Faðir og móðir og heim

    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Ingi Jacobsen

    1. Stundum minni frá barndómi vakna so kær,
    eymar kenslur úr farnari tíð,
    tá foreldur og heim verða drigin so nær,
    – sælum dreymum tú kennir teg í.
    Tað, sum myndaði lyndið og trygdarkenslu gav,
    var tann friður, ið valdaði har,
    og tann gudstrúgv so djúp og tað kærleikans hav,
    sum tær faðir og móðir tín bar.

    2. Aldri fulltakka kann eg tær, himmalski Gud,
    fyri faðir og móður og heim,
    fyri brøður og systrar, mær fullu í lut,
    og ta signing, tú gavst mær við teim.
    Nú eg børn eigi sjálvur, ja, og barnabørn so kær,
    – ein ómetandi gáva at fá.
    Hjálp mær, Faðir mín, at eg ein fyrimynd var,
    eins og faðir og móðir mín tá.