Gleðiboð góð

    Orð og lag: Petur og Gunrið Simonsen

    1. Gleðiboð góð
    hirðum og tjóð,
    eingilin boðar við Betlehem:
    Frelsari er
    føddur í verð,
    Kristus í Dávids staði.
    Dýrd veri Harranum,
    friður á jørðini,
    menniskja takki bert og frøi seg.

    2. Orðið varð hold,
    bústað á fold,
    sannleik og náði greitt boðaði.
    Ljós er á jørð,
    í menniskjum grør;
    tøkk fyri Sonin, hin einborna.
    Frelsa so dýrabar
    honum, ið trýr, mátt fær
    Guds barn at nevna seg. Undurfult navn.

    3. Gleðiboð kær
    ljóða enn skær:
    Menniskjum góður er tokki í.
    Jólanátt øll
    í smáttu og høll
    kvøða um barn, føtt í fjósi varð.
    Dýrd veri Harranum,
    friður á jørðini,
    menniskja takki bert og frøi seg.

    Eg vil Harran og Frelsaran minnast

    Orð: Absalon Absalonsen
    Lag: Gunrið Simonsen

    1. Eg vil Harran og Frelsaran minnast,
    honum bera fram lov, prís og tøkk.
    Eg í hansara flokki kann finnast,
    tí hans markleysa náði meg røkk.
    Alla æru, alt prís, allan heiður
    fái hann, sum av Himlinum steig,
    alla tøkkina eina hann eigur,
    hann á krossinum fyri meg leið.

    2. Áh, tann signaða vissa og gleði,
    tá ið Andi hans kom í mítt bróst.
    Fyri trúnni veik myrkursins megi,
    og mítt syndtyngda sinn gjørdist ljóst.
    Áh, tann fullkomni friður, eg kendi,
    áh, tann hvíld, ið har fall á mítt sinn,
    tá ið troyttur við krossin eg lendi,
    kom sum bátur um brimgarðin inn.

    3. Nú ið árini mong eru liðin,
    kann við gleði eg vitna tað her.
    Einki órógva kann henda friðin,
    sum á blóðið trygt grundaður er.
    Sjálvt um ódnir um lívsfarið bróta,
    tá ið havið er uppøst og vilt,
    skal eg óskaddur omaná flóta,
    tí í hjartanum inni er stilt.

    4. Best av øllum so gott er at vita,
    at nú ber meg hin meinslaða hond.
    Tá mín sál skal í dýrdina flyta,
    fána burtur øll deyðskuggans lond,
    tá eg skoði Jerúsalem nýggja –
    lendi tryggur í Himmalsins havn –
    skal eg Jesus á strondini síggja.
    Æra veri hans heilaga navn.

    Guds urtagarður – heimið

    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Gunrið Simonsen

    1. Guds urtagarður – heimið,
    ávøkst fjølbroyttan ber,
    sorgum við og gleimi,
    ein møguleikans verð.
    Har anga blómubeði,
    maður, vív og børn,
    vard á sólheitum degi
    og umgyrd í melduródn.
    Gudsóttans sæla barndómsheim
    ól slíkan urtagarð;
    friðarins føgru liljur
    og kærleikans ávøkst hann bar.

    2. Tann andi, sum har ráddi
    kvæmu uppvakstrartíð,
    fræið, faðir sáddi,
    bøn móður vatnað í
    – tey gróðrarhøvi góvu
    eymu barnalund,
    fjálgar sólstrálur sóu
    tann urtagarð stund um stund.
    Lotið, sum nam slíkt barndómsheim,
    bar góðan anga út,
    lívgandi dráttur kendist
    og spjaddi burt sorgir og sút.

    3. Á mjúkum bønarvongi
    rurað, sovnaðu vit,
    vaknaðu við songi
    til dagsins spæl og slit.
    Her kveiktust kenslur eymar,
    lyndið her varð styrkt,
    høgu ungdómsins dreymar
    og manndómsins trá varð birt.
    Blóman, sum øllum dámar best,
    „gott fyridømi“ er
    – ger, at lívssáðið búnast
    og ávøkstin æviga ber.

    4. Vit takka, mamma, babba,
    fyri látur og tár,
    at tit hava sjabbað
    við okkum so mong ár.
    Nú kvøldarsólin roðar
    yvir urtagarð,
    glaður Harrin har skoðar
    so takksamur rósur tvær.
    Heimið er Harrans blómuong,
    hans stóra loyndarmál,
    hjúnanna heiðurskrúna
    og barnanna sæla og sál!