Skjótt kemur Dagurin hin dýri, stóri

    Orð og lag: Aage Samuelsen
    Týtt: Gudna Midjord

    1. Skjótt kemur dagurin hin dýri, stóri,
    tá brúðurin skal sjá Jerusalem;
    tá náðarboðskapurin meir ei ljóðar,
    og sigursæl tey frelstu ganga inn!

    Niðurlag: Til hørpuspæl við pálmagrein í hondum,
    vit syngja Guðs og Lambsins nýggja song!
    Og øll tey, sum tilbiðja Guð í Anda,
    tey vera har í ævini so long!

    2. So ofta runnu tár á brúðarenni,
    tá her á jørð í royndarstund hon var;
    men eins og perlur hesi tár nú skína,
    tí fyri Jesu skuld hon líðing bar.

    3. Í Staðnum har, ið eingir vandar hótta,
    tá brúðarskarin skoðar Himmalin;
    so undurfullur Staðurin har glitrar,
    í ljósi føgrum skarin trínur inn!

    Maran ata-rópið ljóðar

    Orð: Ivar H. Bolsö
    Týtt: Gudna Midjord

    Maran ata-rópið ljóðar! Skjótt tað ljóðar síðstu ferð
    og vár Brúðgóm tá vit síggja skýggjum í.
    Og tær tíggju brúðarmoyggjar høvdu lampur við og fóru
    út at møta Brúðgóminum um miðnáttstíð.

    Niðurlag: :,:Vakir tú, tá Jesus kemur?:,:
    Vakir tú, tá Jesus kemur skýggjum í?
    Men tá Brúðgómurin drálaði, tær allar sovnaðu!
    Vakir tú, tá Jesus kemur skýggjum í?

    2. Men á náttartíð nú ljóðar rópið fyri síðstu ferð:
    Vakna upp tí nú er Brúðgómurin nær!
    Tá tóku tær sínar lampur, men bert fimm høvdu olju á,
    hinar fimm í myrkri máttu standa tá!

    3. Ert tú sovnaður mín vinur? O, so mást tú vakna nú
    áðrenn Lúður ljóðar: Jesus kemur skjótt!
    Fyll olju lampu á, so bjart hon lýsa má,
    tí um stutta tíð skal hurðin verða læst!

    :,: Skalt tú uttanfyri standa?:,:
    Skalt tú uttan fyri dyrnar standa tá?
    Hoyr, tá Jesus siga man: Eg kenni ikki teg!
    Skalt tú uttanfyri dyrnar standa tá?

    :,:Eg skal innanfyri vera,:,:
    eg skal innanfyri dyrnar vera tá!
    Og Jesus siga man: Vælkomin heim, Mítt barn!
    Eg skal innanfyri dyrnar vera tá!