Roynt eg havi heimsins brunnar

    Orð: C.W. Waggoner
    Lag: Carl Harold Lowden
    Týtt: Henny Gerðalíð
    Upprunaheiti: Christ is not a disappointment

    1. Roynt eg havi heimsins brunnar,
    vatnið, sum úr teimum rann;
    tosta mín teir ikki sløktu,
    brostnar brunnar bert eg fann!
    Allar keldur, sál mín royndi,
    nøktaðu ei hjartans trá.
    Kristus eina tostan sløkti,
    frið fekk hjartað honum hjá!

    Niðurlag: Kristus ongan ger til skammar!
    Gleði, frið mær gevur hann.
    Hjartans djúpa longsil stillar
    – hvílu hann bert veita kann!
    Roynt eg havi hann og sannað:
    Alt í øllum mær hann var!
    Kristus ongan ger til skammar!
    – Meir enn alt hann roynist mær!

    2. Heimsins stuttleika eg royndi,
    stuttur, stokkutur hann var,
    svikafull var henda njótan,
    ikki gagnlig var hon mær.
    Allir brunnar gjørdust turrir,
    lívið tómt og sálin svong!
    Men nú Jesus hjartans streingir
    stemmar mær til nýggjan song!

    3. Freistaður at ivast var eg,
    tí mær alt ímóti gekk!
    Men hann bíðaði í tolni,
    góðsku hans eg kenna fekk.
    Hjartadyrnar læt eg upp og
    royndi lyfti hans og fann:
    Kristus ongan ger til skammar,
    sum seg lítur fult á hann!

    Kvøða til nýggja Betesda

    Orð: Henny Gerðalíð
    Lag: Jógvan við Keldu
    Viðmerking: Yrktur í samband við, at brøðrasamkoman Betesda í Klaksvík tók nýggjan samkomubygning í nýtslu á várið 2014.

    1. Vit eru flutt í nýggja Betesda,
    lat hetta húsið vera øllum til besta!
    Signingar tínar ríkliga lat flóta,
    handaverks ávøkst lat okkum njóta!
    Friður Guds skal í hjørtunum ráða,
    um nógvir limir, í Kristusi tó eitt!

    2. Hálovað navn títt, konganna Kongur!
    Samkoma tín tær prísar, ljóða skal songur,
    teg vit upp hevja, drag tú okkum nærri!
    Stórur tú ert, vit prísa tær, Harri!
    Sitaraljóð og streingir, ið leika,
    alt hetta prógvar teg, Harri mín og Gud!

    3. Takk fyri alt tað farna og góða,
    takk fyri tey, ið hava gøtuna slóðað!
    Rættvísi grør sum pálmin har á træi,
    plantað í hús Guds á hesum staði!
    Morgunin kunnger náði so stóra,
    náttin, hon kunnger alt trúfesti títt, Gud!

    Prísaður Harrin, vár lovsongur skal vera

    Henny Gerðalíð
    Orð: Jonnie Slottheden (1. ørindi og 1. niðurlag) og Henny Gerðalíð (2. ørindi og 2. niðurlag)
    Lag: Jonnie Slottheden
    Týtt: Henny Gerðalíð (1. ørindi og 1. niðurlag)

    1. Prísaður Harrin,
    vár lovsongur skal vera.
    Fyri títt stóra navn
    vit dýrmætan teg gera.

    Niðurlag: :,: Mín lovsongur til Harran,
    sum Kongur konganna er. :,:

    2. Tøkk vit fram bera tær;
    títt dýra blóð á krossi rann,
    offur mátti verða har,
    ja, tola hatur, spott og bann.

    Niðurlag: :,: Takk, Harri, fyri tín kærleik,
    størstur av kærleika er. :,:

    Jesus, bert hugsanin um teg

    Orð: Bernard úr Clairvaux
    Lag: John B. Dykes, Norman Tomblin
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Jesus, bert hugsanin um teg,
    hon gleðir hjarta mítt;
    hvat verður tá ei fyri meg
    at síggja andlit títt!

    2. Ei mannahugsan hevur føtt,
    ei muður talaði
    eitt ljóð sum dýra navn títt søtt,
    áh, Jesus, Frelsari!

    3. Áh, náði, tú mót teimum gert,
    sum eyðmjúkt boyggja seg!
    Hvør góður tú mót falnum ert,
    mót teim, sum søkja teg!

    4. Og tá at finna, hava sæð!
    áh, sælur tann, teg fann!
    Tín vinur bert kann vitna tað,
    hann veit tað, eina hann.

    5. Jesus, vár gleði øll ert tú,
    í tær vit eiga frið,
    tú ert várt rós, vár æra, nú
    og allar ævir við!