Eitt hitt

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Ingi Isaksen

    Harúti segði vindurin
    vetrinum farvæl
    Hann leikti og gav íblástur
    til sang og gittarspæl
    Av ungum varrum duttu orð,
    frá hjartanum eitt lag
    Lat heimin geva pláss til øll
    og kærleika hvønn dag

    Pápin spurdi dreingin,
    hvør átti henda song
    Hvør skrivað hevði orðini,
    tey elska vildu mong
    Og mamman sat í stovuni
    og hugdi út á vág
    Hon murra kundi sangin,
    hann fremst í huga lá

    Í hjartanum ein sangur, á varrunum eitt lag
    Lat heimin geva pláss til øll og kærleika hvønn dag

    Drongurin hann vandi nógv,
    í studio fekk tíð
    Lagið tað var givið út,
    tað fór um bygd og bý
    Sangurin fekk veingir,
    um landið var eitt hitt
    Tey hvítu kundu syngja við
    og eisini svørt og litt

    Tá forsetin helt talu,
    milliónir lýddu á
    Tá røðan hon var liðug
    ein sangur hoyrdist tá
    Børn í øllum aldri
    sum sungu sama lag
    Lat heimin geva pláss til øll
    og kærleika hvønn dag

    Bara ein av mær

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Steintór Rasmussen og Ingi Isaksen

    Eg havi hol á knænum, á buksunum er bót,
    og lærarin kallar meg heimsins størsta rót
    Mamma sigur, systkin míni góvu onki stríð
    Hon suffar, og hon puffar, eg skilji ikki hví

    Eg eri ein av teimum, sum í reyvini er krút
    Nógv tey sita inni, men onnur vilja út
    Tá vit floyta bátar eg fái mangan skvamp
    og skulu vit ein biltúr so tosa tey um damp

    Spyrt tú meg hvør eri eg
    So vil eg svara tær
    At tað er í hesi verð
    bara ein av mær

    Eg skilji ei tey vaksnu, sum ofta hava gron
    Tey keglast um alt møguligt og eru álvarsom
    Og biðja okkum tiga og skikka okkum pent
    At vera barn er stuttligt, men ikki er tað nemt

    Árstíðir

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Ingi Isaksen

    Tunnur sum buldra um geilar í høll
    Í føstu er stuttligt tá ganga vit øll
    Grýlur um kvøldið sum klovnar og trøll
    Eg banki á dyrnar og røddin er snjøll

    Ritur og tjøldur hoyr fuglanna song
    Ljóst er um kvøldið spølini mong
    Vit sparka á vegnum og renna um teig
    Várið í blóma og smálomb í mai

    Summar og sólskin nú øll hava frí
    Vit súkla í býnum og klintrast í líð
    Ferðast við skipi vit fara so langt
    Stevnur og gestir tað handir so mangt

    Um heystið er mangan vindur og kalt
    Við ítrivi leikum teldum ja alt
    Á fjalli og fletting tað spennandi er
    Árið tað gongur við fúkandi ferð

    Kavin er komin við sletum og skíð
    Nú jólini nærkast ein hugnalig tíð
    Gávur og kertur eitt angandi træ
    Vit syngja og dansa og eru so glað

    Tann seinasta dagin fólk fara út
    Vit bresta og fýsa rakettir og krút
    Á midnátt er frøði øll standa klár
    Takk fyri farið vælkomið nýár

    Vinur mín Nósi

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Ingi Isaksen

    Í gjónni er eitt látur
    Har er eitt kópaheim
    Og har býr lítli Nósi
    Ein fittur klókur ein

    Og nósaomman sigur
    Mong kynstur kópur kann
    Ein góður tónasmiður
    Sum abbin verður hann

    Tað er gott at vera Nósi
    Har nógvur fiskur er
    At bólta sær á firðunum
    Og svimja frítt á ferð
    Spæla sær á nesunum
    Og sóla sær á flesjunum
    Eit lítil gløggur Nósi
    Hoyrir heima her

    Eg fór á flot við pápa
    Og gita hvat eg sá
    Jú, tað var lítli Nósi
    Ið fylgdi aftaná

    Eg tveitti honum smáfisk
    Og bríkslaði eitt lag
    Í gjónni hvarv tó Nósi
    Inn í sítt goymistað

    Tað er gott at vera Nósi
    Har nógvur fiskur er
    At bólta sær á firðunum
    Og svimja frítt á ferð
    Spæla sær á nesunum
    Og sóla sær á flesjunum
    Ein lítil gløggur Nósi
    Hoyrir heima her

    Í gjónni er eitt látur
    Og millum onnur trín
    Ja har býr lítli Nósi
    Sum nú er vinur mín

    Kræsin

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Ingi Isaksen

    Mær dámar ikki eplir mær dámar ikki rís
    Men mær dámar eplamos og bomm og allan ís
    Eg eti sjáldan rugbreyð og nerti ikki drýl
    Men eg eti winarbreyð keks og kakusmíl
    Eg drekki ikki kranavatn mjólk og kakaka
    Eg vil hava sodavatn coca colala
    Rullupylsa, kjøtpylsa, blóðpylsu á nei
    Eg vil hava fransbreyð við nógvum súltutoy

    Mær dámar ikki skerpikjøt, riv og annað feitt
    Eg toli ikki suppu ikki greyt og annat heitt
    Súrgað mjólk og jogurt tað er alt ov kalt
    Skinsakjøt og grísakjøt smakkar bert av salt
    Turran fisk, ræstan fisk, kókað ella steikt
    Mær dámar ikki fisk, laks og annað roykt
    Fish and Chips í grilluni í friturefeitt
    Og nógva remulátu tað er nummar eitt

    Hann vil ikki hava vanligan mat
    Hann er kræsin sum eg veit ikki hvat

    Mær dámar ikki súrepli, grape og appelsin
    Eg vil hava perir, banan og mandarin
    Ikki kinakál, tomatir, agurksalat og mais
    Seyðarhøvd og livur, mør og nýrasneis
    Havragrýn og musli eg havi fingið nokk
    Um morgunin er kosturin ein skál av sjokuflopp
    Matkassa og fruktposa hvat skal tað brúkast til
    Í skúla fái eg pengar við og keypi tað eg vil

    Lívsins leikur

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Steintór Rasmussen og Ingi Isaksen

    Ein lut í lívsins leiki
    Fram á pallin trín
    Í ljósinum tú stendur
    Og løtan hon er tín
    Sýningin skal byrja
    Tær fagna vil ein fjøld
    Sum komin er at lýða á
    Og síggja teg í kvøld

    Eitt suð fer gjøgnum salin
    Tjaldið tað fer frá
    Øll fylgja tínum rørslum
    Tí leiklut spæla má

    Handritið er skrivað
    Men framførslan hon varð
    Øðrvísi enn tey innbodnu
    Høvdu hugsað sær
    Kærleikin til lívið
    Títt upphav og tín lut
    Svarið tað fekk ongin
    Spurningin fekk Gud

    Sýningin er endað
    Høllin verður tóm
    Daga duldu dreymarnir
    Spratt ein vøkur vón
    Úti lysa stjørnurnar
    Nú fólkið leitar heim
    Og áskriftin á vegginum
    Til álvara og gleim

    À føðideild eitt barn
    Stíg inn í hesa verð
    Ein eldri kona bíðar
    Hon mett av døgum er
    Tíðarleys er foldin
    Ein ringrás allatíð
    Sum sangurin til lívið
    Okkar hjørtum í

    20 robottar

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Ingi Isaksen

    Eg eigi 20 robottar teir eru kul teir eru space
    19 rúmdarmenn sum hava stuttligan heys
    18 supermenn sum bæði klatra og flúgva
    ein eiturkoppabý har 17 spidermenn búgva

    16 micromenn teir eru nokkso vell
    Mínir 15 monstermenn eru ikki fyri smábørn og grell
    14 legomenn, batmenn, flogmenn og hým
    13 prutlandi, og skvutlandi og hutlandi slím

    Men veitst tú hvat eg ynski mær nú
    At eg kundi havt tað líka sum tú

    Eg eigi 12 jólamenn og nissur eingin sær
    11 sjórænarar sum stjala víða og hvar
    10 actionmenn og 9 bandittar
    Eg útruddi teir via mínar satelittar

    8 dinosaurar 7 drekar spæli kríggj
    6 tanks ein herflota øll útgerðin er nýggj
    5 teknobilar, 4 missilar og 3 megaskjótar computarar
    2 sjónvarp eitt til Playstation og eitt til 6 í rútara

    Men veitst tú hvat eg ynski mær nú
    At eg kundi havt tað líka sum tú

    Hevði eg átt eina lampu eins og Aladdin
    Har eg kann ynskja mær alt, ja fullkomiliga alt
    Ja, ja, ja, ja, so kundi eg ynskt og valt
    peika mær á alt

    So kundi eg ynskt mær ein hund
    Og at tey vaksnu ikki altíð høvdu skund
    At eg átti ein raskan abba
    At øll børnini góvust við at happa
    Vitaminir til mín so eg var nummar 1 at tekna
    svimja sparka rokna spæla hondbólt og egna

    Túsund smíl

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Ingi Isaksen

    Fólk við hesar strendur
    Gloyma klokkutíð
    Tá sól á himli stendur
    Hægstu summartíð
    Børn í hesum landi
    Gloyma tíð og stað
    Spæla frítt á sandi
    Og millum húsa glað

    Jørðin hon melur
    Um sólina á ferð
    Tað er best í Føroyum
    Tá sól og summar er

    Liva nú í løtuni
    Gloyma songartíð
    Barnaspøl á gøtuni
    Í haganum og líð
    Túsund smíl vit fáa
    Hvar bleiv tíðin av
    Í vøkrum sólarroða
    Fer dagurin í kav

    Jørðin hon melur
    Um sólina á ferð
    Tað er best í Føroyum
    Tá sól og summar er

    Um tú hittir jólamannin

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Ingi Isaksen

    Um tú hittir jólamannin
    sig mær hvar hann býr
    Eg havi skrivað ynski míni
    Á eitt stórt pappír
    Og eisini eina tekning
    Í ár hann fáa skal
    Eg havi roynt í dagavís
    At skikka mær so væl

    Um tú hittir jólamannin
    Lat hann vita tað
    Í fjør eg fór á posthúsið
    Og brævið fór avstað
    Eg fekk nógvar gávur
    og nøgdur vera kann
    Frá øllum sum eg kenni
    Men tín kom ikki fram

    Um tú hittur jólamannin
    Tú fert langa leið
    Peika honum húsini
    Villast má hann ei
    Vit hava ongan skorstein
    So hann vita má
    At lykilin til dyrnar
    Hongur nagla á

    Um tú hittir jólamannin
    vitjar hansar skjól
    Har allar fittu nissurnar
    Halda saman jól
    sig við hann í Føroyum
    Øll børn nú gleða seg
    Men spentastur av øllum
    Tað mann vera eg

    9 lív

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Ingi Isaksen og Jógvan Hansen

    Mín svarta ketta hevur 9 lív
    Í kavanum hon lá so púra stív

    Tók hana heim men so eitt kvøld
    Í kummuni hon lá so ísakøld

    Mín svarta ketta datt av húsatrom
    9 metrar líka frísk var hon

    Hon fór at veiða eina rottu át
    Var sjúk í fleiri dagar nú er hon líka kát

    Enn eigur hon nøkur lív
    Um tey fýra eru mist
    Men eg skal ansa tær
    Mín ketta tað er vist

    Mín svarta ketta hevur mangan bart
    Hon manglar oyrað hevur lívið kært

    Og so ein dagin kom hon fyri eitt hjól
    Hon gekk í gipsi øll síðstu jól

    Min svarta ketta fór maskinuna í
    Tá trumlan mól eg sá hennara snýð

    Hon kleiv í pelan og fekk ein stoyt
    Hon var kløkk og 1000 gradir heit

    Nú hevur hon eittans lív
    Tey 8 eru mist
    Men eg skal ansa tær
    Mín ketta tað er vist