Lítil vármynd

    Orð: Jens Dam Jacobsen
    Lag: Knút Háberg

    1. Vaknaður vársins songur.
    Á hestbaki genta og drongur
    hvørva um lyngbrúnan hól.
    Feta á fjalli, eygleiðandi varðar,
    syngjandi sprund, meðan silvitnisskærar
    vágirnar kyssast av sól.

    2. Kúrandi vetrarljóð horvið.
    Konur og menn í torvi;
    nýkynt bál teimum hjá.
    Skóleys børn seg á vøllin tveita.
    Lombini skimast, mót løkinum leita.
    Grøsini leiftra í lág.

    3. Jótra í grønum dali
    kýrnar, í marglittum tali.
    Í lýkkutámi hvør tjørn.
    Ljómar í rúmdini spóssongur fríði.
    Blómurnar spelknar sýna sítt prýði.
    Í ánni vaðandi børn.

    4. Rokmiklir piltar í báti
    veittra til genturnar kátu
    á seiðabergi við strond.
    Nørast við eldhuga sólja og dái.
    Høgt er til loftið: Himinin blái.
    Jarmandi smálomb í nánd.

    5. Várvónir vakna í barmi.
    Skúta við fullum farmi
    siglir fjørðin við ferð.
    Velturnar lidnar og breitt er á bøin.
    Fríðkast í sólglæmu hagin og trøðin.
    Leið móti sumrinum ber.

    Dýrd á vík og vág

    Orð: Jens Dam Jacobsen
    Lag: Gunnar Mikkelsen

    1. Dýrd á vík og vág.
    Rúmdin føgur blá.
    Snjóhvítt summardáalak um eingir.
    Grasið leiftrar frítt.
    Lotið kennist lýtt.
    Mýrisnípan spennir sínar veingir.

    2. Rodna rók og røð.
    Búnast blómubløð.
    Smálomb spæla sær á grønum slætta.
    Ornar urðargrót.
    Haran fim og fljót
    spelar sum eitt fok á reyni bratta.

    3. Unglingar og sprund
    virka nú við skund:
    Hann við líggja, hon við síni rívu.
    Hennar brá og bros –
    hansar’ skemt og tos –
    ber bert boð um tvey, ið líka lívið.

    4. Fagra fjálga stund!
    Silvitni um sund.
    Fróir flúgva fuglar millum fjalla.
    Teirra káta mál
    berst um vall og vál.
    Gævi dagur aldri fór at halla.

    Heimlongsil til Tvøroyri

    Orð: Jens Dam
    Lag: Írskt trad.

    Eg hitti fólk, sum siga, at eg droymi,
    og ivist ikki, at tey hava rætt,
    men tá so fjart er tað, ið er mær kærast,
    kann sinnalagið aldri vera lætt.
    Men dreymurin er uggi mín í útlegd,
    hann tekur meg um lond og yvir høv,
    ja, troystar meg við sjónum og við orðum,
    ið ikki verða skrivaði í brøv.
    Og tá ið mánalýsið gyllir hústøk
    í hesum býi – hvat er vakrari?
    So síggja eygu míni ikki hetta,
    tí tá eg droymi meg á Tvøroyri.

    Eg gangi yvir fjøll og grønar líðir
    og finni frið, ei aðrasteðs er til,
    eg hoyri fuglaljóðið kátt í erva
    og ánna tutla oman gjøgnum gil.
    Og tá eg komi upp um næsta sýnið,
    eg hómi ljós, eitt vakurt bygdalag,
    har er mítt heim og fólkið, sum mær líkar,
    eg komi aftur har ein vakran dag.
    Men dreymar enda, tó teir ikki gloymast,
    og skjótt so kemur veruleikin við,
    men um teir stroyddu vegin her við gulli,
    eg altíð velja vil mær Tvøroyri.