Við Noregs køldu strendur

    Orð: Bjarni Wiberg Joensen
    Lag: Vandringsmenn

    1. Langt burt frá tær við Noregs køldu strendur.
    Eitt sólareyga stendur fyri mær.
    Eg síggi teg, hvar enn mítt eyga vendur.
    Nei, onga aðra mynd mítt eyga sær.

    2. Tú fløvar hjarta mítt um bert eg síggi.
    Eitt lítið tekin her av tíni hond.
    Tað fløvar meg, ja, eins og summarlýggi.
    Um okkum skiljir bæði hav og lond.

    3. Hvar enn eg fari, minnini mær fylgja,
    um teg og hvørja løtu tú mær gav.
    Um teg nú teskar hvør ein lítil bylgja,
    um teg nú teskar hetta stóra hav.

    4. Alt her á jørð kann fána burt og kølna,
    men kenslur mínar liva, doyggja ei.
    Fyrr skal hvør blóma doyggja út og følna.
    Fyrr eg skal gloyma, ganga aðra leið.

    5. So vist sum sólin enn á himli lýsir,
    hin sama stjørnan enn sum áður stóð.
    So vist mítt hjarta heitar kenslur hýsir.
    So vist eg lata vil mítt hjartablóð.

    6. Eg sendi tær nú heilsu yvir havið,
    og til tey børn tú givið hevur mær.
    Eg elski tykkum nú og allar ævir,
    eg minnist tykkum bert mítt hjarta slær.

    Sól til viðar gongur

    Orð: M.S. Viðstein
    Lag: Carl Mortensen
    Viðmerking: Yrktur í 1936

    1. Sól til viðar gongur,
    ei er dagur longur,
    stjørnurnar á himni hátt
    boða, at nú verður nátt –
    sól til viðar gongur.

    2. Sól til viðar gongur,
    náttardimmið hongur
    yvir bý og bygdarlag –
    liðugt er alt verk í dag. –
    Sól til viðar gongur.

    3. Sól til viðar gongur,
    tagnar fuglasjongur,
    vongur fjalir høvr gott,
    dúrar fuglur sælt á nátt. –
    Sól til viðar gongur.

    4. Sól til viðar gongur,
    eingin meir er fongur
    til teir menn á havinum,
    teir, ið royna fiskigrunn –
    Sól til viðar gongur.

    5. Sól til viðar gongur,
    títt er dagur trongur,
    mannasál og barnalund
    finna hvíld á kvøldarstund –
    Sól til viðar gongur.

    6. Sól til viðar gongur,
    ljóðar kvøldarsongur
    takksamt fyri dagsins stríð,
    tá í vestri bjørt og blíð
    sól til viðar gongur.

    Tá sjómaður kemur heim

    Orð: Thorbjørn Lisberg
    Lag: Norskt fólkalag

    So ofta eg á havið má
    fara burtur frá tær,
    heima sistur tú kæra
    har bíðar tú eftir mær.

    Tá sjómaður kemur heim
    so fegin maður tá er,
    og drongur sær skundar –
    til gentuna heim hann fer.

    Í ódn sum logn vit balast har,
    á havi verða so má.
    Í havn vit koma har bræv er,
    tá frætta vit heiman frá.

    Í land vit fara, spáka, kaga
    sýnisgluggarnar í,
    so, víða um vit koma –
    ja, mangan til stóran bý.

    So inn vit fara, keypa gentum
    – konum mangt, mangt og hvat.
    Børn tey ymiskt fáa
    og góðgæti afturat.

    Tá heim vit koma frøin er stór
    má vera hjá teimum og tær.
    Á bryggjuni tit eru
    og bíða tit okkum har.

    Hvat var verðin uttan Jesus

    Orð: Jákup Olsen
    Lag: Charles Crozat Converse

    1. Hvat var verðin uttan Jesus!
    Hon av Gudi bannað varð,
    og um ikki hann varð føddur,
    enn sín deyðadóm hon bar;
    hon tá, stødd í hjálparloysi,
    var eitt myrkur uttan ljós,
    sum eitt skip í ódnarveðri
    uttan kumpass, uttan kós.

    2. Hvat er lívið uttan Jesus!
    Tað er tómt og myrkt og kalt;
    alt hitt góða her á foldum
    er við honum burtur fjalt,
    uttan hann er eingin gleði,
    eingin hjálp í trongd og neyð,
    eingin trygd og eingin friður.
    Eingin vón – bert grøv og deyð.

    3. Vinur, ert tú uttan Jesus?
    Ver ei longur uttan hann!
    Alt tað, sum er vert at eiga,
    eina hann tær geva kann;
    vilt tú verða fríur, sælur,
    bæði nú og alla tíð,
    tak ta frelsu, hann tær býður! –
    Ger tað nú, og kallið lýð!

    4. Æra, prís og tøkk til Jesus!
    Hann leið straff og dóm og deyð
    fyri teg og meg at loysa
    út úr vanda, sorg og neyð.
    Hann, sum kom við boð um hvílu
    til ta sál, ið byrðar ber,
    hann, sum forðum fallin reisti,
    enn í dag hin sami er.

    Mánin hann skein

    Orð: Bjarni Wiberg Joensen

    Mánin hann skein, skein yvir Føroyaland,
    Skein yvir dalar, fjøll og hvítan sand.
    Mánin hann skein, skein yvir alt, sum svav,
    skein yvir landið, Harrin okkum gav.

    Sjónin var mín, tað var eitt vetrarkvøld,
    blóman í urtagarðinum stóð køld.
    Sjónin var mín, tí elski eg mítt land,
    knýtt millum okkum er eitt ævigt band.

    Nýliga eg var aftur komin heim,
    longst sum eg hevði eftir øllum teim,
    sum standa mær og mínunm hjarta nær,
    tey elski eg so leingi hjartað slær.

    Stuttligt er tá tú er í tíni bygd.
    tá kennist í hjartanum sovorðin trygd,
    at tað tú sært, alt hetta tað er títt,
    tá slær títt hjarta aftur lætt og frítt.

    Mánin seg skjótt krógvar undir skýggj,
    kom tú vinur mín, hygg við mær og síggj,
    at hetta land tú sært í hesi nátt
    størst er av øllum, hóast tað er smátt.

    Jesunavnið aldri bliknar

    Orð: David Welander
    Lag: úr Zululandi
    Týtt: Alfred Petersen
    Viðmerking: Yrktur í 1923 eftir eitt evangeliskt møti í Oslo við íblástri úr Sálma 72.17, “Signað veri navn Hansara í allar ævir! Navn hansara skal liva, so leingi sum sólin skínur”

    1. Jesunavnið aldri bliknar,
    slítist ei av tíðar tonn,
    Jesunavnið aldri viknar,
    Guðs orð eru ævigt sonn.
    Tað ber boð til ung og gomul,
    gevur lív og frið í sál,
    og tað savna kann øll somul,
    leiðir sálir fram á mál!

    Niðurlag: Eg má elska Jesunavnið;
    frelsu, frið í tí eg fann,
    andans eld fekk í hans favni.
    Eingin frelsir uttan hann!

    2. Jesunavnið vakurt ljóðar,
    lat tað ljóma her á fold!
    Hann ta stóru gávu bjóðar,
    sælan frið til óreint hold.
    Óndskapur tað navn má skýggja,
    lygn og hatur flýggja má.
    Jesu navn vil rættferð síggja,
    tað Guðs ríki bygt er á.

    3. Í tí myrku nátt áminnir
    sum ein viti Jesu navn,
    og hvør hjálparleysur finnur
    inn í tryggu himmalhavn.
    Og tá sólin meir ei skínur,
    lýsir Jesu navn á nátt,
    og hin frelsti flokkur trínur
    fyri Guð og syngur hátt.

    Vilt tú meg elska

    Orð: Bjarni Wiberg Joensen
    Lag: Jens Lisberg

    1. Várið og summar, heystið er farið,
    veturin í mínum lívi er nær.
    Hugsunarsamur eg siti og stari –
    hugsi um lívið og ungdóm sum var.

    2. Hugdi uppá meg mín elskaða Urdi
    er alt tú sigur, mín elskaði, rætt?
    Ferð eftir ferð hon meg kysti og spurdi,
    elskar tú meg, góði sig mær tað satt.

    3. Vilt tú meg elska, tá hárið er gránað,
    tannleys og lamin, grenjut og blind.
    Snerkir tú tá, sum tá spikið er tránað
    eri eg tá sum ein lamskotin hind.

    4. Vilt tú meg elska tá eg eri gomul,
    bróstini hanga og rumpan er breið.
    Rukkut og skrukkut vit blíva øll somul,
    húðin mest minnir um turkaða seið.

    5. So skjótt sum hon doyði, mín elskaða Urdi,
    fekk eg mær aðra, sum rýmdi frá mær.
    Lættiliga gloymdi eg alt, sum hon spurdi.
    Tíðin er farin, men lívið tað lær.

    Tú dregur meg sum ein magnetur

    Orð: Poul F. Joensen
    Lag: Danskt vísulag

    1. Tú dregur meg sum ein magnetur,
    ein sól millum stjørnur ert tú,
    tú vænasta væna av øllum,
    so gyklandi, lokkandi prúð.

    2. Sjálvt sólin á hásummardegi
    er mær bert sum skuggin av tær,
    tú eygagóð ert sum Guðs móðir,
    Guð gævi, tú ognaðist mær.

    3. So leikandi lætt er títt lyndi,
    tín rødd sum eitt tónalag er,
    við kærleikans kvæði tú lokkar,
    sum fevnir um rúmd, lív og verð.

    4. Øll alskhugshormon og amøbur
    og hvørt eitt atom, er í mær,
    sum bróstbarnið at síni móðir,
    meg náttstjonan draga at sær.

    5. O, unna mær Harri ta sælu,
    sum hennara favni í býr,
    gev sess mín í himli til okkurt
    ásthungrandi vanlukkudýr.

    6. Á, kundi eg einaferð kyst teg,
    tín barm og títt dúnmjúka hold,
    í villasta ástleiki fevnt teg,
    tá var eg í himni á fold.

    7. Um einki eg av tær kann vinna,
    eg elski sum unglingur ørt,
    tí bládýpið í tínum eygum
    meg hevur í ørviti gjørt.

    8. Tú alfagra rúnarbant skaldið,
    í ørviti sveimi um teg,
    tó hevur tú yngt meg og ment meg,
    tú elskaða, signi eg teg.

    Kvøldarstjørnan bjarta

    Hoyr eg kvøði kvøldarstjørnan bjarta
    Tú sum glógvar bjørt á himlinum
    Ber tú heilsu við tær og av hjarta
    Heim til hennar’, ið eg hugsi um

    Vit frá Føroya veðurbardu klettum
    Settu kósina um stóru høv
    Stýrdu yvir sjógv og bylgjur brøttu
    Har sum mangur sjómaður fann grøv

    Tá í kvøld eg siti her som eina
    Eftir dagsins tunga strev, ið var
    Nú mín hugur hagar heim man sveima
    Heim til hennar’, ið mær er so kær

    Tó eg leingist, veit eg, hvat enn hendir
    Lítur hon fult og trygt á meg
    Í tí lítlu bygd við Føroya strendur
    Veit eg at hon leingist eins og eg

    Kvøldarstjørnan, tá tú ljósið bjarta
    Letur glógva millum landanna
    Lýs tá fyri henni, sum mítt hjarta
    Sendir boð um trúgva kærleika