Longsul

    Orð og lag: Ingun Simonsen

    Kvøldið myrkt og náttin so long.
    Í kvøldarlotinum eg hoyri okkara song.
    Tung bylgja brýtur mót’ sjóvarstrond,
    har vit gingu so góð, tú og eg, hond í hond.
    Eg hómi klettar og fossar har;
    tað minnir meg á, tá tú vart hjá mær.

    Skipið siglir av vánni nú,
    og leggur so langt út á hav.
    Skipið siglir av vánni nú,
    og leggur so langt út á hav.

    Kvøldið myrkt og náttin so svørt.
    Mánin lýsir, so hjartað gerst ørt.
    Longsulin, sum áður í barminum svav,
    reisir nú sítt eyma og spakføra krav:
    Minst til mín góði, gloym meg ei,
    tá skipið stevnir út á havsins leið.

    Kvøldið myrkt og náttin er av.
    Meðan skipið stevnir longur út á hav,
    vindurin turkar míni langtandi tár.
    Sami vindur, ið nam við títt dimma hár,
    mín elskaði, minnist tú lyftið, tú gav,
    seinastu nátt, tá tú hjá mær svav?

    Liljan mín ljósa

    Poul F. JoensenHanus G. Johansen
    Orð: Poul F. Joensen
    Lag 1: Ingun Simonsen
    Lag 2: Hanus G. Johansen

    1. Kom við mær kæra,
    lat okkum fara.
    Alskleikur langur,
    vin, sól og sangur
    fevna teg, kyssa títt dúnmjúka hold.

    2. Minnini yngja,
    fuglarnir syngja –
    blómurnar anga í hásummarsól.
    Bjartasta rósueldfima drósið,
    eg fann, tá vit reiddu á lyngheiðum ból.

    3. Himnasælt kvóðu
    fuglarnir fróu
    lívsins og kærleikans ævigu ljóð.
    Glitrandi anga,
    dupult so mangar
    blómur – hvør tindur í gullglæmu vóð.

    4. Goym fragdarlagið,
    lýð á mítt kvæði,
    gloriukransar av sangum um teg.
    Hvørt spor vit treða,
    minnini læa,
    blómur og fjøll elska teg eins og eg.

    5. Einaferð kæra,
    stormarnir fara,
    oyðandi megi, elskhug og gleim:
    Vit skulu syngja
    sangir sum yngja
    um kærleikans sólgylta lívsglaða heim.

    6. Ver hjá mær drósi
    lilja mín ljósa,
    menn meg, tá heyststormar fara um skørð,
    norðlýsið aldar
    stjørnurnar kaldar,
    og mánagull skyggir á følnaðan svørð.

    7. Deytt ástartosið,
    fryst blómubrosið,
    tá skal eg minnast tín lívsdjarva sang!
    sól mín og uggi,
    aldri ein skuggi. –
    Elskaða, kom set teg her í mítt fang.

    Høgur himmal og eingi skýggj

    Orð: Rikard Long
    Lag: Ingun Simonsen
    Viðmerking: Yrktur í 1920.

    1. Høgur himmal og eingi skýggj,
    grøsini veittra føgurnýggj,
    grøn er líðin og blonk er vág,
    føllini fána burturblá.

    2. Spurdi eg sólina, hví hon gekk
    vár og summar – og svarið fekk:
    Elski eg mest um heimsins kring
    blábersbøkkar og berjalyng!

    3. Skelvur luftin í varma av sól,
    tekur áin í bakka skjól,
    summarvarmi og sólskinsvág –
    fagurt bros yvir eygnabrá.

    4. Legði tú armarnar um mín háls,
    teskaði eymliga mær til máls:
    Elska meg, meðan summarið er,
    veturin kemur, og hitin fer.

    5. Grønkast líðir um summardag,
    spretta knubbar og nælir fræ,
    hvítnar vøllur í gil og lá:
    summardái og baldursbrá.

    Barnalyndi

    Orð og lag: Ingun Simonsen

    Góða mamma, sært tú meg?
    Goða mamma, sært tú meg?
    Hygg nú meðan eg hoppi band.
    Góða mamma, hygg hvat eg fann.

    Lat mínar fingrar kína tínum hári.
    Lat meg nema eymt og bleytt við teg.
    Lat mínar fingrar kína tínum hári.
    Lat meg nema eymt og bleytt við teg.

    Kom nú, góða barnið mítt.
    Kom, góða barnið mítt.
    Kom nú set teg her hjá mær.
    Kom so eg kann kína tær.

    Kom nú mamma, skunda tær.
    Kom nú mamma, skunda tær.
    Sært tú lítla kettlingin,
    og í trænum títtlingin?

    Kom nú, eg skal siga tær.
    Kom nú, eg skal siga tær.
    Ver tú góð við títtlingin
    og tann lítla kettlingin.

    Á um eg kundi

    Orð: Eir í Ólavsstovu
    Lag: Ingun Simonsen

    Á um eg kundi málað eina planet so reyða,
    at eg opnaði blinda eygað.
    So skuldi eg málað eina so góða mynd,
    at órættvísi bleiv gjørt til synd.

    Á hevði eg kunnað skríggjað so hart, at øll tað hoyra,
    sjálvt tað dula oyrað, tá skuldi eg sungið ein sang,
    ið øll elska og kenna,
    so fólk fóru at dansa og flenna.

    Á um eg kundi skrivað so væl,
    at eg vakti fólk í hópatal.
    So skuldi eg sagt teim’,
    hvat lívið er vert,
    og hvussu nógv skeivt tú gert.

    Á hevði eg kunnað málað eina so góða mynd,
    at eg opnaði eygu blind.
    Tá skuldi eg meiggjað húsaveggin út við lívum
    og tárum frá teimum, ið fullu í krígnum.

    Á hevði eg bert kunnað sungið ein so yndisligan sang,
    at eg loysti alheimsins trælaband,
    tá skuldi eg sungið um kærleik’ yvir dalar og fjøll,
    so leingi at kærleikin kom til øll.