Dýrmæti Frelsari

    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Jákup Zachariassen

    1. Dýrmæti Frelsari,
    Brúðgómur, Loysnari,
    teg vit her tilbiðja, æra í dag,
    syngja tær fagnaðarlag.
    Skapari als tú ert,
    alheimin uppi bert,
    niður til jarðar av Himmalsins trom,
    okkum at frelsa, tú kom.
    Deyðan tú leið,
    upp aftur steig,
    lív okkum fann
    og sigurin vann!

    2. Takk fyri, hvør tú ert,
    takk fyri alt, tú gert,
    takk fyri kærleika, náði og frið,
    frelsu og syndabót við.
    Takk fyri lívsins orð,
    fyri títt ríka borð,
    takk fyri vónina, lyfti og ráð,
    signingar leiðini á.
    Nú brátt ein dag
    henda skal tað:
    Brúðurin sæl,
    hon møta tær skal!

    Mangan her tykist myrkt og kalt

    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Jákup Zachariassen

    1. Mangan her tykist myrkt og kalt,
    tú finnur ongan frið.
    Tú leitar, men ljósið burt er fjalt,
    tær leiðist lívið við.
    Áh, hevði bert onkur uggað meg
    og víst mær rættan veg.

    Niðurlag: Men Jesus, tín vinur, er tó nær,
    hann bíðar eftir tær.
    Hann bankar á tínar hjartadyr,
    og eftir tær hann spyr.
    Hann elskar teg, kom til hann í dag
    áh, svara honum ja,
    svara ei nei, men svara honum ja!

    2. Soleiðis var í farnu tíð,
    eg onga lukku fann.
    Men nú syngur sál mín glað og frí
    um hann, sum lív mítt vann.
    Áh, hevði tú viljað trúð á hann,
    so syngja við tú kann:

    Hjartans ynski, kæri frændi

    Jákup Zachariassen
    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Jákup Zachariassen

    1. Hjartans ynski, kæri frændi,
    hjartans bøn mín er til Gud,
    at tú frelstur verða skalt í dag,
    ognast henda sæla lut.

    Niðurlag: Ikki ein, ið lítur á hann,
    skal til skammar verða, nei!
    Tí hvør og ein, ið kallar á hann,
    í allar ævir glatast ei!

    2. Um við munninum tú játtar
    Jesus sum tín Frelsara,
    um í hjartanum tú trýrt á hann,
    eiga skalt tú frelsuna.

    3. Gud er góður, Gud er mentur,
    ja, nóg ríkur fyri teg.
    Tær hann lovar lív og rættvísi,
    kraft at liva fyri seg.

    Ert tú syrgin í dag

    Jákup Zachariassen
    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Jákup Zachariassen

    1. Ert tú syrgin í dag,
    er tín leið so trong?
    Ert tú fallin heilt í fátt,
    tykist leiðin ov trong?
    Hoyr eitt troystarríkt orð,
    – tað úr Skriftini er –:
    Bíðar tú eftir Harranum,
    nýggja kraft hann tær ber!

    2. Lyft tú eygunum upp,
    hygg Guds stjørnufjøld,
    hann við orði máttar síns
    ber tær øld eftir øld!
    Ivast tí ikki tú,
    at hann støðugt teg ber!
    Bíðar tú eftir Harranum,
    nýggja kraft hann tær ber!

    3. Harrin máttmikil er
    – veitst tú ikki av
    hinum troytta, máttleysa
    mikla styrki hann gav?
    Lyft tí veingjunum á,
    eins og ørnin á ferð!
    Bíðar tú eftir Harranum,
    nýggja kraft hann tær ber!

    Vit telja stjørnurnar í kvøld

    Orð: Petur Háberg Jacobsen, Jákup Zachariassen og Marner av Lofti
    Lag: Jákup Zachariassen

    1. Myrkt er og úti hoyrist valla túnatos
    Stjørnurnar glitrandi eg sendi tær eitt bros
    Loti so kalt tó frískt, og løtan er í nánd
    Kuldin nú svinnur brátt, eg merki tína hond

    Niðurlag: Høgt yvir hægstu hæddir
    Tveir frælsir fuglar sæddir
    Eg í hæddini við tær
    Sveima og stundir gloyma
    Upp móti himni droyma
    Vit telja stjørnurnar í kvøld

    2. Himmalin lýsir upp og kastar ljós á teg
    Eygu tíni hyggja blídliga á meg
    Her kennist kærleiki, hon teskar eymt og lær
    Kom tætt inn at mær, eg flúgva vil við tær

    Allatíð á ferð

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Jákup Zachariassen

    Eg nú siti her í kvøld
    Og eg skrivi heim til tín
    Nú sólin missir vald og fer í kav
    Tað ið ljósi dagur gav
    Og tann myrka náttin tók
    Og spyr meg ei hvar tíðin blívur av

    Lívið her, og tann dagur sum er
    Eri allatíð á ferð

    Tú kanst sveima frí
    Sveima uppum fjøll og ský
    Far far far
    Verðin bíðar eftir tær

    Er í luftini eitt svar
    Í hjørtunum ein vón
    Og á gøtuni er kærleiki og trúgv
    Um býarinnar mørk
    Og um høvini og lond
    Far avstað, sveima frítt og flúgv tín veg

    Lívið her, og tann dagur sum er
    Eri allatíð á ferð

    Og lættir tú tær á
    Fert tú so uppfrá
    Tú finnur bert á ferðini títt flog
    Flýgur so

    Summarbrosið

    Orð: Páll Isholm og Jákup Zachariassen
    Lag: Jákup Zachariassen

    Nú summarbrosið blíða misti vald sítt
    eitt stjørnuskot sum fór so skjótt framvið
    Nú kaldir heystarstormar køva hjarta mítt
    í vónloysi eg finni ongan fríð

    Niðurlag: Men eg veit at vit skjótt skulu síggjast aftur
    Tí eitt sáð er sátt, ið spretta skal ein dag
    Um ei her, so kanska har ið tokan lættir
    Har sum sólin sær, eg liva vil við tær

    Nú kvøldarroðin aftur teskar navn títt
    og aártutlið kveikir hug í mær
    nú lotið alir framm á kinnum brosið mítt
    mín kæra tá eg vera skal hjá tær

    Tí eg veit at vit skjótt skulu síggjast aftur
    Tí eitt sáð er sátt, ið spretta skal ein dag
    Um ei her, so kanska har ið tokan lættir
    Har sum sólin sær, eg liva vil við tær

    Kærleiksspor

    Orð: Páll Isholm
    Lag: Jákup Zachariassen

    Í dag eg kenni vónin aftur er – í míni verð
    Tí tín káti látur í mær birtir ljós
    Nú vit aftur taka stev fram á lívsins ferð
    Nú vit aftur kunnu halda somu kós

    Men eg veit at brotasjógvar lúra handan sýn
    og eg veit teir bróta kunnu hvønn ein dag
    ivin sníkir seg til mín og eg teski tá til tín
    hesi ljóð til hetta fagra ástarlag

    Niðurlag: At eg elski teg, elski bara teg
    Tú ert sólin sum í lívi mínum sær
    Um tú fevnir meg, so skal eg kyssa teg
    Mín elskaða ver tú mær altíð nær

    Enn reka heitir kærleiksstreymar okkum báðum við
    og tín søti angin sveimar móti mær
    sum vit ofta hava notið saman lið við lið
    okkar‘ loyndarmál eg goyma vil við tær

    Og øll minnini eg klæði nú í tónaorð
    Øll tey minnini ið ljóma blítt í mær
    Hetta eru fátøk orð, men tey lýsa kærleiksspor
    ið eg stigið havi hond í hond við tær

    Niðurlag: Ja eg elski teg, elski bara teg
    Tú ert sólin sum í lívi mínum sær
    Um tú fevnir meg, so skal eg kyssa teg
    Mín elskaða ver tú mær altíð nær

    Vit sigla heim

    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Jákup Zachariassen

    1. Mangt eitt orð á sjónum ljómar søtt,
    sum vakurt hørpuljóð, ið hjørtuni ger løtt.
    Men hoyr trý orð, ið stimbra mið og mál,
    trý yndisorð í hvørji sjómansssál:

    Niðurlag: »Vit sigla heim!« – eins sjómans yndisorð,
    sum hjørtuni at brenna fær umborð.
    »Vit sigla heim!« – eitt endurljóð í landi birta tey
    trý yndisorð í hvørji sjómanssál.

    2. Heim á ferð í andanum hann sær
    tey veittra smílandi, sum honum eru kær.
    Alt stríð er gloymt, skjótt leggja teir í havn
    og Føroyar brátt nú hómast fyri stavn.

    Go Play In The Sun

    Gloria GaitherRuss TaffJákup Zachariassen
    Orð: Gloria Gaither og Russ Taff
    Lag: Jákup Zachariassen

    I was walking and praying for a glimpse of the Lord
    Just to know He was walking with me
    The past I’d confessed; I’d given my heart
    But the memories won’t let me be
    Then in my mind’s eye an image appeared of
    A tortured man nailed to a tree
    His face hid by hair soaked with His blood
    Lifted up and I saw, it was me

    You’ve been there, you’ve done that
    So let yourself go all is paid for and done.
    The phantoms that haunt you are under the blood
    Go play like a child in the sun
    Go, child, and play in the sun

    The next thing I saw was a garden at dawn
    The sun peeping over the hill
    What looked like a woman, her face in her hands
    Was weeping like hope had been killed
    Then something demanded I look at the light
    A voice said, “Come trade in your fear”
    For a brand new beginning like you were just born
    Go dance, for there is no death here