Áarvegurin

    Orð: Elin Heinesen
    Lag: Streets of London

    Raggar oldingin aleina,
    eftir honum piltar steina.
    Biddar um samkenslu,
    fær bert háð og spott.
    Syrgin eru hansar’ eygu,
    tey bangnu, kámu, gráu, reyðu,
    spyrjandi – skilja ei,
    hví hann ei fekk tað gott.

    So hví sigur tú, at tú ert eina
    og skuggar hanga yvir tær.
    Vil tú síggja sorg og gleði,
    far tær eftir Áarvegi.
    Har sært tú lívið,
    sum tað veruliga er.

    Stakkals brúkta gleðisdukkan,
    starir inn í Joto-gluggan.
    Sær hon kjólar,
    ið hon ei kann fá.
    Fyrr var hon ung og vøkur,
    nú er hon eld og pjøkut.
    Minnist sín ungdóm
    við longsli og trá.

    Flýggjar inn á kondittaríið,
    sami gamlin, frá strev’ og stríði,
    í myrkasta krókin
    at turka síni tár.
    Ongastaðni fær hann frið,
    látur altíð fylgir við.
    Roynir hann at gloyma
    síni tungu sálarsár.

    Freistaður og niðurboygdur,
    starir í tóman heim, reyðoygdur.
    Ivast eina løtu –
    men viljin veikur er.
    Tekur sína Aqua Velva,
    hondin fer at rista, skelva,
    kulkar síðan í seg,
    so at sorgin burtur fer.

    Fretdrykkur

    Eg búgvi í Nólsoy ein fitt lítil bygd
    mín heilsa er góð, men eitt sindur av gikt,
    eg bygdi mær hús bæði vøkur og stór,
    og í hjallinum havi eitt fretdrykskontór.

    Niðurlag:
    Har bløðrar so lystiligt angar av ger,
    tað søtur musikkur í oyranum er,
    tað smakkar av rennu og flóri í senn
    men kenning tað gevur til kvinnur og menn.

    Hvat fretdrykkur er skal eg nú siga frá,
    ein leskandi drykkur har froða er á,
    tak sukur og vatn, lat so súrdeiggið í,
    sum smakk eina skrá og súrepli trý.

    Ein kaggi av løgi hjá mær var í ger,
    hann aftan kaminuna væl goymdur er,
    ein lenistól hevði eg standandi hjá,
    og eitt pottamál so eg kundi smakka mær á.

    Ein dagin eg júst hevði oyst mær uppúr,
    tveir svartklæddir menn út úr Havn komu túr,
    eg beyð teimum fretdrykk og bita av skrá,
    men teir stoyttu mær kaggan út í eina á.

    Í vár bleiv eg giftur og tað var eitt skil
    hon ruddaði hjallin, men eg helt meg til,
    eg bjargaði kagganum, og stólinum við,
    eitt høsnarhús er nú mítt friðareksil.

    Tað er leygarkvøld

    Orð: Mina Reinert
    Lag: Jákup Thomsen

    Tað er leygarkvøld í kvøld
    harmonikan spælir til dans
    komið øll, sum eru køld,
    komið og fáið tykkum kjans.

    Tak um miðjuna á henni
    sum tú valdi tær
    Kom og syngi og flenni
    kom og dansa við mær.

    Hoyr so kátir tónar út
    gjøgnum vindeygað sær smoyggja nú.
    Hvussu kanst tú kenna sút?
    Kom og trín í dansin, tú.

    Og tá myrkrið fjalir fold
    tak tá gentuna í hondina.
    Tá so døggin legst á mold
    leiðast tit til strondina.

    Legg á varrar hennar koss
    strúk so blítt og eymt um purlurnar
    burt er alt, sum fyrr var knoss
    og burt allar kurlurnar.

    Eydnulandið tykkar er
    har í fjálgu skýming sera blítt
    tað sum síðan hendi har
    er í tínum huga frítt.

    Miðalhampamaðurin

    Lag: Fólkalag

    Eg eri bert ein miðalhampamaður
    mítt hár er hvørki skitið ella sítt
    hvønn sunnudag tá gangi eg við slipsi
    eg kenni munin millum mítt og títt.

    Eg eri hvørki kommunistur ella provo
    eg brúki ei Dimmu sum skoynisopp
    eg blaki ei við borðiski á tingi
    og tá tey roykja hasj eg sigi stopp.

    Hvønn mikudag eg hoyri kvøðuljómar
    eg eigi fýra fitt og nosslig børn
    í Gundadali haldi eg við HB
    og Føroya størsta skald er Óðin Ódn.

    Í stovuni eg eigi eina sofu,
    av teaktræ eru bæði stól og borð,
    millum menn, sum hava besta skilið,
    eg telji bæði Leif og Kjartan Mohr.

    Baptistarinir teir eru alt ov grammir
    nei, bispurin hann hevur meira stíl
    eg berjist heldur ei á hvítusunnu
    eg eiga allar Varðarnar hjá Mil.

    At framamenn teir eru psykopatar
    so greift tað er, tað síggja kann hvør ein kleyv
    studentarnir sum nassa upp á statin
    teir skuldu fingið homluband um reyv.

    Á Ólavsøku eina lítla kenning
    annars drekki eg bert mjólk og te
    so kenni eg ein mann sum eitur Henning
    og hann er hampuligur eins og eg.