Tey, ið fylgjast frá vársins tíð

    Orð: Ókendur
    Lag: Hans Jacob Højgaard
    Týtt úr donskum: Jákup Dahl

    1. Tey, ið fylgjast frá vársins tíð
    og inntil grasið følnar,
    kenna skulu á hvørji stund,
    at kærleiki aldri kólnar,
    men líðirnar grønkast hvørt einasta ár.

    2. Tey, ið trúliga heyst og vár
    fast líta hvørt á annað,
    síggja skulu, at vermandi sól
    skal fannarkava burt bræða,
    og líðirnar grønkast hvørt einasta ár.

    3. Tey, ið halda, at sælari hjún
    á foldum livdu ei saman,
    kenna skulu hvønn dag, ið fer,
    at eftir er besta gmaan,
    tí líðirnar grønkast hvørt einasta ár.

    Vit trúgva allir á ein Guð

    Orð: Martin Luther
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Vit trúgva allir á ein Guð,
    alheimsskaparan og drottin;
    ein góður faðir er vár Guð,
    haðan gleði vár er sprottin.
    Dagligt breyð hann okkum gevur,
    umsorgan um okkum hevur;
    er hjá okkum neyð og vandi,
    okkum varðar hann frá grandi.
    Í vón og trúgv vit søkja hann,
    hans trúskapur ei broytast kann.

    2. Vit hava trúgv á Jesus Krist,
    einkarson Guðs, himnadrottin,
    á heimsins frelsara, Jesus Krist,
    Guðs hann eigur dýrdarmáttin.
    Hann var maður her á foldum,
    krossfestur, deyður, lá í moldum;
    men reis upp við mekt og mæti,
    fekk við høgru hond Guðs sæti,
    har biður fyri heimi hann,
    og hann skal døma hvønn ein mann.

    3. Vit trúgva Halga Anda á,
    signing, kraft og uggan manna,
    sum kemur syni, faðir frá
    at veita frið og uggan sanna,
    ríki Krists um heim út breiðir,
    iðran vekur, falnar leiðir,
    elur trúgv og vón so blíða,
    at vit øðrum lívi bíða,
    har sum vit fáa sælan frið,
    ið allar ævir varir við.

    Vit Halgan Anda biðja nú

    Orð: Luther
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Vit Halgan Anda biðja nú
    at gera okkum samd í vón og trú
    og at heimsins enda
    kirkjuna at verja,
    neyð og vandum venda,
    sum á vilja herja.
    Kyrie eleis!

    2. Tú lívsins ljós, lýs okkum svá,
    at Harrans dýrd vit fáa øll at sjá,
    so vit honum fegin
    fylgja allar leiðir,
    hann, sum okkum vegin
    til Guðs ríki greiðir.
    Kyrie eleis!

    3. Tú kærleiks andi, birt í sál
    tann kærleikseld, sum halgar verk og mál,
    so í Harrans gleði
    sameind øll vit standa,
    og hans kærleiks megi
    signar hug og anda.
    Kyrie eleis!

    4. Guðs andi, lætta sorg og harm,
    veit frið, sum barn hann fær við móðurbarm;
    um í tungum móði
    daprir dagar líða,
    uggarin hin góði,
    gev tú vón at stríða.
    Kyrie eleis!

    5. Ja, kærleiks andi, ger tað svá,
    at vit gudsbarna fund øll koma á;
    tá er endað sorgin,
    tá er perlan funnin,
    opnað himnaborgin,
    deyðans máttur vunnin.
    Kyrie eleis!

    Til Føroya ungdóm

    Orð: Jákup Dahl
    Lag 1: Regin Dahl
    Lag 2: Lars Nielsen

    1. Setið føtur í bekk, leggið árar í sjógv!
    Aftur sólin skal skína eftir kolsvarta kógv;
    Føroya ungdómur upp! Tíni framtíð ímót!
    Lat tað kennast, vit stíga enn lættir á fót.

    2. Her várt fólk átti búgv, meðan øld leið um øld,
    ofta vónglaður morgun gav sorgartungt kvøld.
    Her var stremban og stríð bæði á landi og sjógv,
    meðan fonn hekk í fjøllum og brim breyt á lógv.

    3. Tó teir livdu her fegnir, so glaðir við sítt;
    og í litføgrum líðum sá summarsól frítt.
    Og teir vardu vit lít vára dýrastu ogn:
    várt kvæði, várt mál, vára søgu og søgn.

    4. Her vit enn eiga búgv, her á heimligu grund,
    her hvør føroyingur fegnastur dvølur um stund.
    Her skal innast várt verk, og vit vilja sum teir
    várar ognir væl røkja og økja tær meir.

    5. Og várt heimland er gott, tað er fagurt og frítt;
    á sumri so læandi, lokkandi blítt.
    Tað í reinasta líni á vetri er skrýtt,
    og høvur við norðlýsis krúnu er prýtt.

    6. Her á landi er nógv, sum væl treingir til bót,
    mongum ósiðastreymi má byrgjast ímót.
    Ein so óvandin tíð ólag mangt higar dró,
    meðan frami mátti tungliga bróta sær slóð.

    7. Men tað ranga kann enn vendast aftur til rætt,
    um bert vit vilja bregða í frímannaætt.
    Hesum landi tó vit unna allir sum best,
    hetta fólkið tó liggur várum kærleika næst.

    8. Her skal innast várt verk, eitt so munandi gott,
    so skal morgunsól roða eftir ælfreku nátt.
    Tí vit firnast ei stríð, og vit geva ei grið;
    men vit halda bert fram, tí vit tekkja eitt mið.

    Ver heilsað, fagra morgunstund

    Orð: J.O. Wallin
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Ver heilsað, fagra morgunstund,
    sum hvørji tjóð á heimsins grund
    er av gudsmonnum boðað!
    Nú eiga vit tann sæla dag,
    tá vit Guðs kærleiks hjartalag
    øll fáa her at skoða.
    Ljóðar, ljómar, ung og gomul,
    glað øll somul,
    lova honum,
    størstur er av øllum sonum.

    2. Guðs mynd hann er, men tó fullvæl
    ein mannasonur, og tí skal
    til hans vár sál sær venda.
    Hann frið og vónir við sær ber,
    hann leitar upp tað, farið er,
    vil øllum bjarging senda.
    Ber frið, lív, grið, ljós hitt sæla
    teim, ið træla,
    vónleyst líða,
    sárt í synd og sorgum stríða.

    3. Sum vit hann tung skal fella tár,
    skal grøða øll vár mein og sár
    við sínum kraftaranda,
    skal boða okkum faðirs ráð,
    skal ríka troyst og sæla náð
    í sorgardrykkin blanda;
    stríða, líða deyðans váða,
    okkum náða,
    so vit vinna
    og Guðs himmal opnan finna.

    4. Sum frelsari hann sendur er,
    tann náðisól, hann kveikti her,
    skal aldri meir seg hylja.
    Hann okkum hirði vera vil,
    at vit øll honum hoyra til
    og ei frá honum skilja.
    Glaðar dagar friðin boða,
    Harran skoða
    í hans ríki,
    tá vit verða hansar líki.

    Veit, Jesus, mær

    Johan Christian Gebauer
    Orð: Jákup Dahl
    Lag: Johan Christian Gebauer (Drag, Jesus, meg)

    1. Veit, Jesus, mær
    eitt skjól hjá tær,
    hvar eingir stormar skaða;
    men har sál mín liva má
    sæla stund og glaða.

    2. Leið, Jesus, meg
    á fund við teg
    á hvørjum lívsins degi,
    so at sál mín kenna má
    tína kærleiks megi.

    3. Gev, Jesus, mær
    bert hvíld hjá tær,
    tá tungar gerast leiðir,
    at í hørðum lívsins stríð
    sál mín eydnu eigur.

    4. Statt mær við lið
    og veit mær frið,
    tá tungar byrðar níva;
    móti tí, ið nerva kann,
    væl tín hond skal líva.

    5. Brátt møðast bein,
    sárt sálarmein
    og syndaskaðar bløða;
    reinsa alt í tíni dýrd –
    miskunn tín kann grøða.

    6. Lær, Jesus, meg
    at elska teg
    av heilum huga mínum,
    so meg einki villa kann
    burt úr sporum tínum.

    7. Kenn, Jesus, mær
    at fylgja tær
    við treysti dagar allar,
    og ta stund, tá dagsett er,
    leið meg heim til hallar.

    Várs harra Jesu minnifest

    Orð: Grundtvig
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Várs harra Jesu minnifest
    er hátíðin, sum gleðir best;
    tí tá vit hann rætt minnast á,
    hann livandi er okkum hjá.

    2. Ver, Jesus, lív mítt, gleði mín,
    í barmi perlan loynd og fín!
    Ver friður mín, mítt trygga skjól,
    ver ljós mítt, tá ið setur sól!

    3. Tú ert vár hugni her á jørð,
    í miskunn tíni lívið grør,
    eitt ljós, sum aldri slokna skal,
    ein blóm’, sum altíð fruktar væl.

    4. Tú keldan ert til náðar á,
    har sum øll góðska sprettur frá,
    og eins og yvir vatn ber vín,
    so ber av øllum góðska tín.

    5. Hon heilsar eins og dagsbrún ný,
    sum sól hon lýsir bjørt og blíð,
    hon gleðidoypir mann av mold,
    hon birtir dýrdarvón á fold.

    6. Hon okkum fær at elska teg,
    sum steig tín tunga krossins veg.
    Hon bindur ævigt trygdarband
    við lívsins ljós og lívsins land.

    7. Bert tann, ið elskar, kenna kann
    Guð og so teg, hans sendimann,
    hans orð, hans son, hans dýru mynd
    í mannalíki, uttan synd.

    8. Sum faðirin teg æra við
    í himni øll Guðs einglalið,
    og sum tú elskast her á fold,
    so stíga einglar upp frá mold.

    9. Syng fagnarljóð um heimsins lón,
    tú gamla trúgv, tú unga vón,
    tú ást, sum ei veit ellismein,
    um ævir ung og glað og rein!

    10. Í Jesu navn’ syng Jesu prís
    í oyðimørk, í paradís,
    hvør tunga og hvørt mannamál,
    hvørt hjarta og hvør mannasál!

    11. Halleluja, for Harrans borð
    á himni hátt og her á jørð!
    Halleluja for Jesus, tað
    skal vera ævigt, samfelt lag!

    Vár Guð er føst og haldgóð borg

    Martin Luther
    Orð: Martin Luther
    Lag: Klug
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Vár Guð er føst og haldgóð borg,
    har vit væl vardir standa,
    hann hjálp vár var í hvørji sorg,
    vár vernd í hvørjum vanda;
    nú fjandin vreiður er
    og fram við grimdum fer,
    hann roynir svikaráð
    og okkum herjar á,
    ei finst á jørð hans líki.

    2. Vár egin kraft so lítil er,
    at brátt berst tap í hendi;
    men ein í stríð við okkum fer,
    sum Guð við veldi sendi.
    Tað Harrin Jesus er,
    ið ein av øllum ber,
    ei annar Guð er til,
    hann okkum hjálpa vil,
    hann víst man valin halda.

    3. Um djevlum uddi verøld í,
    sum okkum vildu týna,
    vit óttast ongan vanda, tí
    teir sjálvir skulu dvína;
    um myrkurs púki vil
    alt illmegn leggja til,
    hann einki vinna man,
    tí áður dóm fekk hann,
    eitt orð kann brátt hann fella.

    4. Hvør fíggindi skal ótøkk fá,
    hvørt orð várs Guðs skal standa,
    tí Harrin gongur okkum hjá
    við hjálp og halgum anda.
    Og taka teir várt lív,
    fæ, frælsi, barn og vív,
    í Guðs frið, hvussu fer,
    tað teimum gagn ei ger,
    Guðs ríki okkum ognast!

    Úr neyðardýpi, Guð, til tín

    Orð: Luther
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Úr neyðardýpi, Guð, til tín
    mín sál við bøn sær vendir.
    Tú hoyri rópini til mín,
    mær rætti tínar hendur!
    Tí um hjá mær alt gangast má,
    sum mín er atferð, gerð og trá,
    til grundar tá eg fari.

    2. Men náði ræður bert hjá tær,
    og tí tú várkunn hevur.
    Alt mansins yrki aldri var
    eitt slíkt, sum tú tað krevur.
    Kann nakar hjá tær standast svá,
    hann ikki dómin óttast má
    og søkja náði tína?

    3. Og tí á Guð, men ei á meg
    eg hvørja vón vil byggja;
    mítt arma hjarta uggar seg,
    tí náðin meg skal tryggja;
    hon er mær skjól og tilhald best,
    Guðs orð sjálvt hevur mær tað fest,
    har einki meg skal vika.

    4. Ja, varir tað frá morgunstund
    til síðla dags á kvøldi,
    eg kenna skal av hjartans grund,
    eg lukkutíð har dvøldi.
    Tín hond mær alt til bata ger,
    tú veitst, nær hjálpin hollast er,
    eg tínum tíma bíði.

    5. Er stórt og fult mítt syndamál,
    tó størri er tín náði;
    um leið er dimm, og rás er hál,
    fullvæl tó fram eg nái;
    tí Guð mín góður hirði er,
    sum alt sítt fylgi røktar her
    og bjargar tí úr vanda.

    Upp, gleðist allir, gleðist nú

    Orð: Kingo
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Upp, gleðist allir, gleðist nú,
    og lat við fagnaði og trú
    í Guði okkum gleðast.
    Tí Jesus hann er nú so nær
    og vil, tí øll hann hevur kær,
    í mannahold várt klæðast.

    2. Burt sút úr øllum hjørtum nú!
    Kom heiløg gleði, so í trú
    vit Jesus kunnu fagna
    við bøn og tøkk av hjartans grund,
    tá trygd skal eiga lív og lund
    og lov, sum ei skal tagna.

    3. Guð, lat tín frið, sum hægri er,
    enn mannavit kann fata her,
    várt hjarta so væl varða
    í Jesusi, at okkum hjá
    tann jólagleði finnast má,
    sum aldri burt skal fara!