Føroyska málið

    Orð: Fríðrikur Petersen
    Lag: F. Pacius
    Viðmerking: Yrktur til føstugangsveitslu í Keypmannahavn 1878

    1. Hvat kann røra hjartastreingir?
    Hvat kann reystar gera dreingir?
    :/: Tað er móðurmál. :/:
    Hvat kann teg í sorgum troysta?
    Hvat kann tendra gleðineista?
    :/: Tað er móðurmál. :/:

    2. Hoyrið brim um strendur brúsa!
    Hoyrið storm í fjøllum súsa!
    :/: Tað er Føroya mál. :/:
    Hoyrið foss á klettum spæla!
    Hoyrið dvørg í homrum tala!
    :/: Tað er Føroya mál. :/:

    3. Hoyrið jarma lambið káta!
    Hoyrið fugl í haga láta!
    :/: Tað er Føroya mál. :/:
    Hoyrið fyri veiðu góða
    takkarsong frá bátum ljóða!
    :/: Tað er Føroya mál. :/:

    4. Hoyrið dans í stovu ganga!
    Hoyr um kappar kvæðið langa!
    :/: Tað er Føroya mál. :/:
    Hoyr við grúgvu mannin gamla
    børn um fornar søgur samla!
    :/: Tað er Føroya mál. :/:

    5. Tú mást bæði úti og heima
    dýrt sum reyðargullið gloyma
    :/: væl títt móðurmál. :/:
    Djúpt í tínum egna barmi,
    :/: ljóði Føroya mál. :/:

    Hvørjum man tykja vakurt hjá sær

    Orð: Fríðrikur Petersen
    Lag: Alexander Enniberg
    Viðmerking: Yrktur til gullbrúdleypsveitslu fyri Christiani IX í Havn 26. mai 1892

    1. Hvørjum man tykja vakurt hjá sær,
    vakrast í Føroyum tykir mær.

    Tað er so vakurt í Føroyum at búgva.

    2. Føroyar, mín móðir, víst ert tú fríð
    í grønum stakki um summartíð.

    3. Tá kvøld og morgun á vinahátt
    blídliga heilsast um miðjunátt.

    4. Og havið, troytt av at berjast við teg,
    við tínar føtur hvílir seg.

    5. Føroyar, mín móðir, víst ert tú prúð,
    tá ið tú klæðist í vetrarskrúð.

    6. Víst ert tú, móðir, føgur og fín,
    klædd í hitt skínandi hvíta lín.

    7. Tá glampar á himli stjørnulind,
    norðlýsið blaktrar um fjallatind.

    8. Uppal tíni børn sum móðir rætt,
    lat tey ei bregða burtur úr ætt.

    9. Gev teimum Tróndar skarpa vit,
    men Sigmunds bjarta hjartalit.

    10. Gev teimum tolgóða, sterka sál,
    gev teimum Sverris vilja sum stál.

    Tað er so vakurt í Føroyum at búgva

    Eg oyggjar veit, sum hava fjøll og grøna líð

    Orð: Fríðrikur Petersen
    Lag: Hans Jacob Højgaard

    Eg oyggjar veit, sum hava fjøll og grøna líð,
    og taktar eru tær við mjøll um vetrartíð;
    og áir renna vakrar har og fossa nógv;
    tær vilja allar skunda sær í bláan sjógv.
    Gud signi mítt føðiland Føroyar.

    Og tá ið veðrið tað er gott um summardag,
    og havið er so silvurblátt um sólarlag,
    so spegilklárt og deyðastilt og himmalreint –
    tað er ein sjón, eg veit, tú vilt væl gloyma seint.

    Men tá ið stormur spælir lag um fjallatind,
    og bylgjurnar tær rúka av stað sum skjótasta hind,
    og brimið stórar klettar ber langt upp á møl –
    tá bát at temja gaman er við stýrisvøl’.

    Mítt føðiland tað fátækt er, eg veit tað væl –
    ei gullsand áin við sær ber um fjaladal;
    men meðan líðin elur seyð og havið fisk,
    so fæst við Guds hjálp dagligt breyð á føroyings disk.

    Mítt føðiland tað er ei stórt sum onnur lond,
    men so væl hevur Gud tað gjørt við síni hond,
    at alla tíð tað til sín dregur hjarta mítt;
    tí rúm tað best í Føroyum hevur at sláa frítt.

    Mítt føðiland! Tað ynski mær í hjarta er,
    at lukkan góð má fylgja tær á tíni ferð,
    so leingi sólin roðar í fjøll um morguntíð,
    og skuggi fer um grønan vøll og bratta líð.
    Gud signi mítt føðiland Føroyar.

    Gevið brøður

    Orð: Fríðrikur Petersen
    Lag: Gubben Noa

    1. Gevið brøður, gevið brøður
    ljóð og lýðið á!
    Tað er skrivað í søgum,
    goymt frá gomlum døgum,
    sum eg ætli, sum eg ætli
    nú at siga frá.

    2. Ein vínbrunnur, ein vínbrunnur
    var hjá Yggdrasil;
    Mimir átti brunnin,
    fekk sær upp í munnin;
    altíð drakk hann, altíð drakk hann
    so hann kendi til.

    3. Vínið gott var, vínið gott var
    ja, ja, makaleyst;
    Mimir var so kátur,
    og ein skellilátur
    hoyrdist vetur, hoyrdist vetur,
    summar, vár og heyst.

    4. Gamli Óðin, gamli Óðin
    undrast yvir tað;
    hví er hann so fróur?
    Er hann vorðin óður?
    Til at vita, til at vita
    loypur hann avstað.

    5. Nú hin rádni, nú hin rádni,
    Mimir vinur mín,
    hví ert tú so glaður?
    Nei, nei, nei, nei, maður!
    Hann er fullur, hann er fullur
    fullur sum eitt svín.

    6. Mimir gamli, Mimir gamli
    heilsar í ein fart,
    klórar sær í nakka:
    “Bróðir, vilt tú smakka?
    So eg hopi, so eg hopi
    ei tú dømir hart.”

    7. Óðin tók sær, Óðin tók sær
    tá ein góðan slurk;
    livnaði tá gleði,
    sum á summar degi
    regnið lívgar, regnið lívgar
    grasið eftir turk.

    8. Lyst fekk Óðin, lyst fekk Óðin
    meir at drekka sær:
    “Tú mást vín mær læna,
    tí av gomlum vana
    ongar pengar, ongar pengar
    betri eg hjá mær.”

    9. “Aldri hevur, aldri hevur
    Mimir nøkrum lænt,
    ikki inn í eygað,
    syrg teg fyrr til deyða
    uttan at tú, uttan at tú
    setur eygað í pant.”

    10. Neyðardýrið, neyðardýrið
    Óðin snerkir tá,
    klórar sær í nakka,
    fegin vil hann smakka;
    tí hann segði, tí hann segði:
    “Á ja, skitt lat gá!”

    11. Av tí víni, av tí víni,
    so er mær fortalt,
    flugu hans tankar fríir
    gjøgnum rúm og tíðir,
    so við einum, so við einum
    eyga sær hann alt.

    12. Eg, mín bróðir, eg, mín bróðir
    vendi mær til tín:
    Vilt tú ikki fegin
    fáa at vita vegin
    til at fáa, til at fáa,
    at bragda Mimis vín?

    13. Her, mín bróðir, her, mín bróðir
    sært tú Mimis mjøð;
    burt frá Óðins munni,
    burt frá Mimis brunni
    førir rør eitt, førir rør eitt
    okkum henda løg.

    14. Drekkið bara, drekkið bara
    virðuliga og væl,
    verið allir kátir,
    og ein skellilátur
    Mimi v´rar, Mimi várar
    tøkkir bera skal.

    15. Ver nú kátur, ver nú kátur
    drekk nú væl og kvøð,
    ber nú glas at munni,
    drekk úr Mimis brunni.
    Vinarliga, vinarliga
    drekkum Mimis mjøð!

    Gleðilig jól

    Orð: Fríðrikur Petersen
    Lag: Franz Xaver Gruber

    1. «Gleðilig jól! Gleðilig jól!»
    ljóðar av himli einglalag.
    «Armi syndari, óttast ei nú,
    gleðiboðskapin hoyrir tú:
    :,: «Jesus er føddur í dag.» :,: »

    2. Faðir vár! Faðir vár!
    Høgt tó tú á himli býrt,
    ikki gloymdi tú barnið títt,
    elskaði syndiga hjarta mítt;
    :,: veri um ævi tær dýrd. :,:

    3. Frelsari mín! Frelsari mín!
    Náði tín hon er mítt skjól.
    Paradísportrið er opnað mær,
    aldri kann eg fulltakka tær
    :,: fyri gleðilig jól. :,:

    Deyði! hvar er nú broddur tín?

    Orð: Fríðrikur Petersen
    Lag 1: Hans Jacob Højgaard
    Lag 2: Kirkjan hon er eitt gamalt hús

    1. Deyði, hvar er nú broddur tín?
    Helviti, hvar er tín sigur?
    Risin er aftur frelsari mín,
    áður í grøv lagdur niður.
    Roðar nú páskasól um fjøll,
    vermir og gleðir hjørtu øll!
    Tøkk havi Guð fyri lívið!

    2. Lívsleiðin er ei meira tung;
    livandi Jesus meg leiðir;
    bæði hann styðjar gomul og ung,
    breytina fyri teim greiðir.
    Fylgir hann við á míni ferð,
    einki mær tá til skaða er.
    Tøkk havi Guð fyri lívið!

    3. Songur tí berst um lond og høv
    um páskaboðskapin bjarta,
    fagurt hann ljóðar við opna grøv
    inn í tað trúgvandi hjarta:
    «Risin av grøv er frelsari mín,
    deyði, hvar er nú broddur tín?»
    Tøkk havi Guð fyri lívið!

    O, móðurmál, stórt er títt fall

    Orð: Fríðrikur Petersen
    Lag 1: Fólkalag (La Folia)
    Lag 2: Valdemar J. Schiøtt
    Viðmerking: Yrktur í 1976 í Keypmannahavn.

    1. O, móðurmál, stórt er títt fall
    úr tínum ærustóli,
    fyrr virdu allir teg sum jall
    í tínum egna bóli;
    tú vart í kirkju Skúvoy á
    teg virdi lágur og høgur,
    :,: teg elskaði Tróndur í Gøtuvág,
    Sigmundur og vápnabrøður. :,:

    2. Men tíðin rann, og nýggjan sið
    í Føroyum mangir tóku,
    og annað mál við tína lið
    settu teir stóru og klóku;
    teir róku teg av kirkju út
    og aftur burt av tingi;
    :,: tú mátti liva í sorg og sút –
    so hevur lív títt gingið. :,:

    3. Men enn tú gleðir hvønn tann mann,
    ið føroyingur vil vera,
    og hann teg aldri gloyma kann,
    men teg í minni bera.
    Vær drekkum glaðir tína skál,
    og so vár ynski ljóða :
    :,: Várt kæra, gamla móðurmál,
    hav langa framtíð og góða ! :,:

    Tíðin rennur sum streymur í á

    Orð: Fríðrikur Petersen
    Lag 1: Jógvan Waagstein
    Lag 2: Hans Jacob Højgaard

    1. Tíðin rennur sum streymur í á,
    títt munnu bylgjurnar falla;
    lítlum báti rekist eg á,
    áraleysur at kalla.

    2. Hvør ein løta og hvør ein stund
    at stóra fossinum dregur;
    treingist mítt hjarta, tyngist mín lund,
    hvar er úr neyðini vegur?

    3. Hvør hevur vinur vilja og mátt
    at bjarga mær til landa?
    Allir teir eru á líkan hátt
    staddir sum eg í vanda.

    4. Ein hevur vinurin vilja og mátt
    at bjarga mær frá grandi;
    Jesus kann føra mín lítla bát
    trygt at himnasandi.

    5. Tíðin rennur sum streymur í á
    fram í Harrans navni!
    Lítlum báti eri eg á, –
    himnastrond fyri stavni.