Vetrarbreytin

    Orð og lag: Heri Joensen

    Eitt vesalavætti í vónloysi gekk her á jørð
    Regnið var kalt og stigini tung
    Armur drap hovur í tøgn

    Tá stakkalastjørnan sást bleiktra á hválvinum hvít
    Náttin var kvirr og landið var myrkt
    Armur lyft andlit títt upp

    Tá vón er úr eygsjón

    Lagnur liggja eftir á
    Okkum ævinleikin fá
    Náttarhimin hylir mína trá
    Lagnur liggja eftir á
    Vetrarbreytin yvir agin blá
    Okkum avinleikin fá
    Náttarhimin hylir mína trá
    Lagnur liggja eftir á
    Vetrarbreytin blá

    Stjørnufjøldin tíðarbrandi brá
    Mannafjøldin fá
    Stjørnufjøldin tíðarbrandi brá
    Gravartøgnin grá

    At avnokta gud tað fall mær í lut
    Av summum var sagt at betur var tagt
    Hildið tátt um tílíka tign, so lemjandi ein lygn
    Tortrúgvin og vísindin vá

    Um úti er kalt og málið er fjalt
    Á myrkari nátt at falla í fátt
    Missa vón er ikki eitt val, ið kemur uppá tal
    Fornhetjan, ið brandinum brá

    Feigdin

    Orð og lag: Heri Joensen

    Logar bragdareldurin innast í míni sál
    Mær í bukandi bringu brennur eitt bál
    Og mín trá stendur á tann hetjunnar sal
    Kendi ongantíð at eg hevði eitt val

    So líkasæl stjørnufjøldin ørandi fjar
    Alla tíð Kappin kaldur alheimin sær
    Yvir heimin hann kastar kaldastu tøgn
    Berið skjótt at tí skamm er ævinnar søgn

    Eitt stjørnuskøt, náttarlot, eru til bert eitt bil

    Ein feigdarferð
    Er mín í hesu verð
    At váðaloga leiðin ber
    Har hvør ein feigur fer
    Til ongin eftir er

    Vekir meg í nátt hvassa norðanvindanna kall
    Tá mín stjørna av náttarhimninum fall
    Brøttum bergi eg stóð og stardi útav
    Sá eitt veingjaflog hvørva norður í hav

    Tey tykjast forðandi frammanfyri mar fjøll
    Standa eftir tá ævin loksins er øll
    Er tá eingin at ganga við mína lið
    Hvat er eftir tá alt er farið framvið

    Fánað fornminnis mynd
    Neyvan upp á navnfrægdar tind
    Og nú setandi sólin lækkar

    Søkk í gloymskunnar hav
    Kaldur undir ísandi kav
    Eingin veit hvar ið feigur flakkar

    Alt í kaldari tøgn
    Eftir standa søga og søgn
    Um tann dag tá ein drongur dapur

    Gekk tey lúgvandi fjøll
    Heim í Heidna Hetjunnar høll
    Vágan vinnur, og vágan tapir

    Lagnan

    Orð og lag: Heri Joensen

    Onki er so balt
    At tað verur ikki alt
    Nú nærkast ein vetrarbreyt
    Lagnan tilverunnar treyt

    Tá Nornir kalt
    Hava dagar allar talt
    Tó endaleys ævin er
    Náðileyst at enda ber

    Dagarnir flúgvandi fara
    Fornøld eftir øld
    Eydnan man fløða og fjara
    Mannalagnan køld

    Vónloysi laðar ein varða
    Fækkast daga fjøld
    Dagarnir flúgvandi fara
    Mannalagnan køld

    Væna hjá mar ver
    Til at hvíldarkvøldi ber
    Og veturin kaldur kom
    Ástin tilverunnar trom

    Tó frystir enn
    Heitur eldur hjá mær brenn
    Tá kavin har kaldur lá
    Hitar blíða eygnabrá

    Myrknandi ókomin ár
    Tigandi fellir eitt tár
    Ástina fornminnið fjalir
    Tigandi tónleikatralur

    Tikin av kaldari tøgn
    Stíg inn í søgu og søgn
    Brenn sum ein Nykbrandur hátt
    Í lofthavið dottin á veturnátt

    Heljareyga

    Heri Joensen
    Orð og lag: Heri Joensen

    Mín dýrmæta tið
    Hvar fer hon og hví
    Droymandi mong og long ein løta leið

    Tann áin, ið rann
    Har jarðklettin fann
    Máaði burtur túsund ára skeið

    Undir aldarjørð
    Hugahellan hørð
    Sum við Beinisvørð
    Mín hugur hellan var

    Barda bergið frítt
    Brýtur brimið hvítt
    Tekur tíðin sítt
    Eitt heljareyga sær

    Stjørnur standa hátt
    Eina øld uttan egna megi og mátt

    Øll ókomin ár
    Hvørt farið eitt vár
    Upphavs og enda gáta gerst mar greið

    Um hvarv hvørvisjón
    Og sveik meg øll vón
    Hugurin sær í heljareygað seig

    Stjørnur falla brátt
    Og í kvøld stígur lagnan um mína gátt