Jesus, móti Tær eg rætti mínar hendur

    Orð og lag: Fríðbjørg Jensen

    1. Jesus, móti Tær eg rætti mínar hendur,
    og eg veit, Tú taka vilt ímóti mær;
    tí í dýrabara Orði Tínum stendur,
    at Tú ongan, ongan rekur burt frá Tær.
    Og tí komi eg til Tín,
    tí einans Tú ert loysnin mín;
    Tú tann einasti, ið nú mær bjarga kanst.
    Eg kann ei fulltakka Tær,
    fyri alt, ið Tú gavst mær;
    eg vil rætta mínar hendur móti Tær!

    2. Takk, o, Jesus, tí at Tíni lyfti halda,
    eingin kann meg ríva út úr Tíni hond.
    Tú við dýrabarum blóði mátti gjalda,
    ja, á krossinum Tú loysti syndabond.
    Á, hvør náði rík og stór,
    at Tú til foldar niður fór,
    til at doyggja, lata lív Títt fyri meg!
    Eg kann ei fulltakka Tær,
    fyri alt, ið Tú gavst mær;
    eg vil rætta mínar hendur móti Tær!

    3. Jesus, tá ein dag mítt lív á fold er endað,
    og mítt hjarta ikki meir í barmi slær;
    og tá eg á Himna føgru strond skal lenda,
    vilt Tú rætta Tínar hendur móti mær!
    Á, tær hendur kenni eg,
    eg síggi naglamerkini,
    sum Tú fekst, tá fyri meg Tú deyðan leið.
    Eg kann ei fulltakka Tær,
    fyri alt, ið Tú gavst mær;
    eg vil rætta mínar hendur móti Tær!

    Góðir vinir

    Orð: Fríðbjørg Jensen
    Lag: Erland Dahlgren

    Hvat er tað gott at eiga góðar vinir;
    Ja, dýrabart er trúfast vinalag.
    Tú kanska spyr: “Hvør er ein rættur vinur?”
    Eitt gamalt orð so væl tær sigur tað:

    Tað er í neyðini, tú vinin kennir;
    ein trúgvur vinur svíkur aldri teg.
    Tá væl tær gongst, tá gleðir hann seg við tær.
    Tá illa gongst tær, grætur hann við tær!

    Eg veit, at mangur er av vinum svikin,
    og ert tú ein av teim, so minst til tað,
    at hann, ið sveik, var ei ein rættur vinur.
    Tað finnast trúgvir vinir enn í dag.

    Ver altíð varin, tá tú vin tær velur
    – ringt vinalag kann spilla lívið títt!