Ymer

    Orð og lag: Jákup Eli Joensen

    Eg spurdi mín vin, ert tú stadivekk súr við meg
    tað var ikki við vilja, at eg segði tú vart ljót
    Tað var ei heldur við vilja, at eg rópti mammu tína fyri eina kúgv
    nú liggur tú har, og grenjar í tíni vátu song
    Men nú eru vit blivin væl aftur
    nú ganga vit saman, og vit hava tað gott
    Tú bleivst øgiliga illsint, tá ið tú hoyrdi tað ringa um meg
    at eg hevði gingið, og slatra um tínar gulu tenn

    Niðurlag:
    Ja tú bleivst súr sum ymer, tú bleivst súr sum ymer
    Ja tú bleivst súr sum ymer, súr sum ymer, súr sum ymer

    Eg prøvaði eitt kvøldið, at ringja til tín
    men tú bleivst fræt ørð, at tú tókst, og smekkaði hornið á
    Tú vildi ikki hava, at eg skuldi ringja til tín
    og tú vildi sleppa undan, at hava meg í títt lív
    Men nú ringji eg til tín hvørjaferð
    tí eg elski teg, og eg veit, at tú elskar meg
    Eg haldi tað vera, so synd, at tú skalt lata meg fara mín veg
    tí skalt tú bara vita, at eg eri góður við teg

    Fuglafjarða gentan

    Jákup Eli Joensen
    Orð og lag: Jákup Eli Joensen

    Marna, síðan fyrstu ferð eg sá teg, havi eg elska teg
    Men nú vísur tað seg, at tú slett ikki eingong er góð við meg

    Niðurlag:
    So nú tími eg ei meir, nú tími eg ei meir, tí at tú hevur gjørt
    tað lort við meg, so nú fari eg, nú fari eg mín egna veg
    So nú tími eg ei meir, nú tími eg ei meir, tí at tú hevur gjørt
    tað lort við meg, so nú fari eg, nú fari eg mín veg

    Tú vilt ikki hava, at eg skal ringja til tín
    Hvørja ferð eg ringji til tín blívur tú súr, at tú tekur, og
    smekkar hornið á

    Tann traðkaða blóman

    Jákup Eli Joensen
    Orð og lag: Jákup Eli Joensen

    Jóna, hví skalt tú altíð vera, so órein
    Tú veit, at eg elski teg, so lat meg lýnað títt bein
    Tú sendir tíni ljótu eygu beint í mína gron
    Eg veit ikki um hetta er nakað, sum ið tú ert von

    Niðurlag: Tí at tú veitst, at eg elski teg
    Og eg vil ikki hava, at tú skalt fara tín veg
    Men nú sleppi eg ei, at verða her hjá teg
    Og tú vilt ikki hava meg, ikki hava meg

    Eg havi elska teg líka síðan eg sá teg
    Men so er spurningurin bara tann um tú veruliga elskar meg
    Men nú sleppi eg, so ikki eingong, at verða her hjá teg
    Men eg skíti á tað, eg havi tað gott, tað má nokk laða seg

    Súr mjólk

    Jákup Eli Joensen
    Orð og lag: Jákup Eli Joensen

    Eg tími ikki at sita og gráta yvir súrað mjólk,
    tað er so trist,
    eg vil heldur ganga mína leið,
    og gloyma alt um teg.

    Niðurlag: Tí at eg tími ikki at hugsa so nógv,
    eg tími ikki at siga so nógv,
    eg vil heldur ganga mína leið,
    og gloyma alt um teg.

    Tú vart mín klettur, mín styrki, mín verja og borg,
    tað var so gott
    inntil tú knappliga droppaði meg,
    og gav meg hjartasorg.

    Hashsangurin

    Jákup Eli Joensen
    Orð og lag: Jákup Eli Joensen

    Eg var júst á veg í skúla, men eg roykti hash, eg ætlaði meg
    upp í eksamiu, men eg roykti hash, nú eri eg blakaður út, og
    gita hví, tí eg roykti hash, eg roykti hash, eg roykti hash

    Eg var júst á veg til tín, men eg roykti hash, eg ætlaði, at
    kýnað teg um títt skin, men eg roykti hash, nú hevur tú gjørt
    tað liðugt, og gita hví, tí eg roykti hash, eg roykti hash, eg roykti hash

    Eg var júst á veg til mammu, men eg roykti hash, eg skuldi
    massera hennara føtur, men eg roykti hash, nú hevur hon
    blakað meg út, og gita hví, tí eg roykti hash, eg roykti hash, eg roykti hash

    Eg var júst á veg til babba, men eg roykti hash, eg skuldi hjálpa
    honum við bilinum, men eg roykti hash, nú hevur hann blakað
    meg út,og gita hví, tí eg roykti hash, eg roykti hash, eg roykti hash

    Eg var júst á veg til ommu, men eg roykti hash, eg skuldi hjálpa
    henni við, at kókað kaffi, men eg roykti hash, nú hevur hon
    blakað meg út, og gita hví, tí eg roykti hash, eg roykti hash, eg roykti hash

    Eg var júst á veg til abba, men eg roykti hash, eg skuldi hjálpa
    honum við, at fletta, men eg roykti hash, nú hevur hann blakað
    meg út, og gita hví, tí eg roykti hash, eg roykti hash, eg roykti hash

    Eg var júst á veg til Sumbiar, men eg roykti hash, eg skuldi vitja
    mína familju, men eg roykti hash, nú skoytað tey ei um meg, og
    gita hví, tí eg roykti hash, eg roykti hash, eg roykti hash

    Eg var júst á veg til eina gentu, men eg roykti hash, eg skuldi
    spyrja hana um forlovilsi, men eg roykti hash, nú hevur hon
    funnið sær ein annan, og gita hví, tí eg roykti hash, eg roykti hash, eg roykti hash

    Eg var júst á veg í rættin, men eg roykti hash, eg kom 24 tímar
    ov seint, tí eg roykti hash, nú havi eg fingið dóm, og gita hví, tí
    eg roykti hash, eg roykti hash, eg roykti hash

    Eg eiti Jákup Eli, og eg roykji hash, eg eri sera ósunnur, tí eg
    roykji hash, eg livið ikki eitt gott lív, og gita hví,
    tí eg roykji hash eg roykji hash, eg roykji hash

    Villa gentan

    Jákup Eli Joensen
    Orð og lag: Jákup Eli Joensen

    Eg ætlið mær í býin eitt leygarkvøld,at hugna mær,og møta
    kenningum,so kanska eg møti einari sild,ja tað er villa gentan
    eg velja skal

    Villa gentan tað er hennara navn,hon sveimar runt í býnum
    aftaná,so kanska eg møti hana í kvøld,so vóni eg,at hon vil
    hava meg

    Eg ætlið mær,at møta hana í kvøld,og henni bjóðað vil eg
    heim til hús,og vóna,at hon vil hava meg til mann,og henni
    eiga vil eg kærleikan

    Fløskan

    Jákup Eli Joensen
    Orð og lag: Jákup Eli Joensen

    Fløskan er mín besti vinur,mín einasti skattur á jørðuni
    hvørja ferð eg fari í býin,so kemur hon aftaná

    Niðurlag:
    Fløskan er mín besti vinur,fløskan er mín besti vinur
    fløskan er mín besti vinur,mín einasti skattur á jørðuni

    Hvørja ferð eg havi tað ringt,so er fløskan har,at troysta meg
    eg drekki hana í einum,eg skræði hana í meg,líka til hon er
    tóm

    Hvørja ferð eg fái meg eina sigarett,
    so hevur fløskan hug, at koma uppá spæl
    hon er mín einasti besti vinur,og mín einasti skattur á jørðuni

    Baladan

    Orð og lag: Jákup Eli Joensen

    Eg fór ein túr í Perluna fyri,at keypa eina skál av chips
    Men seinni gloymdið eg,at eg hevði einki slips
    Man mátti vera fínur fyri,at skulla sleppa inn
    Tað var tá eg sá teg sita,og eta slikkipinn
    Tú tók í mína hond,og tú bað meg koma við tær
    Eg fylgdi aftaná,og eg spurdi ikki hvar
    Tú spurdi meg,so tivandi um tú kundi vera genta mín
    Og so segði eg,ja eg kann vera sjeikur tín

    Niðurlag:
    Tí eg vil ei lata teg fara nakran veg,og gloyma heila lorti um
    teg,tí eg havi leita svakur síðan eg var 15 ár
    So vissi nakar roynir,at skora teg,ja so má hann helst spara
    seg,eg vil ikki bara lata teg fara so.

    Men hví skal tað vera liðugt,vit hava tað,so gott
    Vit fáa mat í munnin,og vit sova væl í nátt
    Vit eiga klæðir,og pengar,so okkum tørvar onga neyð
    Um vit vóru nakin,ja so vóru vit næstan deyð
    Niðurlag:Tí eg vil ei lata teg fara nakran veg,og gloyma heila lorti um
    teg,tí tú hevur broytt mítt lív,frá tí eg var deprimeraður
    So vissi nakar roynir,at skora teg,ja so má hann helst spara
    seg,vissi tú frýggjar við nøkrum standi eg ei model
    Millumspæl:Tí okkara kærleiki er bleytur,hann hevur varða síðan tá
    Men vissi naka roynir eftir teg skal eg knalla honum
    frammaná

    Eitt rukka hjarta

    Jákup Eli Joensen
    Orð og lag: Jákup Eli Joensen

    Hon vil ikki geva mær nummari,
    Hon vil ikki hava kontakt við meg,
    eg siti púra aleinaður í kamarinum,
    og havi tað so ringt.
    Nú er tað liðugt millum okkum bæði,
    fullkomiliga yvirstaðið,
    og vit snakka ikki saman meir,
    so nú er tað yvirstaðið.

    Niðurlag:
    Nú er tað liðugt millum okkum bæði,
    fullkomiliga yvirstaðið,
    nú er tað liðugt millum okkum bæði,
    fullkomiliga yvirstaðið.

    Vit vóru,so nógv saman,
    eg minnist tað,so væl,
    eg ringdi oftani til hana,
    og hon ringdi onkuntíð til mín.
    Men tað gera vit ei longur,
    nú vil hon hava frið,
    tí eg havi psykað hana niður,
    við øllum helvitis tvætli.

    Vanja

    Jákup Eli Joensen
    Orð og lag: Jákup Eli Joensen

    Eg búgvi beint viðsíðurnar av hjá tær
    Eg síggi teg hvønn dag ganga forbí
    Tú letur teg sum luft tá tú sært meg
    og tá eg royni at heilsa uppá teg

    Tú rættir longutong beint ímóti mær
    og tú hyggur við følskum eygum at mær
    Tú hevði ynskt at eg var deyður
    og at eg hevði brent í helviti

    Vanja, hví skalt tú altíð vera so órein móti meg
    Vanja, hví kanst tú ikki geva meg eitt smíl
    Vanja, hví kanst tú ikki fortelja meg okkurt nýtt
    Vanja, tú veitst eg havi sovorðna hjartasorg fyri tær

    Tú hevur nógvar aðrar sjeikar
    Men tú letur teir føla uppá teg
    Og tú bara hyggur niður á meg
    Og tú vil ikki kennast við meg

    Men tá tú ert full tá sigur tú at tú elskar meg
    Og tá tú ert edrú tá sigur tú at tú hatar meg
    Tú fortelur øllum hvussu býttur eg eri
    Og at eg eri ein tapari

    Vanja, hví skalt tú altíð vera so órein móti meg
    Vanja, hví kanst tú ikki geva meg eitt smíl
    Vanja, hví kanst tú ikki fortelja meg okkurt nýtt
    Vanja, tú veitst eg havi sovorðna hjartasorg fyri tær

    Eg vil bara teg at skilja at eg elski teg
    Og at eg havi følisir fyri tær
    Kanska tú ikki veitst av tí
    Men eg eri sera góður við teg

    Eg hopi ikki at tú stadivekk hyggur niður á meg
    Eg hopi ikki at tú stadivekk hatar meg
    Eg vil gjarna ganga saman við teg
    So ver nú so fitt og elska meg

    Vanja, hví skalt tú altíð vera so órein móti meg
    Vanja, hví kanst tú ikki geva meg eitt smíl
    Vanja, hví kanst tú ikki fortelja meg okkurt nýtt
    Vanja, tú veitst eg havi sovorðna hjartasorg fyri tær