Í barnagarði ynski eg

    Orð: Hjørdis Johansen og Carl Jóhan Jensen

    Í barnagarði ynski eg
    at sleppa at ganga beinaveg.
    Men har er ikki pláss fyri mær,
    so eg kann ikki fylgjast við tær.

    Eg má bara vera heima,
    spæla úti heilt aleina.
    »Tekna bilar, tekna dukkur,
    á pappír sum mamma hevur keypt«.

    Tú ert altíð kát og glað,
    hvønn morgun tá tú fert avstað,
    loypur avstað við nógvari ferð,
    í barnagarði so stuttligt er.

    Um gøtur og geilar strúki eg.
    Øll siga eg geri bert fortreð.
    Men hví er tað ongin, sum hugsar um meg,
    men bara um bilar og stóran veg?

    Hví er tað eingin sum hugsar um meg,
    men bara um bilar og stóran veg?
    Vit búgva so illa, ahva vánalig kor,
    og mammusa nervar fara í sor!

    Í túninum hjá okkum her,
    lítli beiggi bundin er!
    Nógvir bilar her er so trongt,
    og mamma hevur hurðina stongt!

    Mammu og pápa eg tosi ei við,
    um kvøldið vilja tey hava frið.
    Knarrut tey eru – og skelda afturat!
    lesa bløð og bøkur, og eg veit ikki hvat!

    Til tín

    Orð: Hjørdis Johansen
    Lag: Lars Lilholt Kristensen (Kære du)

    Tú sum situr aftan fyri verjugarðar miklar,
    so vælvald orð, so púra klárt, títt svar er altíð greitt!
    Tú skelkast ikki – ivast aldri – blívur ikki bangin!
    Tonkir bert um tað tú sigur, riggar sum tað skal.

    Tín megi hómast ikki, tú altíð krógvar teg.
    Kom fram og ver ein menniskja, so fylgjast vit á veg!
    Tín megi hómast ikki, tú altíð krógvar teg,
    royn onkuntíð at gloyma sjálvan teg!

    Tað hevði verið gott um tú kundi víst tá tú ert bangin.
    Tað hevði verið gott um tú onkuntíð í iva var.
    Tað hevði verið gott um tú ikki dugdi allar sangir.
    Tað hevði verið gott um tú sást at opinheit ger lív.

    Eg gevi tær rætt, tá tú sigur at vit mugu fylkjast,
    eg gevi tær rætt, tá tú sigur verðin broytast skal,
    men hvørja ferð tú rýmir handan tína vissugirðing,
    gert tú at vit støðga – standa bert í sama stað!

    Tín megi hómast ikki…

    Í dag er so ljóst

    Orð: Hjørdis Johansen
    Lag: Trille

    Í dag er so ljóst, turt og lýtt,
    luftin er blá og grasið sýtt.
    Í Føroyum er tað vesturætt,
    og menn teir reka seyð í rætt.
    Men hetta kann tó ikki gleða meg,
    tí ongin – ongin er so ljót sum eg.
    Áh, áh, áh…

    Eyguni eru býtt og smá,
    oyruni stór og altíð blá,
    og nøsin peikar upp í loft,
    hárið fløkt og alt ov grovt –
    Tey siga: Trøllini ræðast teg!
    Men mamma sigur at hon elskar meg!
    La la, la la, la la…

    Men eg havi bara barnatenn,
    og eingin tonn er loysnað enn,
    kálvakníggjað og klæntraslig,
    soleiðis eru beinini.
    Nei – ongin, ongin er so ljót sum eg,
    men mamma sigur hon er so góð við meg!
    La la, la la, la la…

    Føturnar smáar – tærnar langar,
    og frøknurnar tær eru mangar.
    Búkurin er ein stór ballón,
    áh, tað er ein ræðulig sjón!
    Men hóast alt so kann eg klára meg,
    tí mamma hon vil aldri svíkja meg!
    La la, la la, la la…

    Orð og lag: Hjørdis Johansen

    Tú kínir mær eymt um hárið,
    tú troystar og uggar meg,
    tú roynir at lekja sárið,
    tú ongantíð sparir teg.

    Tú situr við blíðum eygum
    við borðið – á bonkinum,
    lurtar og roynir at skilja
    alt tað, sum eg tosi um.

    Tann lítla, hon fekk eina frammtonn!
    og so var tað rokningin har,
    og arbeiðið, veðrið og lønin
    og útferðar-dreymar hjá mær.

    Tá fiskurin hann skal skrædlast
    til børnini beint í senn,
    og tá eg vil vermast og ballast,
    tá leingist mær eftir tær.

    Og óttin fyri at missa
    sníkir seg inn á meg.
    Tí leingist mær eftir at kyssa,
    kroysta og elska teg!

    Dukkan Fía

    Orð og lag: M.J. Nissen
    Týtt: Hjørdis Johansen

    1. Undir einum lítlum træi
    situr neyðars dukkan Fía,
    nú er nátt og ringt er lagið,
    tað er troyttandi at bíða.

    2. Bíða eftir mammu síni,
    sum nú púra hevur gloymt,
    at hon altíð plagar at balla
    Fíu undir hennar dýnu.

    3. Yvir býnum er nú friður,
    Fía følir seg so váta,
    tí tað regnar – oysir niður,
    og hon vil so illa gráta.

    4. Men við eitt er Fía varin
    við at onkur loypur, rennur,
    og hon roynir nú at lurta,
    man tað vera ein, hon kennir?

    5. Undir einum lítlum træi
    vaggar mamman lítlu Fíu,
    nú er seint, og ringt var lagið,
    tað var troyttandi at bíða.

    Sólin er so reyð mamma

    Orð og lag: Lars Lilholt Kristensen
    Týtt: Hjørdis Johansen
    Upprunaheiti: Solen er så rød mor

    Sólin er so reyð mamma, tað er longu blivið seint,
    eg havi keypt títt vikublað, og roynt at gera reint.
    Kom skunda tær – kom heim og ver hjá mær!
    Eg havi gjørt ein drekkamunn, so tú kanst hugna tær.

    Hví ert tú so rukkut mamma? Hví er hondin reyð og hørð?
    Hon á myndini í blaðnum – hennar húð er mjúk sum smør,
    hennar hár tað skínur – og so brún hon er,
    trýrt tú, dóttir hennara er líka stór sum eg?

    Sólin setur, arbeiðsdagur liðin er,
    í skundi heim tú fer,
    og deyðatroytt tú ert í sinn og skinn –
    og tørnar inn.

    Tú ert altíð einsamøll, men har tú arbeiðir eru nógv,
    trýrt tú onkur teirra kemur her at vitja teg?
    Nú er leygarkvøld – skalt tú út?
    Eg vil so gjarna við, men veit at tað ber ikki til.

    Sólin setur…

    Hví liggur tú so still, mamma? Hví ert tú altíð troytt?
    Og eg hoyrdi at tú tosaði við onkran her í nátt,
    hvør var tað? – Mamma, vakna nú – ver blíð!
    Eg vil so gjarna tosa við teg, tá tú hevur tíð.

    Bimm bamm bussa

    Orð: Hjørdis Johansen
    Lag: Hans H. Ley

    Bimm bamm bussa,
    eg eri ein halatussa.
    Tað einasta eg droymi um,
    tað er at blíva stór og sunn,
    og eta nógvan góðan mat,
    og drekka morgundøgg afturat.
    Bimm bamm bussa,
    eg eri ein halatussa!

    Bimm bamm bussa,
    eg eri ein halatussa.
    Og hvørja nátt eri eg í bað,
    og eg kann altíð vera glað,
    tí sjálvt um vatnið tað er vátt,
    so svimji eg so gott, so gott.
    Bimm bamm bussa
    eg eri ein halatussa.