Lívsmynstur vevarans

    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Jóannes á Váli

    1. Um lívsmynstrið fløkt tykist vera og høpisleys
    vevarans sløg, um mangt er, sum tungt er at
    bera, og vikna tey riðandi knø, um sansir og
    evni enn bila, og menningin tarnað enn er,
    Gud hevur tó alt so tilskilað, at brek hann til
    signingar ger!

    2. Alt tykist sum endar og knútar, og lívsmynstrið
    rangvørgt sær út – sum lepar og kloddar og
    klútar – tú nívist av sorg og av sút. Men ein dag
    er lívsmynstrið endað, og vavið, sum ranguna
    ber, á rættuna Harrin skal venda og vísa: Gud
    kærleiki er!

    3. Tá skjúttilin ei meira gongur, og Gud dregur
    vadmalið frá, og bummurin slær ikki longur, tá
    fullvæl vit skilja hans ráð, hví júst hinir
    myrkastu træðrir, sum gylla tey ljósastu bond, í
    mynstrinum gjørdust so fagrir í Meistarans
    alkønu hond!

    4. Tá loypur hin lamni av gleði, hin deyvi tá
    hoyrnina fær, hin menningarveiki fær megi, hin
    blindi til fulnar tá sær! Hin brekaði tá verður
    grøddur, og burt svinna sárki og sár, hin
    sinnistyngdi – nú møddur – tá turkað fær
    burtur hvørt tár!

    Hin tíma í Getsemane

    Orð: Edward Payson Hammond
    Lag 1: Asa Hull
    Lag 2: Jóannes á Váli
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Hin tíma í Getsemane
    eg aldri gloyma kann,
    tá eg í sveitta blóðigum
    fekk sjá hin Gud og mann.

    Niðurlag: Eg gloymi ei, eg gloymi ei,
    eg gloymi aldri teg,
    tá tú á knæ í angist lást
    har í Getsemane.

    2. Tá ið eg fór í andanum
    í urtagarðin har,
    eg sá, hvør tungt, ið dómurin,
    áh, Jesus, lá á tær!

    3. Í deyðans kvøl og angist tú
    av øllum svikin vart,
    og aldri, aldri fati eg,
    hvat tá tú, Harri, bart!

    4. Og um tú kaldan síggja skalt,
    áh, Harri, kærleik mín,
    tá minn meg á Getsemane
    og kvøl og sveitta tín!