Svart og hvítt

    Kim Hansen
    Orð: Gunnar Hoydal
    Lag: Kim Hansen

    Sólin hækkar – vetur takkar
    fyri seg og hvørvur
    tíðin nærkast – nú skal sparkast
    tað er hin sami tørvur
    ið ár um ár jú kemur fast
    um bólturin tær liggur hjarta næst.

    Vakrar kvinnur – menn so stinnir
    vita hvat tey ætla
    venjing harða – byggir varða
    tíma ei at tvætla
    men velja felagið, sum kann
    brátt geva teimum alt tú ynskja kann

    B er fyri besta spælið
    Best og nakað fyri seg
    3 og 6 er besta talið
    hví?
    Tí tað er B36!

    Sólin skínur – inn brátt trínur
    Liðið okkar og vit reisast
    Vit øll somul – ung sum gomul
    Merkja at vit saman sveisast
    Til eina eind sum púra greitt
    Vit hava okkar lið sum nummar eitt.

    Skava og vinn

    Orð: Gunnar Hoydal
    Lag: Kys mig godnat

    Nú fýkur um geilar
    Gud viti hvat feilar
    hvat er tað sum hendir
    alt undan er skrykt.
    Nú rustar mín skrokkur
    og súrur hvør sokkur
    mín konto fekk skræpuna
    – konan fekk gikt.

    Lívið er ráligt
    heilt óluksáligt
    burtur alt álit
    hond undir kinn:
    Mist alt vit áttu
    royn heldur loggo
    nýggjasta motto:
    Skava og vinn!

    Fyrst fór tað í høvdið
    tað bløddi og bløddi
    tað mól fyri teimum
    sm áttu at stýrt.
    So kom tað til fiskin
    alt fór undir diskin
    harúti í nesinum
    syfta teir murt.

    Hvat er at gera
    alt annulerað
    teir bara skera
    royn tú og grynn!
    Øll ahva syndað
    svarar ein skrinda
    lær teg at binda
    skava og vinn!

    So mistu vit flotan
    í botni er kvotan
    og virðið er hvørki
    kreditt ella datt.
    Ein maður úr Kina
    er komin at skyna
    á tí sum er eftir
    til olju og skatt

    IMF tolið
    kagar í holið
    hvør hevur stjolið
    kom einki inn?
    Uppgjørt er búgvið
    lítið í rúgvu
    standa við húgvu:
    Skava og vinn!

    Nú Okkara Banki
    er bara ein tanki
    hann lærir seg danskt
    til sín seinasta sang
    Sjálvt Brorson og Kingo
    nú ganga í bingo
    at stytta sær tíð
    til teir fara á tvang.

    Tankarnir øra
    beinini sløðra
    alt var ein bløðra
    avroð og skinn.
    Lumpa og læra
    snúgva og snara
    heiður og æra?
    Skava og vinn!

    Sjálvt kassin er farin
    utann seinasti varðin
    sum bant okkum saman
    um felags miljø
    So hava vit húsast
    at skulu vit rúsast
    má farast í ulpu
    at standa í kø.

    Einki er eftir
    kruvdir og flettir
    sperðil og knettir
    afturvið ginn.
    Serstaka tjóðin?
    Tig við tær góðin
    nú eitur lógin:
    Skava og vinn!

    Okkara land

    Orð og lag: Gunnar Hoydal

    Anna
    tú ert vaksin, eingin
    eigur teg
    hvar tú fert so finn tín
    egna veg
    tú ert tú sjálv
    tú mást fara, bara far
    altíð verður tú í mær.

    At hoyra dagsins ljóð
    at síggja sína slóð
    at fylgja vindinum hvar
    hann fer
    at halda fast við sítt
    og vita alt er nýtt
    ljósini tey lýsa og vit eru
    her

    Vit eru annað
    enn navn og onki annað
    eg eri anna
    og nógv meira enn tað

    Her mitt í sjónum
    her mitt í øllum vøtnum
    tað syngur allastani vit
    eru her.
    Her flúgva fuglar
    hvønn morgun yvir havið
    vit vita eisini vit eru á
    ferð.

    Altíð leingjast
    longsulin er altíð við
    gevur okkum onga løtu frið
    hann finnur teg
    líkamikið hvar tú fert
    líkamikið hvat tú gert

    Hetta er okkara land
    hetta er okkara land
    bratt og bitið, men okey
    tað er okkara land

    Hetta er okkara land
    hetta er okkara land
    skrætt og slitið, men okey
    tað er okkara land

    Her mitt í sjónum
    her mitt í øllum vøtnum
    tað syngur allastaðni vit
    eru her.
    Her flúgva fuglar
    hvønn morgun yvir havið
    vit eru saman á okkara
    ferð.

    Hetta er okkara land
    hetta er okkara land
    onki annað eiga vit
    tað er okkara land

    Her er okkara land
    her er okkara verð
    onga aðra eiga vit
    tað er okkara verð

    Gamla Dimma

    Orð: Gunnar Hoydal
    Lag: Vísulag

    Í níti ár so nógv eg toldi,
    sløddist her á geil og veg,
    døkk er skræðan, svart er holdið,
    tí tey Dimmu kalla meg.

    Soleiðis er gamla Dimma,
    selur kropp sín hvønn ein dag
    sein í song og rísur snimma,
    ár um ár við sama lag.

    Hevði mær í ungum døgum
    mangt eitt fagurt ideal,
    ja, teir kundu sagt frá søgum
    Johan Poulsen og Mogens Wahl.

    Best var ríkisfelagsskapur,
    og ofta hann í favnin tók,
    og tá hann bleiv nóg so dapur,
    treiv eg eftir Danabrók.

    Eg við Fríðriki lá úti,
    Viggo, Axel, Konstantin.
    Kanska eisini við Knúti,
    men tá var eg nakað lin.

    Einki er mær tó sum Nato,
    tá teir nálgast við honnør
    tá tað uddi í hvørji sátu,
    var eg altíð púra ør.

    Gev mær alt, men ei teir reyðu,
    tað er mær tó ov naivt.
    Heldur eg mær sjálvi fleygi
    enn eg fríggi kollektivt.

    Umframt annað mangt eg gevi,
    Ferdinan og Fjern og Nær,
    trúgv mær, tað kann vera strævið
    fyri eina gamla mer.

    Sum tann einasti í Føroyum,
    ið er heilt professionell,
    kann eg taka móti hvørjum,
    sum kann gera enn eitt sprell.

    Mítt lítla land

    Annika Hoydal
    Orð: Gunnar Hoydal
    Lag: Annika Hoydal
    Viðmerking: Yrktur í 1981.

    1. Tú minsta land, nú ert tú aftur nær,
    mín lítla váta ogn á heimsins klótu,
    á rúmdarkletti ert tú minsta gjar,
    eitt tinnuljós í døkkum hellugróti.

    Tú rísur aftur fyri mær,
    nú stígur ljóðið stórt av tínum fløtum,
    nú rennur dýrd av vøtnum eftir tær,
    og speglar sær í hesum fjaru gøtum.

    2. Eg síggi fuglaljóð í morgunsól,
    eg hoyri ull, sum grør á tungum seyði,
    og lomb, sum leggja seg við brønan hól,
    tá aldur savna leivdirnar av degi.

    Tú rísur aftur fyri mær,
    nú stígur ljóðið stórt av tínum fløtum,
    eg síggi skin av sól í fremmant glar,
    eg finni tína dýrd í hesum gøtum.

    3. Nú stendur runuveitin sóljuvát,
    og aftur reisist gras úr hvørjum spori,
    á myrkum dýpi sært tú lítlan bát
    og mann, sum dregur blankan fisk at borði

    Tú rísur aftur fyri mær,
    eg síggi tína slóð í hesum løtum,
    eg síggi vatnið streyma eftir tær
    og renna nýtt í hesum vilstu gøtum.

    4. Nú køvir av, nú rekur ælið svart,
    nú kemur gloymdur ótti undan kavi,
    mítt váta land, tað hevur dýrd tín lært,
    at ræðslan lýsir við á miðjum havi.

    Tú rísur aftur fyri mær,
    nú stígur glæman stór av tínum fløtum,
    nú rennur ljós av vøtnum eftir tær,
    og streymar skyggjandi í hesum gøtum.

    Skúmbananir

    Orð: Gunnar Hoydal
    Lag: Jógvan Telling Joensen

    Á nei, á nei; á nei, á nei,
    tað bleiv so tungt at lova meir,
    á nei, á nei; á nei, á nei,
    hvat er at lova til næsta skeið?

    Eitt berghol, nei. Ein flogvøll, nei.
    Tvær nýggjar ferjur, ein bygdaleið?
    Eitt veðhald, nei. Ein grasvøll, nei.
    Men nú ein dagin eg fekk eitt prei:

    :/: Deo, deo, deeoooo skúmbananir,
    ja, skúmbananir til Føroya Fólk. :/:

    Á ja, á ja; á ja, á ja,
    nú lýsir aftur, nú vaknar tað,
    á ja, á ja; á ja, á ja,
    vit síggja aftur ein nýggjan dag.

    Vit røra glað og lova tað
    at skúma róman úr bløðrubað,
    væl ballað inn í fagurt skinn,
    sum sól og gull er hetta slag:

    :/: Deo, deo, deeoooo skúmbananir,
    ja, skúmbananir til Føroya fólk. :/:

    Á ja, á nei; á ja, á nei,
    við biðja aftur um annað skeið,
    á nei, á ja; á nei, á ja,
    vit skulu skúma, vit lova tað.

    Vit halda fram við sama lag,
    so sum vit gjørdu til denna dag,
    tað lyfti helt og heldur enn,
    vit skúma allir sum rættir menn.

    :/: Deo, deo, deeoooo skúmbananir,
    ja, skúmbananir til Føroya Fólk. :/:

    Aldan

    Orð: Gunnar Hoydal
    Lag: Annika Hoydal
    Viðmerking: Yrktur til Grand Prix-kappingina í Danmarks Radio í 1979.

    1. Altíð ræddist eg taran í sjónum,
    rekandi vøkstur um klettar og brot,
    síðani, saman við ótta og vónum,
    hevur tú rikið mítt hjarta á flot.

    Niðurlag: Tak í meg, tak um mín iva,
    nem við meg, nert ikki við,
    sissa meg, tá eg vil liva,
    øs meg, tá eg biði um frið.

    2. Nú ert tú aldan, og eg eri tarin,
    dregur meg at tær og rekur meg frá,
    eigi teg, eigi teg, tá tú ert farin,
    veit at eg missi teg, tá tú ert hjá.

    3. Alt tað, sum lokkar og alt, sum vil styggja,
    fløðandi, fjarandi ert tú í mær,
    lyftur meg upp nú og letur meg liggja,
    myrkrið, sum bjargar og ljósið, sum slær.

    4. Ræddist eg sjógvin við myrkri og megi,
    visti meg stíga á ótryggan veg,
    líknandi leið, men við rekandi gleði,
    gangi eg nú : Nú ræðist eg teg.

    Niðurlag: Tak í meg, tak um mín iva,
    nem við meg, nert ikki við,
    sissa meg, tá eg vil liva,
    øs meg, tá eg biði um frið.

    Fimtan ár

    Orð: Gunnar Hoydal
    Lag: Annika Hoydal og fleiri
    Viðmerking: Yrktur til studentakabarettina á ólavsøku í 1966.

    1. Tá eg var fjúrtan, fór okkurt í mær at kitla,
    tað var, sum goymdi mín kjóli ein skatt.
    Vildi eg vita, so kom alt tað heita, villa,
    um mínar fingrar tók eldurin fatt.

    Niðurlag: Men knappliga hoyrdi eg mammusa rødd:
    “Alt tað, sum kitlar, tað veitst tú er ljótt.”

    2. Vakti meg sólin og tók undir hvíta lakið,
    tá fór at mala hvørt hár um mín kropp.
    Alt undir húðini loysnaði, alt lá nakið,
    morgunin átti mín dúnuta sopp.

    3. Sá eg í speglinum út yvir mínar lagdir,
    var tað, sum gleðin meg lyfti uppfrá.
    Dandandi mýrur og heiðar úr svøvni vaktir,
    túgvurnar lótu seg upp, sum eg sá.

    4. Tók hann meg heim við sær, hann sjálvur, sum eg kenni,
    hendi tað, klæðini gjørdust ov trong.
    Knøðini blotnaðu, frá tí hann loysti spennið,
    leiddi meg trilvandi í sína song.

    5. Eg fylli sekstan, men enn kitlar líka illa,
    ljótt er, eg veit, at tað bóltar so rút;
    men tá í innasta kviðinum fer at rilla,
    beint áðrenn vitið og skil skolar út.

    Niðurlag: Tá teski eg : “Mamma, hoyr svara mær skjótt,
    Sig, hví er bara tað ljóta so søtt?”