Mót vári

    Janus Djurhuus
    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Eg byrðina beri við brosi

    1. Hví stúrir tú, hjarta, mót vári,
    tá sól vermir blómprýddan heim,
    og gentan við rósum í hári
    sæl droymir um lukku og gleim?

    2. Tað er, tí eg hoyri lilju
    teska so kvøldsligt eitt ljóð:
    Sjá fagrast eg eri av blómum,
    men líkbleik og køld eins og snjó.

    Vónloysi – Áræði

    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Peter Alberg

    1. Spældi strongur skamma stund
    syrgin skýmdarljóð,
    sál mín vaknar sum úr blund’,
    brúsar bundið blóð.
    Sterkari skal strongur strúkast,
    bitrari skal brandur brúkast.

    2. Dáðleyst ástartesk um kvøld
    bleikti bráða sál;
    følin kennast fljóð og køld,
    leiðst mær moyggja mál;
    stund er ei við sprund at spæla,
    tá ið Heimdals hanar gala.

    3. Vitleyst veitslutos á nátt,
    díksins dunnumál,
    beyð mær blídligt inn um gátt,
    smakka flógva skál –
    mætari man mjøður muna,
    tá ið vápn í Valhøll duna.

    4. Eg vil blankan brýna brand,
    – ravnar, randið bjarg! –
    birta herróp vítt um land,
    veiða villan varg,
    skulu svørð skjótt sangir syngja,
    stirdar sálir styrkja, yngja.

    In memoriam: M.A. Jacobsen

    Janus Djurhuus
    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Knút Olsen

    1. So náddu tey fram, tey døpru boð
    sum ond yvir myrknandi aldu,
    tey søgdu, mót vestri vart tú á flog
    og ikki meir hjá okkum dvaldi.

    2. Bjart var títt skygni og skarpt títt vit,
    sterkur tú tóktist í sessi,
    snøggliga komu so boðini: flyt,
    klokkurnar ringja til messu.

    3. Maður kemur í mansins stað,
    so mannaættin seg uggar –
    ofta tó kom tað fyri ein dag,
    at eftirmenn royndust skuggar.

    4. Har ljós brenna fá undir lágari lon,
    sæst gjølla, tá eitt av teim sloknar –
    tá maður verður fúkandi fon,
    hitt fámenta liðið hoknar.

    5. Vinir vit vóru tey farnu ár –
    – vinir koma og fara –
    ei sømir monnum at fella tár,
    tá ið tynnist í vinaskara.

    Mangur fór mætur av landi út

    Janus Djurhuus
    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Kvæðalag (Upp at stríðast, skortlandsmenn)

    1. Mangur fór mætur av landi út,
    søkti í landsynning;
    fedrar várir í forðum allan
    leitaðu knøttin kring.

    2. Fáur flutti heim gyltan fong,
    – teir tykjast fækka í hvørjum –
    falkar og ørnir flúgva ei nógv,
    mest havhestur flýgur í Føroyum.

    3. Einstakir royndu ørnaleið,
    fjart frá matfuglameingi –
    eg kvøði um tann dýra drong,
    ið feigdina bar undir veingi.

    4. Íðin hann dvaldist í rúnarhøllum,
    vígdur av Óðins brosi,
    til at vera har aðalkorn,
    hvar mest var av dumbu og bosi.

    5. Til at granska ta fornu øld:
    teir bardust á Klontarfs heiðum –
    framskygdur kallur í Føroyum sá,
    hvussu blóð fleyt á írskum teigum.

    6. Til at granska ta fornu øld
    bæði við spekt og yndi, –
    hann ferðaðist um øll vættralond,
    hann kertur fyri teim kyndi.

    7. Til at granska ta fornu øld,
    um Frakland og Bretland var skolvið –
    eygleiddi hann ta herferð miklu,
    ið stýrd var av Gongu-Rólvi.

    8. Jallaborgir í Vesturoy
    duttu í sorl og dunga –
    kvað fyri honum úr brotunum
    um veldi sítt norrøna tunga.

    9. Dvørgar og vættrar um Vesturlond
    væl goymdu, tá víkingar skírdu
    heyggjar og gil og dalar og fjøll;
    hvønn tanga, hvar knørrir teir stýrdu.

    10. Forneskir samsýntu honum tey skjøl,
    har norrøna ríðin stóð ritað,
    rak hann burt myrkur við kámum rúnum
    og tendraði søguvita.

    11. Tað fanst á øllum brøgdum hans,
    at Óðin hevði hann kosið
    til at vera har aðalkorn,
    hvar gilt var av dumbu og bosi.

    12. Tað sást á øllum brøgdunum,
    hann vígdist av Óðins brosi:
    húsaði hann bæði jøklasnjó
    og neistar úr Heklugosi.

    13. Brynjaður bjóst hann til landa heim
    at byggja upp Føroyavirki –
    feigdin við síni køldu hond
    brátt køvdi tá vit og styrki.

    14. Fluttur til jarðar í danska mold –
    tá tóktist dagur at halla –
    heim brá sær hamur sum falkur at sjá
    – hann vakir á tindum fjalla.

    Heimferð Nólsoyar Páls

    Janus Djurhuus
    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Knút Olsen

    1. Ravnagorr yvir Beinisvørð,
    skýdráttur, náttsól hálv –
    Royndin hin Fríða mót heimastrond
    í brotasjógvi og gjálv’.

    2. Kappar fróir á bunkanum,
    kátastur Nólsoyar-Pól:
    dansur og skemtan í annað kvøld,
    ástarleikur og ból.

    3. Vreið kom Rán, klædd í glaðustrok,
    so mjøllhvít og mikil sjón:
    komin á fund tín, Jólsoyar-Pól
    eg krevji títt bretska grón.

    4. Komin á fund tín, Nólsoyar-Pól,
    eg bjóði tær heim í nátt,
    nú lystir mær og mínum døtrum
    at hoyra tín Fruntatátt.

    5. Ræddist ei reysti Nólsoyar-Pól,
    Rán fekk frá skaldinum tøkk, –
    gortini sungu heljarljóð,
    og Royndin hin Fríða søkk.

    6. Dagur kom aftan á níðingsdáð,
    – sorg var í tjaldrafjøld –
    ravnar rýmdu frá Beinisvørð,
    tá ið helvt var gingin av øld.

    7. Dagur kom aftan á níðingsdáð,
    Beinisvørður í sól –
    frítt stóð fjallið í grønum stakki:
    rún um Nólsoyar-Pól.

    8. Traðkast og trælkast føroyingar,
    – fýrføttir fjakka um fjøll –
    Fuglakvæðið tá Nólsoyar-Pól
    flytur í Ránar høll.

    9. Traðkast og trælkast føroyingar,
    – missa mæli og mál –
    muna skal annar Nólsoyar-Pól
    mikil í brynju og stál.

    Dreymur

    Orð: Janus Djurhuus
    Lag 1: Vísulag (Årle om morgenen, lærken sang)
    Lag 2: Regin Dahl

    1. Meg droymdi ein so sáran dreym,
    – brátt er ljósið brunnið –
    bøga kúrdi við áarstreym
    – fátt á foldum her
    av mær varð vunnið.

    2. Har kom vindur úr hvørji ætt,
    eingin hevði frá falki frætt.

    3. Stormar kvóðu um langa leið:
    maki tín finnur aftur ei!

    4. Snøggliga hoyrdist veingja sús,
    sterka fjaðra stolta brús.

    5. Lætnaði bøgu tunga lund,
    tóktist liðin skilnarstund.

    6. Deyður datt falkur í áarstreym.
    Háðaðu fuglar: ver eym! ver eym!

    7. Tá fór bøgan á flog; í barmi
    hjartað sló sárt av sorg og harmi. –

    8. Mangur fer fuglur slíkur um heim
    – brátt er ljósið brunnið –
    eittans fjálgar um: deyðans gleim.
    – Fátt á foldum her
    av mær varð vunnið.

    Ólavur Tryggvason

    Janus Djurhuus
    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Rikard Nordraak

    1. Breið dúka segl um norðhavsvág,
    høgt í lyfting hin morgun at sjá
    Erlingur Skjalgsson úr Noreg,
    lítur yvir hav mót Danmørk:
    Kemur ikki Ólavur Tryggvason?

    2. Fimti og seks flutu drekar har,
    strikaðust segl, mót Danmørk var
    hyggjandi monnum; tá ljóðar:
    Hvat bágar Orminum langa?
    Kemur ei Ólavur Tryggvason?

    3. Men tá aftur til ferðar bjóst
    sólin, mót ský eingin mastur sást,
    harðna sum stormur tá røddir:
    Hvat bágar Orminum langa?
    Kemur ei Ólavur Tryggvason?

    4. Kvirrir allir í somu stund
    stóðu, tí sárt úr dýpsins grund
    stundi um skipastavnar:
    Ormurin langi tikin,
    fallin Ólavur Tryggvason.

    5. Feigdarljóð hesi aldarskeið
    fylgja norskum knørrum á leið,
    hoyrast helst fullmánanætur:
    Ormurin langi tikin,
    fallin Ólavur Tryggvason.

    Megineinkjan kvøður

    Janus Djurhuus
    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Jógvan Waagstein

    1. Túsund røddir kvøða,
    flamma hevndarljóð,
    dag sum nátt tey bløða,
    einki er at grøða
    sár, ið lagnan sló.

    2. Síggi eg í dreymum
    høvuðleysan mann,
    rok frá vestfalsstreymum
    leikar loyst úr teymum,
    hvast um lendar brann.

    3. Kaldur kenst tín krossur,
    Signmund Brestisson!
    skikkjan: áarfossur,
    brandur: brotin krossur,
    tá gerst tøgn í lon.

    4. Tøgn sum tá á sinni
    einsamøll eg sat
    millum fjalla inni
    – við bergtiknum minni –
    og í loyndum græt.

    5. Hitnaði mín grátur
    tá í ódnar ást –
    nú er skuggalátur
    – tínar tungu gátur, –
    Torkil Turrafrost!

    6. Faðir, okkum javnar
    nornan skepnur spann –
    týndust drekastavnar,
    tyrptust svangir ravnar,
    sál mín skalv og brann.

    7. Eitt er ljóð mær kærast,
    brandar syngja hátt,
    stórt skal kappa svarast,
    Sigmundur skal jarðast,
    fáa frið á nátt…

    8. Túsund røddir kvøða:
    brátt er hevndarstund!
    Meðan sárin’ bløða,
    klekir ørnabøga
    svørð til svangan fund.

    Til Føroya

    Orð: Janus Djurhuus
    Lag 1: Hans Arvesen
    Lag 2: Hava vit frælsi í huga og sál

    1. Situr tú seggur í oyðini høll,
    einastur eftir av mongum,
    slitið er svørðið, og brynjan er øll
    bitin av stráøldum svongum,
    rødd tín, í fyrndini reystlig og snjøll,
    skilst av ongum.

    2. Følnaðu hørpu tó enn heldur hond –
    skald vart tú frálíkt í forðum –
    høvdingar hittust við havgyrdu strond,
    flýggjaðu kúgandi korum;
    sterkur var sangurin, víða um lond
    varð hann borin.

    3. Ljósini brenna so bleiktrandi bleik,
    nú sveima skuggar í sali,
    kappi, tú ert eins og eldgomul eik,
    ið dettur av aldri í dali.
    Fornur fór áður til frælsmanna leik,
    fell á vali.

    4. Bregda tú bitra brandinum brátt,
    dimmast nú dáttliga dagar,
    ravnarnir rópa í homrunum hátt,
    vænta sær veitslurnar glaðar.
    Gamalur ætlar á Valhallar gátt
    finna frægar!

    Eg sovi mær megi

    Janus Djurhuus
    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Jógvan Waagstein

    1. Eg sovi mær megi, eg sovi mær mátt,
    eg livi so vakurt á hvíldsælu nátt, –
    men dagur var ljótur við stynjandi rómi,
    hann særdi meg illa og sárliga sló meg.

    2. Tá stendur hon hjá mær hitt grannvaksna drós,
    so hitandi vøkur, so vermandi ljós,
    og ferðin er sæl gjøgnum angandi líðir,
    eg skilji teg, Gunnar, tú heiman ei ríður.

    3. Tí føgur er líðin og ljómandi sprund,
    mær grøðist og gleðist hin kúrandi lund,
    og blánandi víður er oygjanna kransur,
    ein morgunføddur álvanna dansur.

    4. Og kvinnan mær kínir við sólljósu hond:
    “Hvat líkist tær, vinur mín, á hesi lond?
    Eg vildi, at sól hevði steðgað og bíðað,
    tí mangt skipast um, tá ið stundirnar líða.”

    5. Eg sovi mær megi, eg sovi mær mátt,
    meg styrkir og grøðir hin hvíldsæla nátt;
    tá saðli eg gangaran, lættur eg ríði
    á Føroyalands tindum við hennara síðu.