Jesus kemur, Jesus kemur

    Orð og lag: J.A. Hultman
    Týtt: Hansa Joensen

    1. Jesus kemur, Jesus kemur!
    Lúðurin brátt hoyrist her;
    hann sum Kongur og við æru
    sæst tá um ta heilu verð.

    Niðurlag:
    Áh, at øll vit hava olju
    lampum okkara tá á,
    so vit, tá ið Jesus kemur,
    kunnu í hans ríki ná!

    2. Kanst tú – kæra sál, eg spyrji –
    kanst tú møta Gudi har,
    elskar tú nú Harran Jesus?
    Kæri vinur, svara mær!

    3. Sælur tann, sum bíðar eftir
    Kristi komu foldum á!
    Einaferð hann skal við gleði
    Frelsaran í Himli sjá.

    4. Leið meg so, áh, Harri Jesus,
    at, tá burt eg fara má,
    sælur eg kann heimið náa
    og hjá tær kann hvílu fá!