Aftur í 60’ini

    Orð og lag: Heri Nolsøe

    Við Beatlunum úr Liverpool,
    sum høvdu langt sítt hár,
    vit fóru gjøgnum 60’ini,
    tað følist sum í gjár.
    Teir sungu seg í hjørtuni
    við lagnum “Yesterday”,
    á øllum heimsins hittlistum tað uppá tindin fleyg.

    Aftur í 60’ini
    vit fara nú á ferð,
    til tónleikin og fótbóltsspæl,
    kom við í Gundadal.

    Garrincha, Cruijff, Pele og Hurst,
    eitt væla mannað lið,
    teir skiftust um at vera størst,
    at vinna dystarstig.
    Tá heimsins kapping lokin varð
    og steypið upp um høvd
    og gull um hálsin borið varð
    og sigurskvæði kvødd.

    Aftur í 60’ini
    vit fara nú á ferð,
    til tónleikin og fótbóltsspæl,
    kom við í Gundadal.

    Og Elvis sang um “Good luck charm”
    ja, alt var rock’n roll,
    Cliff Richard sang og spældi vakra lagið “Living doll”.
    Við “Flower Power” droymdu øll
    um eina betri verð,
    men hetta gjørdist mest ein psykodelisk dreymaferð.

    Aftur í 60’ini
    vit fara nú á ferð,
    til tónleikin og fótbóltsspæl,
    kom við í Gundadal.

    Og Shadows, Kinks og Rollings Stones,
    eitt løgið blandað kór,
    teir festu seg í huga mín
    og virðingin var stór.
    Og sjálvt um aðrir komu fram
    og sungu vakran song,
    so var tað teir í 60’unum, sum áttu hjartastrong.

    :: Aftur í 60’ini
    vit fara nú á ferð,
    til tónleikin og fótbóltsspæl,
    kom við í Gundadal ::.

    You are the one

    Orð: Jens Marni Hansen og Lena Anderssen
    Lag: Jens Marni Hansen

    I could be just another guy
    Love you
    then walk out of your life
    but I’m here
    for better or for worse
    I know the meaning of these words

    You are
    the one I’ll always love
    It’s new
    so let us take it slow
    You are my princess
    You’re the sun
    You are the one

    These eyes
    see nothing but your smile
    These feet
    will walk with you for miles
    These hands
    are empty without yours
    This heart
    has never been so sure

    It’s so good this feeling
    I know you feel the same
    It’s so good this feeling
    I know you feel the same

    Hugsa teg um

    Orð og lag: Jóan Petur Olsen

    Hugsa teg um man vera tað besta,
    áðrenn tú kross á blað skal festa.
    Har er lítið gott í at velja
    – tú lætt á hondini kanst telja.

    Vit neyðars apur mugu slíta,
    meðan tit sundur skulu býta
    alt tað, ið vit kunnu fáa,
    tit skulu undan okkum máa.

    Reiðarar og teir sær borgir byggja,
    meðan vit mugu standa og hyggja.
    Teir sær í pengum kunnu spegla
    – tað skuldi niður verið heglað.

    Tit sleppa undan hálvum skatti
    – tað er tykkum ein stórur lætti.
    Tit vita hvør ið má gjalda,
    tað neyvan eru teir, ið valda.

    Veðratátturin

    Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
    Lag 1: Vísulag
    Lag 2: Jens Marni Hansen

    Nú ein dagin á Vaglinum
    eg møtti einum kollfirðingi
    í keppi og koti og gummiskóm,
    hann skuldi sær niðan í tingið.
    Og klókt ting er at vitja Løgting.

    Tað var ein løta til tingfundur varð,
    so hann hevði hug at práta,
    tó fóru vit fyrst í eitt skýmaskot
    at leska okkum av tí váta
    Og slíkt vilja menn jú forbjóða.

    »Nú tosar hvørt mansbarn um fletting og skurð,
    øll vilja vera skarpast,
    fletta tey frens upp á seksti pund,
    tað má út í luftina varpast.
    Tí vektin er tað, sum ger tað.

    Hvør maður nú eigur ein radioveðr,
    og javnt við Krutchev seg metir;
    men høvdu teir vitað um veðrin hjá mær,
    so høvdu teir tagt tíbetur.
    Ei gott er við Krutchev seg meta.

    Hann gekk har heima í túninum
    tað gera væl veðrar flestir
    »Loytnanturin« varð hann kallaður,
    hann var sum ein stórur hestur.
    Og tað er so sjáldan slíkt hendir.

    Tá ið teir skuldu handla hann
    á rygginum ovarliga
    tú veitst, sum teir plaga at gera við seyð
    teir brúktu ein trappustiga.
    Ein slíkur er hentur av sonnum.

    Til morgunmatar fekk hann havragrýn
    best dámdi honum »Bio-Foska«,
    til døgurða oftast gullkorn og mjøð
    sum eftirbit tonglar og toskar.
    Tí fiskur er stakgott til veðrar.

    Í eini garagu vit drupu hann,
    vit bundu hann til eina styttu,
    men fyrst máttu vit bedøva hann
    við eitt sindur av dynamitti.
    Teir siga at tað er tað besta.

    Tá tað var brostið í eitt korter
    hann sást við høvdinum lava,
    at enda fall hann niður á knæ,
    og so fór Jens Andrias at svava.
    Ja, tað var ein óførur veðrur.

    Og, halga trettan, dett var eitt blóð,
    nei, ikki lýgur mín munnur,
    tað sprændi sum úr eini mánarakett,
    upp í trettan vælvaksnar tunnur.
    Slíkt hendir í Kollafirði.

    Høvdið tað máttu teir saga av,
    tá skuldu tit sæð gronir,
    men tá ið teir stungu á búkin hol,
    svímaðu átta konur.
    Og tær itu allar Simona.

    Vilini vóru sum brandslangur til,
    at rekja gekst sera trupult,
    tíggju ferð runt um garaguna
    tey rukku – tá lógu tey dupult.
    Ja, so eru vil á veðri.

    Og hvítanýruni tey vóru stór,
    eg havi ei sæð teirra líkar –
    eg svørji við mánaranguna,
    tey vóru sum grindakíkar.
    So fáum er slíkt beskorið.

    Sperðilin keyptu Geytamenn
    saman við einum sjafføri,
    teir fóru við honum beinanveg
    -í eini trillubøru.
    Tveir vóru á hvørjum armi.

    Men, veitst tú, í vombini funnu teir nógv,
    sum veðrurin hevði slúkað:
    ein automattelefon,
    tvey kúbein og fýra húkar.
    Og tó var hann altíð bundin.

    Eitt brotið elektriskt strúkijarn,
    eitt blikk fult av abrikosum,
    eitt knarvakot, eini spælikort
    tvey pør av svørtum hosum.
    Men tey forerdi eg burtur.

    Tálgina seldi til Havnar eg,
    fýrs merkur hevði eg eftir –
    men tað, sum eg læt, var ivaleyst
    til sirkus fimm túsund knetti.
    Og okkurt má Havnafólk fáa.

    Krovið limaðu sundur vit
    alt eftir gomlum skikki,
    á eini bilvekt vit vigaðu tey
    -hundrað pund upp á stykkið.
    Og tað var í minna lagi.

    Eg hongdi tey upp í ein nótahjall,
    men illani hevur gingið,
    maðkur kom í – sum fimmtummaseymar!
    Nei, nú má eg niðan í tingið.«
    Ja, tú, slíkt eru radioveðrar.

    So ganga míni ár

    Orð: Martin Joensen
    Lag: Ólavur Højgaard

    So ganga míni ár,
    í morgin var í gjár.
    Og heystið bankar á mín rút,
    so ganga míni ár.

    Eg klagi ikki, men
    so nógv er ógjørt enn;
    spurningar, ið vænta svar,
    so ganga míni ár.

    Eg minnist enn dreingin, ið droymdi.
    Dreingin, ið býr í mær enn.
    Hann kanska væntaði sær meir,
    í morgin var í gjár.

    Men tað ið er farið er farið,
    og tað ið er hent er hent.
    Og heystið bankar á mín rút,
    so ganga míni ár.

    Petur Keri

    Orð: Ingi Hansen
    Lag: Ingi Hansen og Jens Marni Hansen

    Ein ordans maður eri
    Eg eiti Petur Keri
    Ein føroyingur eg eri burturav
    Við langum myrkum hári
    Rayban fjalir tárið
    Svartur leðurjakki er eitt krav

    Mær dámar væl at mæla
    Ganga runt og playboy spæla
    Dugi væl at seta hárið, á dett knoss!
    Í Yndi fitness pumpi mína muskuløsu rumpu
    Undir brúsuni eg brúki Hugo Boss.

    Gamal drongur eri nú
    Hjá mammu havi búð
    Og hon sigur fá tær lív og vív
    Men lívið er ei lætt
    Eg finni ongan skatt
    Allar eru farnar tað er sætt

    Eftir konufólki hyggji
    Meðan bublugummi tyggji
    Snøggar diddur hava kjans at fáa meg.
    Í Dimmu eg vil lýsa
    eftir kvinnu eg vil hýsa,
    send tú umsøkn, so eg kann velja teg!

    Gamal drongur eri nú…

    Eg arbeiðsleysur eri
    Ja stakkals Petur Keri
    Eg ofta er smidaður til hús
    Tí eg vil verða stjóri
    Og sita á kontóri –
    við cigar í hond og vera kontórmús.

    Gamal drongur eri nú…

    Heimkoman

    Orð: Robert McBirnie
    Lag: Jákup Mortensen

    Hon kom til mín nú eitt kvøldið
    eg afturkomin var.
    Eg spurdi og hetta hon svarar:
    eg sannleikan vil siga fyri tær.

    Eg elski teg og bert tín vil vera
    men tekur tú meg ei eg veit
    at sorgina ei eg kann bera
    á í vónloysi tú meg hevur leitt.

    Ja, hvat skal eg gera, hon nú mín vil vera, men –
    tá eg burtur farin var, hon ein annan valdi sær.

    Ja, nú veit eg hvat eg vil gera:
    eina aðra eg finna mær vil,
    sum trúgv í móti mær vil verða,
    til deyðin okkum skilja vil.

    Ja, hvat skal eg gera, hon nú mín vil vera, men –
    tá eg burtur farin var, hon ein annan valdi sær

    Ja, nú veit eg, hvat eg vil gera:
    Eina aðra eg finna mær vil,
    sum trúgv í móti mær vil verða,
    til deyðin okkum skilja vil.