Skjól og styrki okkara

    Orð: Gunvá við Keldu
    Lag: Pætur við Keldu
    Viðmerking: Úr 46. og 47. sálmi.

    1. Skjól og styrki okkara,
    hjálp í neyðini.
    Gud til fulnar royndur okkum er.
    Ei vit óttast havsins brús,
    jørð, ið umskift er,
    fjøll, sum nøtra og stoytast í havsins dýp’ við ferð.

    Niðurlag: Ein er áin, streymar frítt.
    Gleði ber Guds stað.

    2. Fólkasløg øll leika í,
    ríki vikast her,
    Gud tó ynskir okkum verða við.
    Jørðin skelvur av hans rødd,
    øgilig tey verk,
    hann avrikar og vísir á, hann kann geva frið.

    3. Vit veita Gudi gleðiróp og prís,
    ja, Gudi, kongi konganna.
    Kom, syngið fyri kongi tí,
    sum fór upp við fagnaðarrópi
    og við lúðraljóð’.

    4. Skjótt ein endi verða skal
    neyð og kríggi á.
    Opinberast, hvat Gud er og hvør.
    Sanna skulu vit og sjá,
    at hann er Gud,
    høgur millum fólkini, hægstur á jørð.