Sektus og sekterius

    Orð: Steingrímur Weihe
    Lag: Charles H. Gabriel
    Viðmerking: Yrktur til studentakabarettina á ólavsøku í 1959.

    1. Var á Føroya landi einaferð so statt,
    alt sum prestur segði, tað var vist og satt.
    Kingo, Brockman báðar allir litu á.
    Ja, so einfalt var tað tá.

    Niðurlag: Sektus og sekterius, sektus og sekterius
    prædikantar nógvir og mormonmenlar
    allir rópa vinur kom.

    2. Jú teir gomlu hjálptu seg við prest og degn
    bønhús ella kirkja vóru stavnatekn;
    nú hvør maður sjálvur prestur vera vil,
    prestur dugur einki til.

    3. Sigst at onkur farin er at hugsa um,
    hvussu vorðið var við okkar forfedrum.
    Sukku teir í heljardýpi ella ja ?
    vunnu teir upp himnastað.

    4. Vóni eg at einaferð vit biskup fá,
    hann man megna fyri okkum greiða má:
    Er tað so barasta hvør sektarist,
    í himni eigur innivist.

    Fimtan ár

    Orð: Gunnar Hoydal
    Lag: Annika Hoydal og fleiri
    Viðmerking: Yrktur til studentakabarettina á ólavsøku í 1966.

    1. Tá eg var fjúrtan, fór okkurt í mær at kitla,
    tað var, sum goymdi mín kjóli ein skatt.
    Vildi eg vita, so kom alt tað heita, villa,
    um mínar fingrar tók eldurin fatt.

    Niðurlag: Men knappliga hoyrdi eg mammusa rødd:
    “Alt tað, sum kitlar, tað veitst tú er ljótt.”

    2. Vakti meg sólin og tók undir hvíta lakið,
    tá fór at mala hvørt hár um mín kropp.
    Alt undir húðini loysnaði, alt lá nakið,
    morgunin átti mín dúnuta sopp.

    3. Sá eg í speglinum út yvir mínar lagdir,
    var tað, sum gleðin meg lyfti uppfrá.
    Dandandi mýrur og heiðar úr svøvni vaktir,
    túgvurnar lótu seg upp, sum eg sá.

    4. Tók hann meg heim við sær, hann sjálvur, sum eg kenni,
    hendi tað, klæðini gjørdust ov trong.
    Knøðini blotnaðu, frá tí hann loysti spennið,
    leiddi meg trilvandi í sína song.

    5. Eg fylli sekstan, men enn kitlar líka illa,
    ljótt er, eg veit, at tað bóltar so rút;
    men tá í innasta kviðinum fer at rilla,
    beint áðrenn vitið og skil skolar út.

    Niðurlag: Tá teski eg : “Mamma, hoyr svara mær skjótt,
    Sig, hví er bara tað ljóta so søtt?”