Fylgjast vit hond í hond

    Orð og lag: W. Roloff og H. Hee
    Týtt: Hjalti Skaalum

    Minnist tú fyrstu ferð,
    tá vit hittust skattur mín,
    minnist tú fjálga smíl mítt
    og eygnabrá til tín,
    tá eg kendi við eitt,
    hevði tú verið mín,
    og eg minnist, eg kvað hetta rím.

    Fylgjast vit hond í hond
    gjøgnum lívið tú og eg,
    kný´tást kærleikans bond,
    um vit ganga sama veg,
    sum á vakrari mynd
    eftir kærleikans veg,
    fylgjast vit hond í hond tú og eg.

    Minnist tú enn tann dagin,
    tá tú mær gav títt “ja”,
    minnist tú tá eg spurdi,
    vilt tú verða mín í dag,
    enn í minninum havi
    eg fagrasta lag,
    við teim lyftum eg gav tær tann dag.

    Aftaná farna tíð
    skilji eg nógv betur hví,
    um tað mangan er smátt,
    so er lívið bara gott,
    tá man elskar hvønn annan,
    og dag eftir dag
    bara heldur tey lyfti man gav.

    Silvurbrúðarvalsurin

    Ljósið fagur spælir, við títt vakra hár,
    mín hjartans góða og kæra,
    í fimm og tjúgu ár.
    Enn í tínum eygum, sæst eyma skálka bros,
    sum fyrstu ferð vit vóru saman
    hjarta mítt tú fekk á gos.

    Takk mín kæri skattur, tú ert alt hjá mær,
    enn lukkuligur sum dagin,
    tá ið tú gav títt svar.
    Lyftið um liva, saman til seinasta dag,
    Í sorg og gleði, kærleiksmegi
    hjálpa skal okkum til tað.

    Minnini tey kæru, goymi eg so væl,
    um kærleiks leskandi løtur.
    Ger strevið til eitt spæl.
    Hesin stilli valsur, eina okkara er.
    Tú sum brúður, eg sum brúðgom,
    dansa nú enn eina ferð.