Mín grái Fordur

    Orð: Gunnleif Thomsen
    Lag: Fólkalag

    Ein frídag setti eg meg í mín bil,
    so koyrdi eg so langt sum tað bar til.
    Tann tankin kemur til mín meðan eg koyri,
    hvønn kennir tú á Oyri,
    ikki eina sjel!

    Á Eiði eru nógvir sterkir menn,
    tann sterkasti av teimum livir enn –
    hjá honum sýnist ei at vera strævið
    at fáa deyða havið
    heilt upp undir knæ.

    Eg haldi á, og útvarpið er frá.
    Tað hoyrist hvør, ið leggur plátur á:
    – tað næsta, vit nú hoyra, er ein svii,
    Bjørn Afzelius Weihe,
    eitur nakar so?

    Mín grái Fordur
    Sum hevur tænt mær væl,
    Tá spidaran eg trýsti á,
    fer annar viskarin upp frá,
    og koblingin hon glíður ein fót.
    Mín grái Fordur,
    hevur tænt mær væl.
    Men tað er so eiðasørt
    at tað bítur á viðhvørt,
    hvat skeivt havi eg gjørt?

    So inn í eina sølubúð eg fór,
    – eg ætlaði at keypa eina bjór,
    men har var trongt sum seyður í tunnu,
    um krambagentur runnu,
    eg mátti geva tol.

    Eg hyggi mær so í eitt Se & Hør,
    har Rambolina vísir síni lør,
    kvikliga eg leggi blaðið frá mær
    áðrenn tað sæst á mær,
    at eg havi sæð!
    Tann gráa Fordin …

    Nú fái eg og leypi so á dyr,
    eg skundi mær at seta í fjórða gear.
    Magnussen, hann spælir heila lortið,
    frá “Gras” til “Mezzoforte”,
    tað er púra vist.

    Á veg til hús eitt vegskelti eg sá,
    eg lesi so hvat stendur haruppiá.
    Ein løta er til tíggjuoyrað fellur:
    Oyndarfjørður, Hellur,
    sig mær, passar tað.

    ENdiliga eri eg við hús,
    eg fái mær uppí eitt glas av djús
    og leggi meg í songina at lesa
    móðir sum Theresa,
    av at koyra Ford.
    Mín grái Fordur …

    Fimm feitar flugur

    Orð: Gunnleif Thomsen
    Lag: Tre hvide duer

    Eg festi mær fyrst í eitt ball,
    so bar eg mítt kjøt út í hjall.
    Eg fimm feitar flugur sá,
    og tær fingu frammaná.

    Fimm feitar flugur sá eg í dag.
    Fimm feitar flugur fingu eitt slag.
    Fimi og styrki voldu teirra deyð.
    Fimm feitar flugur koma sær í neyð.

    Ein dagin fór Nóa á flot,
    men Nóa, denn kraftidiot,
    tí hann hevði bara tvær,
    og ikki drap hann tær.

    Var eg við Nóa tá umborð,
    drap eg tær uttan eitt orð,
    tí um flugur flúgva vilt,
    ja, so verður kjøtið spilt.

    Eg fór til læknan

    Orð: Gunnleif Thomsen
    Lag: Stina var lítil stulka í sveit

    Eg fór til læknan at biðja um ráð,
    har læt eg meg naknan úr hvørjari trá,
    eg sera gjølla kannaður bleiv,
    líka frá høvur og niður í reyv.
    Læknin hann smurdi salvu uppá,
    meðan hann spurdi, hvar eg var frá,
    eg helt at hann spurdi dekan ov nær,
    um hví og hvør og hvar.

    :,: Men eg bleiv í góðum lag,
    tá læknin segði tað:
    gott er at vera fullur viðhvørt,
    tað skuldu allir føroyingar gjørt.
    So skonkti hann til mín
    eitt glas av brennivín’, :,:

    Av hesum fekk lív mítt heilt aðra vend,
    eg gekk sum eitt skítbýtt hvørja weekend,
    at endanum tordi eg ikki útum,
    uttan ein lítil fór niðurum.
    So aftur til læknan fekk antabuss,
    eg føldi meg naknan uttan ein sjuss,
    eg segði við læknan send meg í dag,
    men ei til Velbastað

    Nei send meg til Íslands beinanvegin,
    tí har er jú vón fyri mær……