Skjótt í skýggini Hann kemur, einglarøddir hoyra vit

    Orð: Ókendur
    Týtt: Hjalmar Joensen

    1. Skjótt í skýggini Hann kemur, einglarøddir hoyra vit,
    náðiklokkan slær sítt síðsta klokkuslag!
    Kristi dýrd vit skulu skoða, búni vár fær hvítan lit,
    á, um Jesus Sína Brúður tók í dag!

    Niðurlag: O, Hann kemur, Jesus kemur,
    frø teg vinur, Jesus kemur;
    Zionslambið Síni tekur,
    vilt tú vera við í Hvíta Skaranum?

    2. Hátt á Zion stendur Lambið við Tí Frelsta Skaranum,
    sum Guðs Faðirs navnamerki á sær ber;
    Skarin keyptur er og tváaður í offurblóðinum,
    fylgir Lambinum á síni himmalsferð.

    3. Fyri Trúnuni á Zion Skarin syngur Lambsins prís,
    fyllir Himmalin við føgrum hørpuslátt’;
    frá teim frelstu hjørtum hoyrist lov og tøkk í Paradís
    fyri Guðs og Kristi ásjón dag og nátt.

    O, tann dag, tá Jesus kemur

    Orð: Joel Blomqvist
    Týtt: Hjalmar Joensen

    1. O, tann dag, tá Jesus kemur,
    Hann, sum mínar syndir bar;
    tekur móti mær í skýnum
    og meg leiðir heim við Sær.

    Niðurlag: Jesus hond í hond meg leiðir
    gjøgnum Perluportrið heim
    í hvítum klæðum, sigurskrýndur,
    einglar syngja: Vælkomin heim!

    2. Nýggja heim Hann okkum bjóðar,
    fruktirnar av Lívsins Træ;
    Lívsins kelduvatn tað reina
    í Jerusalems nýggja Stað!

    3. Stóra lið at heimi gongur,
    har ímillum teljist eg!
    Heima, heima allar ævir,
    sum ein brúður gleðist eg!

    4. Fyri Trúnuni vit standa,
    nýggjan song vit syngja har:
    Heilagur ert Tú, Guðs Sonur!
    brúsar songurin heima har.