Halleluja, halleluja, syng hans prís mót Himli hátt

    Orð: Samuel Trevor Francis
    Lag 1: Henry T. Smart
    Lag 2: Charles J. Vincent
    Týtt: Ingálvur av Reyni
    Upprunaheiti: Hallelujah! Hallelujah!

    1. Halleluja, halleluja, syng hans prís mót Himli hátt.
    Halleluja, halleluja, morgunglæman skyggir brátt.
    Drottur dýrdarinnar mætur, sonur ævinleikans er,
    sigurskongur, frælsishetja. Sína løn brátt heim hann ber.

    2. Drottur ævinleikans mikil, hann, ið skapti himnafør,
    einsamur á fold hann gekk, so fremmandur á egnu jørð.
    Saknur, sorg og pína nívdu hjarta hans, og heimsins neyð
    bar hann, og á krossi bøtti vára synd við skemdardeyð.

    3. Halleluja, halleluja, lambið varð vár sálarbót.
    Tú í mátt og veldi legði fíggindarnar undir fót.
    Tí við rødd sum havsins duni veita vit tær takkarsong.
    Halleluja, halleluja, brátt vit vænta teg, vár kong.

    Mær leingist at síggja staðin

    Orð: Victor Danielsen
    Lag: Knút E. Háberg

    1. Mær leingist at síggja staðin,
    sum ævigt grundaður er,
    mær leingist at síggja dagin,
    sum ei mót náttini ber;
    men, Harri, enn meir mær leingist
    at síggja andlit títt,
    av tráan mítt hjarta treingist,
    at alt skal verða nýtt!

    2. Eg veit væl, staðurin stendur,
    tó fjaldur enn fyri mær,
    mín sál mót honum sær vendir,
    tó eygað enn ei hann sær;
    men tá tað, sum nú eg trúgvi,
    eg skal við undran sjá,
    tá eg í tí staðnum búgvi –
    hvør mangan betri tá!

    3. Eg veit væl, lívssólin lýsir,
    um døkt og dimt er her,
    tann trúgv mær leiðina vísir
    á hesi troyttandi ferð;
    men tó – hvør munur at ganga
    í ljósu himmalsku borg
    hin æviga dagin langa,
    ei kenna sakn, ei sorg!

    4. Eg veit tað, Gud, eg skal liva
    í ævir eins og tú,
    um enn eg ofta má biva
    í deyðans landi nú;
    men, áh, tú kennir tað, Harri,
    hvør djúp mín tráan er
    at kenna og vita teg nærri,
    enn hjartað dugir her!

    5. Tó – kanska ein tungan tíma,
    tá sorgin nívir mítt sinn,
    tá dagur á fold man skýma,
    og tár mær renna á kinn –
    eitt ljós skal á himli skyggja,
    basúnin siga mær
    og mongum, sum tráliga hyggja,
    at nú er Jesus nær!