Vakna rópar vaktarmaður

    Orð: Ph. Nicolai
    Týtt: G. Bruun

    1. «Vakna,» rópar vaktarmaður,
    «Statt upp, í eystri rísur dagur,
    Guðs staður, Sion, vakna brátt;
    Myrkur inni byrgt teg hevur,
    men Harrans tími slær; hvør svevur,
    tá dýrdarmagnið týnir nátt?
    Sí, Harrin kemur nær,
    statt upp hans brúður kær,
    ljós lat brenna;
    nú fegnast lund
    á Harrans fund,
    nú heim hann førir væl sítt sprund.»

    2. Røddina Guðs kirkja nemur,
    við gleði Harrans boð hon fremur
    úr svøvni fer hon vakin fram.
    Harrin kemur stórur, fríður,
    við sannleika og náði blíður,
    nú morgunstjørnan føgur rann.
    Mín kongur, Harri Krist,
    Guðs sonur! Gev mær vist.
    Hosianna!
    Tær fylgi eg
    á himna veg,
    hvar friður tín ger sælan meg!

    3. Lovsongur við hørpuljóðum
    frá eingla mongd og manna tjóðum
    um allar ævir berast skal,
    har sum ljós um hástól ljómar,
    og lívsins træ av nýggjum blómar,
    ið føðir halgra mikla tal.
    Hvat einki eyga sá,
    og tankar aldri ná’,
    har vit skoða;
    nú fold farvæl,
    eg liva skal,
    har lívsins kelda rennur sæl.

    Til málið

    Orð: Gudmund Bruun
    Lag: Christian Boserup
    Viðmerking: Yrktur til Føroyingafelag í Keypmannahavn føstulávint 1912

    1. Norrøna mál!
    ljódliga kínir tú okkara sál,
    minnir um landið við fjallinum gráa,
    grasgrøna dali og sjógvinum bláa,
    heimið, hvar líðir og fossar og hav
    kvøða málið, Gud okkum gav.

    2. Minnast vit enn
    søguna gomlu um Sigmundar menn,
    tá ið teir bardust mót Tróndi á vøllum:
    orrustan dundi í Dímunar fjøllum,
    eldur og ørvar og harðbrýnda stál
    kvóðu reint hitt føroyska mál.

    3. Forðum til kong
    aldi tú Sverra, hin føroyska drong;
    málið, ið breyð, so alt Noregi lýddi,
    høvdingar skulvu, og fíggindar flýddu,
    málið, ið háðaði páva og bál,
    var hitt gamla føroyska mál.

    4. Hvørja ferð, tá
    fíggindin brandin um oyggjarnar brá,
    vakti tú frímenn, ið sárini grøddu,
    sum fyri fosturlandslagnuni bløddu;
    Havrekasonin títt ódnarróp ól,
    sút tín aldi Nólsoyarpól.

    5. Føðilands mál!
    Børn tíni goymdu teg fagurt í sál;
    alt, hvat ið fedrarnir áttu, tey goymdu,
    varðveittu skattin og einki tey gloymdu,
    til Vensil próst setti fjøður á blað,
    gav tær aftur riddaraslag.

    6. Klandur og stríð
    er um títt kvæði, vit fostraðust í;
    vit skulu bera ta tungastu byrði,
    rødd tína føra til heiður og virði,
    kvøða, til okkara sól fer í kav,
    Føroya málið, Gud okkum gav.

    Ver vælkomið, Harrans ár, sum ber fagnaðarboð

    Nikolai Frederik Severin GrundtvigAndreas Peter Berggreen
    Orð: Nikolai Frederik Severin Grundtvig
    Lag: Andreas Peter Berggreen
    Týtt: Gudmund Bruun

    1. Ver vælkomið, Harrans ár,
    sum ber fagnaðarboð!
    Jólanátt, tá Guðs orð fór í hold,
    varð ljósið úr erva birt upp á fold.
    Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.

    2. Ver vælkomið, Harrans ár,
    sum ber fagnaðarboð!
    Páskamorgun, tá Krist reis úr grøv,
    tá sigraði lívið um lond og høv.
    Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.

    3. Ver vælkomið, Harrans ár,
    sum ber fagnaðarboð!
    Hvítusunnu tá var tað so brátt,
    at andin gav veraldar veikleika mátt.
    Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.

    4. Ver vælkomið, Harrans ár,
    sum ber fagnaðarboð!
    Harrans ár, ið ger hjørtuni glað,
    nú ber okkum gleði hvønn Harrans dag.
    Vælkomið nýar! Væl vær fagnum tær.

    Nýtt og gamalt

    Orð: Gudmund Bruun
    Lag: Carl Nielsen

    1. Vár fosturjørð er Atlants fjøll
    við lýkku um grøna líð,
    við glaðustroki, snjó og mjøll
    um dalar á vetrartíð,
    hvar fjøll og sjógvar berjast,
    hvar fastar oyggjar herjast,
    hvar allar ættir møtast
    :,: at týna Gríms Kambans vøll. :,:

    2. Várt land var krógvað langa tíð
    sum Noregis leysingabarn,
    tað stóð so einsligt tokum í,
    lá ónýtt sum trøllajarn;
    nú nýtt og gamalt berjast,
    nú ætt og grannar herjast,
    nú allir tankar møtast
    :,: til hernað og vápnagný. :,:

    3. Um nytt skal fjálgast. Alt, ið fer
    at útdýpa mannasál,
    skal berast fram; men tað, ið ber,
    er okkara føðimál. –
    Lat nýtt og gamalt berjast,
    lat gamlar gøtur herjast,
    lat allar viljar møtast,
    :,: vit verja Gríms Kambans gerð. :,:

    Tit limir, sum hava á himninum høvur

    Hans Adolph BrorsonThomas Laub
    Orð: C.F. Müller / Hans Adolph Brorson
    Lag: Thomas Laub
    Týtt: G. Bruun

    1. Tit limir, sum hava á himninum høvur!
    Hví ganga tit her, sum var stongt yvir fold?
    Upp lítið í erva við treystleika, brøður,
    og lærið at temja hitt tvørliga hold,
    hvør kross sín at bera
    og einki at gera,
    sum sálina burtur av leið roynir villa
    og himnanna sælu um ævir at spilla.

    2. Eg minnist tey fornu
    »gullkristnu«, tey nevna,
    ta ídni og tolmóð, sum trúgvin teim gav,
    og síggi í stundini kristmanna levnað,
    hitt sama er navnið, men nógv brýtur av.
    So verið tað átti,
    at øll nú við mátti
    at honum, sum livir og kemur, oss vendu
    og eins og tey gomlu av kærleika brendu.

    3. Vár brúðgómur kemur ei leingi at bíða,
    so keypið nú olju til ferð á hans fund!
    Og sitið ei svøvntyngd, nú dagarnir líða,
    men vakið og biðið sum himinsins sprund,
    so snar vit í vendi
    við stavi í hendi**
    hvørt bil eru búgvin at himni at skunda,
    sum sorgarnívd javnan í trongum á stunda.

    4. Upp salvaðu tit, latið krossmerkið lýsa,
    við krúnuni kongur fer til sína tjóð;
    nú himnanna ríki teim loystu skal hýsa,
    har gleðin er ævig, og lundin er fró.
    Teim, her toldu vansar,
    fær kongurin kransar
    og krúnu, sum lýsir við bjartari megi,
    enn middagssól skínur á miðsummardegi.

    Tá krossur nívir, heita bønir

    Georg Neumark
    Orð: Benjamin Schmolck
    Lag: Georg Neumark
    Týtt: G. Bruun

    1. Tá krossur nívir, heita bønir
    á hann, sum beinir høv og lond,
    og náði Harrans øllum lønir,
    ið góvu seg upp í hans hond.
    Í harmi Dávid hørpu sló,
    og Harrans náð hann reinan tvó.

    2. Tá krossur nívir, heim tær leingist
    sum manni, tá ið ódn ber av,
    tá sálin roynir sút og angist,
    hon finnur borgina, Guð gav,
    tá dúgvan ferst í oyðimørk,
    hon heldur heim til sína ørk.

    3. Tá krossur nívir, betur dregur
    tann krúna, okkum prýða skal,
    tá Harrin túsund ferðir gevur
    alt tað, hann lovaði so væl,
    tá sálin sær Guðs ljósa sal,
    hon óttast ikki degningsæl.

    4. Krossfesti Krist, lat krossin kennast
    at draga okkum at tær heim,
    lat krossmenn av Guðs náði mennast
    og veit á himni krúnu teim.
    Ger krossin kæran mær í verð,
    tí uttan kross ei krúna er.

    Tað, Guð mín vil, tað komi á

    Orð: Albrecht av Brandenburg
    Lag: Gamalt føroyskt sálmalag
    Týtt: G. Bruun

    1. Tað, Guð mín vil, tað komi á,
    hans vilji er hin besti.
    Hann styrk og hjálp vil øllum fá,
    ið álit á hann festu,
    hann frelsir tey í hvørji neyð,
    ið á hans náði trúgva;
    tí barnakor
    teim gav hans orð,
    og hjá teim vil hann búgva.

    2. Á Guð eg altíð troysta vil,
    hann er mín lívd og gleði,
    alt tað, hann ætlar, beri til,
    tí hann ger barn sítt fegið;
    hans kongavald man verja alt.
    Hann er hin fasti klettur,
    tann fjallaborg,
    ið týnir sorg,
    hans orðið aldri grettur.

    3. Tí fari fegin eg úr verð,
    tá Guð mín vil meg kalla,
    hans orð mær lovar, at mín ferð
    mær væl í lag skal falla,
    tí sonur hans til deyðalands
    fór mína skuld at rinda,
    og enn hans hond
    man loysa bond,
    sum meg í syndum binda.

    4. Lov, tøkk og heiður skulu tær,
    miskunnar faðir, vera,
    ið son tín gav at bjarga mær
    og syndir mínar bera;
    mín styrki er bert tú í verð,
    tá hon fer burt sum skuggi,
    tó veri mær,
    sum best tú sær,
    tað er mín troyst og uggi.

    Statt upp úr svøvni, tú ið svevur

    Orð: G. Bruun

    1. Statt upp úr svøvni, tú ið svevur,
    tí nú fer nátt at hvørva svørt,
    Guðs náðidagur nær nú treður,
    og sólin fer at roða bjørt.
    Nú rennur upp um kristin lond
    várt nýggja ár frá Harrans hond.

    2. Gakk, sum tað sømir seg á degi,
    tak ljósins vápn tær nú í hond,
    tí myrkurs verk fær onga gleði,
    tá Harrin kvettir myrkurs bond;
    tá klandur, stríð og øvund má
    sum svirr og girnd til grundar gá.

    3. Statt upp og vak og bið, at náttin
    frá hjartanum má hvørva svørt,
    og tú kanst finna adventsdrottin,
    ið longu hevur alt fullgjørt,
    og eiga ríkið, hvar ið hann
    er ljós og lív, ið sigur vann.

    Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól

    Orð: Elias Blix
    Týtt: G. Bruun

    1. Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól!
    Mín Jesus, lat ljóshav floyma
    og lýsa mær leið til himnastól,
    tá her tey í grøv meg goyma,
    so heim eg kann fara í títt ljós
    og stríðið við gleði gloyma.

    2. Øll menniskjan komin er av mold,
    og mold skal hon aftur verða,
    men lov havi Krist, sum hevur volt,
    at andin tað verk skal gera:
    at vekja oss upp úr gravar nátt
    og heim oss til himna bera.

    3. Hvør maður, sum doyr í Kristi her,
    til lívs upp frá deyða stendur,
    í friði hann fer úr hesi verð
    og frelstur á himni lendir.
    Guð unni mær fyri Jesu blóð
    at síggja tær ljósu strendur.

    4. So sovi eg tryggur blíðan blund,
    og skal eingin trongd meg tyngja,
    so vakni eg upp ta morgunstund,
    tá andin meg upp skal yngja.
    Tá liva eg skal í ljósi Krists
    og lov hans um ævir syngja.