Mána og sól, vindar og skýggj

    Orð: Frits Johannesen
    Lag: Egil Hovland

    1. Mána og sól, vindar og skýggj
    og blómur og børn skapti vár Gud.
    Himmal og jørð, alt eigur hann.
    Harri, vár Gud, vit tær takka.

    Niðurlag: Harri, vit takka tær.
    Harri, vit prísa tær.
    Harri, vit syngja títt heilaga navn.

    2. Jesus, Guds sonur, krossdeyðan leið
    for meg og for teg, livir í dag.
    Ja, hann er her, ja, hann er her.
    Harri, vár Gud, vit tær takka.

    3. Andin, vár troyst, vermir – gav lív,
    sum heilagur er, talar um Gud,
    fylgir við tær hvønn einasta dag.
    Harri, vár Gud, vit tær takka.

    Áin

    Orð: Karsten Hoydal
    Lag: Frits Johannesen

    1. Fóru dagar handan bak,
    teir sum bygdu mína barnaverð,
    men alt stórt, sum inn í hugan rak,
    livir frískt og fult av undurgerð.

    2. Hond, ið ráddi míni leið,
    varin hond, hon følist enn so eym,
    hond mín var í henni, tá eg steig
    fyrsta sinni út í áarstreym.

    3. Fyrsti kaldi hvøkkur av,
    undrandi eg síggi mínar tær,
    báðir føtur farnir undir kav,
    skaptir um og stórir standa har.

    4. Flættar streymur seg um bein,
    lokkar eygað við sær longur út
    hagar áin dýpist møk og rein –
    nú er slóknað øll mín fyrsta sút.

    5. Vígdur ánni har eg stóð,
    hoyrdi fossin kvøða skamt ífrá, –
    hond, ið helt mær, vatnsins ríka ljóð
    eru nærri enn tey vóru tá.