    tey kveikja eina farna tíð
    eg hugsi tí um teg

    Tú vart bøur og opið tún
    fjøra, vág og neyst
    tú vart barnaleikur mín
    um vár summar og heyst

    Tú vart eisini ferð mín
    inn í ein løgnan heim
    í honum standi eg nú
    hann løgnari er enn tá
    hann hevur fullskapað meg
    men ongin sær longur teg

    Og nú eg havi mist teg
    er tað tíðin sum skapar teg
    sum eitt minni ið reikar
    dreymum mínum í

    Dansidrotning

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Í djúpum bláum eygum
    hon tendrar lív og vónir,
    í nýggjum veitslukjóla
    hon út á gólvið fer,
    í hesi lítlu stovu
    hon dansidrotning er.

    Hon dansar løtt á fótum
    og fevnir sang og tónar,
    sum summarið, ið blómar,
    hon vekur mína trá,
    sum stjørnuskot á vetri
    lýsir hennar brá.

    Hon gandar dýrar kenslur,
    sum reyðvín tynnir blóðið,
    og varliga eg bjóði
    meg fram til næsta dans,
    hon leggur armin um meg
    og teskar, ja tú kanst:

    Dansa burtur myrkrið
    itl vakran morgunroða
    og kynda í mær loga
    til ljósan, góðan dag,
    so leingi sangur ljómar
    til síðsta dansilag.

    Tá ið náttin tagnar,
    kvirt er her í stovu,
    eg fegin hjá tæv sovi
    við títt múka hold,
    næsta dag vit vakna
    sum nýskapt her á fold.

    Rósa

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe

    Rósa er nú ferðaklár, vit fylgja henni á leið,
    hon sleingir glað ein síðsta muss, og skipið fer frá kei,
    umborð er hýrurin góður, á sjónum er púra slætt,
    Rósa finnur sítt kamar og fer upp á aðru hædd.
    Tónleikur í barrini “Toi et moi, on dance?”
    hansar’ djúpu brúnu eygu vekja hennara ans (..)
    so væl, sum blómurnar anga, dansar Rósa kát,
    til hon kyssir ein vanga, tey setast niður til prát

    Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
    sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
    her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

    Hann sigur frá síni søgu á fronskum, so frætt sum hann kann,
    eg búgvi nú í Belgia, mítt land er Afganistan,
    eg var júst fyltur fjúrtan, og lítið eg fataði tá,
    eg átti tveir eldri beiggjar, eg hoyrdi, las og sá,
    tað komu túsundtals hermenn frá grannum í “norðeyst”,
    og Rósa, kennir tú nakran, sum vil hava slíkan gest.
    Í bardøgum mist havi eg landsmenn, eg sjálvur fór í eksil,
    og hóast eg búgvi í útlegd, til land mítt eg heimaftur vil.

    Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
    sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
    her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

    Rósa sá seg sjálva spæla við á og sand,
    sum barn var heimurin bygdin, sum ung eitt oyggjaland,
    nú hevði hon hug at ferðast, út at síggja seg um,
    og luftin kann vera vøkur, um tú siglir úr mjørkanum.
    Men undir tí bláa himli er stríð, armóð og neyð,
    í dølum og fjallalíðum er kampur um frælsi og breyð,
    í vatni og ljósi hvør blóma, sum sleppur at vaksa í frið,
    kann Rósa tað besta bert vóna fyri sítt ættarlið.

    Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
    sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
    her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

    Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
    sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
    her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

    Trúgvandi

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Nú vísir ongin annar veg,
    og ongin heldur vakt,
    á varrunum liggja orðini,
    tú ongantíð fekst sagt,
    tú fært tær upp í munnin,
    ølið er svalandi kalt,
    í eini løtu sum hesi her
    kunnu vit práta um alt.

    “Vit kendust longu í skúlanum,
    sum dagarnir lupu avstað,
    tú fórt tín veg, eg fór mín,
    vit sóust tó av og á,
    tú segði teg vera trúgvandi
    tað gav tær í sálini ró,
    og talaði til mín um synd og moral,
    um tað, sum í skriftini stóð.”

    “Tá var alt so svart og hvítt,
    eitt landslag uttan litir og lív,
    í havsbrúnni sóu vit ælabogan spenna seg út.”

    Nøkur ár í fávitsku
    saknaðí elskhug og leik,
    tú vildi finna teg sjálvan
    og tína persónligheit,
    framvegis ert tú trúgvandi
    men tú kennist við henda dag,
    tí fyri at liva lívið
    mátti tú góðtaka tað.

    Vit práta saman um átrúnað,
    tað hoyrir tíðini til,
    ein og hvør skal eiga rætt
    at trúgva, tað hann vil,
    tann, sum vil liva í ævir,
    skal dvølja í hesi verð,
    og skulu vit saman í paradís,
    so kunnu vit byrja her.

    “Tá var alt so svart og hvítt,
    eitt landslag uttan litir og lív,
    í havsbrúnni sóu vit ælabogan spenna seg út.”