Fagrari sang eg skal syngja enn nú

    Orð: Hans J. Glerfoss
    Lag: Hallgrim Miðberg

    1. Fagrari sang eg skal syngja enn nú,
    tá ið mín sál verður frí
    úr hesum fongsli, sum rópast mín búð,
    og kemur Himmalin í.
    Trúgv mín er tann, at eg møta skal har
    øllum, eg elskaði her
    og eru kallað her heim undan mær
    inn í Guds heilagu verð.

    2. Dagarnir fara, men tíðin hon er
    ævig, óbroytandi sonn,
    og tað, sum kemur, skal við tí, sum fer,
    órørt av hennara tonn,
    savnast alt saman hin seinasta dag
    og berast aftur til Gud –
    hansara æra er ogn fyri tað,
    at hann gav lív í mín lut.

    Einaferð skal gøtan enda

    Orð og lag: Hans Jákup Glerfoss

    1. Einaferð skal gøtan enda,
    nær, mín vinur, veitst tú ei!
    Guð kann deyðans eingil senda,
    um tú ungur ert á leið!

    Niðurlag: Gev títt unga lív til Jesus!
    Hví skal tveitast burt títt vár?
    Sæla lív, um tú til Jesus
    gevur tíni ungdómsár!

    2. Bivar tú í køldum ótta?
    Fløkist tú í syndabond?
    Gloymir tú, tá vandar hótta,
    at tær Jesus er við hond?

    3. Fylgir tú, tá onnur freista,
    út í heimsins gleði bert?
    Tonk, tey sløkkja vinarneista,
    og tú einsamallur gerst!

    4. Um “ov seint” í oyrum ljóðar,
    tó ein løta býðist tær;
    Jesus eymt í blídni bjóðar
    enn í dag, til klokkan slær!

    Juni

    Orð: Hans J. Glerfoss
    Lag: Knút Olsen

    Minnist tú í haganum
    eitt summarkvøld í juni?
    Kámt ígjøgnum sirmatám,
    vit sóu hús og veg,
    hagagras og væta var
    ein egin, ørur hugni,
    sum eg aftur kenni,
    hvørja stund eg síggi teg.

    Minnist tú øll reiðrini,
    tú vísti mær, og segði,
    hvar og hvørjir fuglar
    áttu mest á hesi leið?
    Minnist tú, vit drálaðu,
    til morgunlogin reyði
    spakuliga tigandi
    úr havi aftur steig?

    Minnist tú, vit læu,
    tað var reinur hjartalátur!
    Juni kvæmt var lyndið jú,
    og dreymavon vart tú –
    undurfim, sum hindin vart tú, –
    eg var álvakátur – !
    Sæst tú, endurlivi hvørt eitt vet
    eg aftur nú.

    Hagagras og væta var ein egin,
    ørur hugni,
    sum eg aftur kenni,
    hvørja stund eg síggi teg.