Eitt skýggj av trúgvum vitnum kring okkum rørir seg

    Orð og lag: Conrad Björkman
    Týtt: Jóan Petur Jacobsen

    1. Eitt skýggj av trúgvum vitnum kring okkum rørir seg,
    sum forðum hava gingið myrka pílagrímaveg;
    so hart teir mangan stríddu, men sigrað hava nú,
    tí á ein Guð almáttugan teir allir hava trúð.
    :,:Teir allir hava trúð,:,:
    tí á ein Guð almáttugan teir allir hava trúð!

    2. Av teim, ið vunnu sigur, tú Ábraham jú sær,
    ið trúði, har hann ikki sá, – til skammar aldri varð!
    Hann trúarfaðir gjørdist, Guðs trúgvi vinur, ja,
    hvør gleði, vára fedra Guð hin sami er í dag!
    :,:Hin sami er í dag,:,:
    hvør gleði, vára fedra Guð hin sami er í dag!

    3. Tá trælir í Egyptalandi ákallaðu Guð,
    úr teirra svára trælahúsi leiddi Hann tey út
    ígjøgnum oyðimørk, heilt til Kána’ans sælu strond,
    tað lønar seg at leggja alt í Harrans tryggu hond!
    :,:Í Harrans tryggu hond,:,:
    tað lønar seg at leggja alt í Harrans tryggu hond!

    4. Tey brøgd, ið Dávid gjørdi, her siga skal eg frá:
    Hann leyvu, bjørn og filistar í trúnni kundi slá!
    Tá fígginda vit møta, vit ræðslu kenna, men
    tann Guð, ið Dávid sigur gav, Hann er hin sami enn!
    :,:Hann er hin sami enn,:,:
    tann Guð, ið Dávid sigur gav, Hann er hin sami enn!

    5. Og Dánial í Bábel so fullan sigur vann,
    hann bað til Harran, sjálvt um stórir harrar løgdu bann!
    Ei leyvur kundu skala, sjálvt um tær vístu tenn,
    tann Guð, ið frelsti Dánial, Hann er hin sami enn!
    :,:Hann er hin sami enn,:,:
    tann Guð, ið frelsti Dánial, Hann er hin sami enn!

    6. Á lívsins tronga vegi teir trúgvir hildu stand,
    og vunnu gjøgnum sína trúgv tað dýra Himnaland.
    Kom, mót tí Landi stunda, sum fedrar hava sæð,
    tí Harrin Guð Yahshua enn hin sami er í dag!
    :,:Hin sami er í dag,:,:
    ja, Harrin Guð Yahshua enn hin sami er í dag!

    Djúpt í skógi piltur gekk

    Orð: C. O. Rosenius
    Lag: O. Ahnfelt
    Týtt: Jóan Petur Jacobsen

    1. Djúpt í skógi piltur gekk,
    yvir honum mjørkin hekk,
    dimmið seig um skógin, har
    piltur var.

    2. Dagurin hann skjótt tó leið,
    men tað varnast piltur ei,
    einsamallur – vilstur sat
    hann og græt!

    3. Græt og hugsaði: ‘Eg man
    her í kulda stirna kann,
    fjalt er faðirs hús á høvd
    tokukøvd.

    4. Men sum svárast var, sí, tá
    tokan veik og sólin sá,
    lýsti staðið – og har lá
    heimið tá!

    5. Alt nú gjørdist ljóst og gott,
    piltur meir ei fall í fátt;
    heim og faðir vóru nær,
    – alt var har!

    6. So Guðs barn um ofta tú
    ert í myrkri, kanska nú
    veitst ei hvar tú komin er,
    hvar tað ber?

    7. Handan dimmu skýggj tú sært,
    sólin skínur klárt og bjart,
    og tá tokan køvir leið
    óttast ei.

    8. Sjálvt í tíni tyngstu stund
    gevur Guð tær frið í lund;
    sama Faðir hevur tú
    tá sum nú.

    Jesus setir spurning

    Orð: Arnold Børud og Kjell Fjalsett
    Lag: Arnold Børud
    Týtt: Jóan Petur Jacobsen

    1. Jesus setir spurning
    fram til tín og mín:
    Hvønn skal eg senda fyri meg?
    Hvør vil bera boðið um,
    at Gud er kærleiki?
    Vinur, vilt tú vera við?

    Niðurlag: Harri Jesus, send tú meg.
    Eg vil virka fyri teg.
    Alla tíð her á fold eg ofri tær,
    Harri Jesus, send tú meg.

    2. Skurðurin er stórur,
    men fáir arbeiðsmenn.
    Hvønn skal eg senda fyri meg?
    Henda spurning fært tú,
    ið trýrt á Frelsaran.
    Vinur, vilt tú vera við?