Skal eg fara við tómum hondum

    Orð: C. C. Luther
    Lag: Geo. C. Stebbins
    Týtt: Petur William Háberg

    Skal eg fara við tómum hondum,
    mínum frelsara møta so?
    Ongan dag hava ofrað honum,
    ongum borið frelsuboð?

    Skal eg fara við tómum hondum,
    skal eg tómhentur standa har?
    Onga sál hava vunnið honum,
    onga stjørnu vunnið mær?

    Deyðans ræðsla meg ikki nívir,
    Jesus leiðir um deyðans veg!
    Men – at fara við tómum hondum,
    hendan hugsan tyngir meg.

    Á, tey ár, eg í syndum spilti,
    kundu aftur eg livað tey!
    Eg tey skuldi til Jesus givið,
    honum tænt í lyst og neyð!

    Upp, tú frelsti, tí tíðin rennur;
    virka nú, meðan dagur er!
    Deyðans nátt skjótt kann koma á teg,
    bjarga sálum – dagur fer!

    Hulduríma

    Annika Hoydal
    Orð: Steingrímur Weihe
    Lag: Annika Hoydal

    1. Burtur á heiði sat huldan og spann,
    meðan hon ynskti sær mann.

    Niðurlag: Trumm trumm trumm
    trumm trumm trumm
    trumm trumm tra la lei
    trumm trumm trumm tra la lei

    2. Oman í bygdina stunandi rann
    huldan at finna sær mann.

    3. Bóndan á bríkini huldan brátt fann:
    “Teg skal eg taka til mann!”

    4. Svaraði bóndin: “Nei, so mín sann,
    ikki eg festa teg kann.”

    5. Kvendið í øðini njelti: “Kom ann!”
    syfti og jarðlegði hann.

    6. Huldan á bóndanum lættliga vann,
    trettandu festi hon hann.