Vágagellan

    Orð: Jóan Jakku Guttesen
    Lag: Magnus á Stongum

    Kastar og heintar og filar og dregur,
    tolin hon bíðar til eg bíti á.
    Tað er bert eitt, hon í kvittanum hevur,
    ætlar sær fong heim til húsa við sær.
    Kaldur og sveittur, ein ørvitisfiskur,
    eri eg, tá vágagellan er nær.

    Fast er, ei nyttar at skrykkja ímóti.
    Fast er, hon dregur meg, hvagar hon vil.
    Hvat skal eg siga, og hvat skal eg gera,
    eg havi mist alt mítt vit og mítt skil.
    Lat meg bert tiga, lat hana bert ráða;
    eingin er sum Vágagellan hjá mær.

    Hon krøkir seg í meg og slítur meg sundur,
    fýkur avstað við mær, eg veit ikki hvar.
    Einki kann bjarga mær, hon er eitt undur,
    eg eri ein drumbur og eg fylgi við.

    Bakka fram

    Orð og lag: Jóan Jakku Guttesen

    1. Ongantíð vart tú borin á lógvum,
    tú fórt ikki úr skúla við prógvum,
    ongantíð hevur tú sitið í flógvum
    sessum og bara dusað tær.

    2. Legði til brots, tá tú vart so frægur,
    baldist á sjónum og royndist sum maður,
    árini slitu, tí strævin var dagur,
    nú hevur heilsan svikið teg.

    Jú tú, jú tú, víst ert tú aftur
    – jú tú, jú tú, jú mín sann –
    vigaður og funnin ov lættur,
    tú hevur altíð bakkað fram.

    3. Stendur tú nú her sum ein hundur,
    pikkar á dyrnar og væntar eitt undur.
    “Kom aftur seinni, tí her er fundur!
    Aftur ein kreppa fyri stavn.”

    4. Fundurin lokin og úrslitið skrivað:
    Alt ov leingi hevur tú livað
    yvir evni og brúkt, sum teir siga,
    yvir gevind og meir afturat.

    Ongan veg

    Holgar Jacobsen
    Orð: Jóan Jakku Gutteksen
    Lag: Holgar Jacobsen

    Eg eigi mær ein góðan vin
    Sum næstan dugur gand
    Vit halda at vit eru nakað serligt
    ìmillum fjals og fjøru
    Sita vit og halda hond
    Tey siga mær at her er í so berligt

    Eg andi djúpt
    Ah nei-eg fari ongan veg
    Eg havi alt-eg havi teg

    Tá hvirlur kama brestandi
    og leika í sum ørt
    Og vilja bara taka meg av fótum
    Tá standi eg í túninum
    Og nevi upp í loft
    Og flenni hart at slíkum fjákalótum

    Eg andi djúpt
    Ah nei-eg fari ongan veg
    Eg havi alt-eg havi teg

    Vit høvdu góðan dag í gjár
    Og eina mjúka nátt
    Og aftur fingu vit ein dag í morgun
    Har út liggur Mykines
    Og verjir mína borg
    Har uppi kemur flogfarið úr London

    Eg andi djúpt
    Ah nei-eg fari ongan veg
    Eg havi alt-eg havi teg

    Kvørkveggjan og eg

    Holgar Jacobsen
    Orð: Jóan Jakku Guttesen
    Lag: Holgar Jacobsen

    Her við morgungluggan
    kvørkveggjan og eg
    heilsa nyggja degnum
    sum nú er á veg
    kaffikrúss í karmi
    sól á grannatak
    líðirnar í grønum
    røðirnar á rað

    Her er gott at vera
    hesa morgunstund
    her er gott at vakna
    eftir góðan blund
    hetta er mín heimur
    hetta er mín verð
    kvørkveggjan í trænum
    svarar jú so er

    Bygdin fer á føtur
    bygdin fer í gongd
    rembir sær og geispar
    fer úr síni song
    kvørkveggjan í trænum
    hoyrist langan veg
    jú vit bæði trívast
    kvørkveggjan og eg

    Upp á tá

    Orð og lag: Jóan Jakku Guttesen

    1. Hon er her í kvøld, stendur har so svinn,
    hyggur onkran annan veg, tá eg tríni inn,
    letur sum um hon ikki visti av,
    at tá av er tornað, kemur hon við mær.

    Niðurlag: Upp á tá leitar hon,
    upp á tá sveimar hon,
    skimast rundan um seg,
    hyggur eftir mær.

    2. Og nú trínir hon spelkin fram á gólv,
    yndislig og von, líkasæl og køld.
    Men eg síggi tað, eingin annar sær,
    síggi at hon dansar bara fyri mær.

    3. Onki hóvasták ger hon burtur úr,
    tá hon biður meg koma út í tún.
    Veika hjarta mítt togar hon við sær
    fram um hundrað onnur gjøgnum larm og vas.

    Annan sang

    Orð og lag: Jóan Jakku Guttesen

    Her standi eg í havnargøtum og lýði á
    Meðan hinumegin vegin
    stendur kinnreyð og fegin
    Hon og sigur frá
    um hin stóra dagin, tá ið hon friðin fann,
    og eg hugsi við mær sjálvum
    at tann friðin sum eg átti
    tók hon við sær tá

    Fyrr sang hon sangir um kerligheit
    um erotikk yvirhøvur
    nú syngur hon um ta stóru herligheit
    sum hon fann millum systrar og brøður

    Hennara mjúka rødd ein kaldan vetrardag
    vekir minnir, sum eg royni
    krógva burtur, men eg gloymi
    bæði tíð og stað.
    Hómi annan sang og onnur eygnabrá
    og eg hugsi við mær sjálvum
    at eg havi altíð verið hálvur
    líka síðan tá

    Rúsevnistoka

    Kim HansenTerji RasmussenKaj Johannesen
    Orð: Kim Hansen, Terji Rasmussen, Kaj Johannesen og Jóan Jakku Guttesen
    Lag: Kim Hansen

    Ferðist í rúsevnistokuni
    triðja ølin í morgun
    Har sita nøkur í stovuni
    eg kenni ei tey, kenna tey meg

    Eg minnist meg væl í gjár
    velji at gloyma í morgin
    Men í dag er all right
    eg eri fit for fight
    og eg havi enn mín gamla guitar
    tað einasta tú ikki tók við tær

    Bryggjaríið er opið nú
    hvat siga tit til tólv øl
    Eitt, tvey, trý, fýra ein taxa bil
    og so gloyma vit alt um tøl

    Eg havi útsett mítt arbeiði
    eg havi útsett teg
    Men í dag er all right
    eg eri fit for fight
    og eg havi enn mín gamla guitar
    tað einasta tú ikki tók við tær

    Blundandi inn í tveytúsundi
    tankarnir farnir á flog
    Hvat er tað millum blues og meg?
    Er verðin við at tørna?

    Dagarnir fara
    eg sigi tær bara
    gloym tú teg sjálvan
    men minst til meg
    Finnur tú sangin
    ið slóðar tín veg
    Minst til!!!
    Eg bað ikki um teg!

    1001 nátt

    Orð og lag: Jóan Jakku Guttesen

    Eg vil halda fast um teg, eg vil kína tær eymt,
    eg man ongantíð skilja, tað sum mær er hent.
    Eg má framvegis undrast á kærleikans mátt,
    eftir 1001 nátt.

    Eg vil taka hvønn dag, sum hann kemur og fer.
    Tí tú letur meg vita, hvat hvør dagur ber.
    Og eg elski og hevji teg líka so hátt.
    Eftir 1001 nátt.

    Hvat um tað, um tíð fór til spillis.
    Hvat um tað, um tað tók sína tíð.
    Tá vit fingu at síggja at einki er lánt.
    Eftir 1001 nátt.

    Og eg elski og hevji teg líka so hátt……

    Hvat um tað……

    B tríati og seks

    Orð: Petur Øster, Rudolf Joensen, Jóan Jakku Guttesen og Terji Rasmussen
    Lag: Terji Rasmussen

    Kom nú allir mínir menn
    Kom, koyri á í senn
    B 36

    Í millum trý og seks
    vit, eg og tú og teir
    er tað vit síggja rætt og slætt
    Tað specifikka er
    at tú ert her
    og ver vælkomin inn í tína rætt

    Um tú ert hann og hon
    konkav ella konveks
    er pláss hjá tríati og seks
    Ert tú til stuttleika
    ella til álvara
    so verður tú nokk ikki heilt perpleks

    Kom nú allir mínir menn
    Kom, koyri á í senn
    B 36

    Um tú ert vippari
    ella góður strippari
    so eru vit tó trý til sex
    Vit hugsa positivt
    tú kanst siga hvat tú vilt
    áh nei, vit brenna sgu da onga heks

    Shaga laga laga la
    øll uppá tá
    B tríati og seks – so flott
    Eitt felags endamál
    við lív og sál
    ja, her er stuttligt og her er so gott.