Nær lyftir tú høvur, Føroya tjóð

    Orð: Jóannes Patursson
    Lag: Regin Dahl

    1. Nær lyftir tú høvur, Føroya tjóð,
    og krevur, at tú skalt ráða
    í hesum landi frá tindi í flóð?
    Sig, nær vilt tú frá tær sláa
    á teir, sum ei unna tær heimarætt
    í egnum bóli, sum nú er statt.

    2. Tú hevur ligið ætt eftir ætt
    og durvað í bjarnadúri.
    Nær vaknar tú, tjóð, til at krevja tín rætt
    og brótast úr stongdum búri,
    sum grept er um teg við harðan knút?
    Tú mátti tó roynt at klovið teg út!

    3. Ella hevur tann byrgingin boygt teg so
    í myrkastovuni inni,
    at dapurskygni eina ber boð
    frá tíni fjøtraðu vinnu?
    So royn tó at fetta teg aftur um bak
    og tak so tað munandi ódnartak!

    4. So mangur bliknaður er um kinn
    um veraldar kringin víða,
    tó eftir stendur stæld og stinn
    tann fjøld, sum for frælsi vil stríða.
    So breðga ei heldur tú úr ætt,
    men rúk á føtur og krev tín rætt.

    Skortlands bani

    Orð: Jóannes Patursson
    Lag: Kvæðalag

    1. Upp at stríðast, skortlandsmenn,
    vendið saman bøkum,
    tit skulu fremja útreiðina,
    ið frekir eru í tøkum.

    Niðurlag: Glymur dansur í høll,
    dans, fremjið ring,
    glaðir ríða Noregis menn
    til hildarting.

    2. Tit skulu fremja útreiðina,
    hirða ei um minni,
    ganga so í fjallið upp
    og grípa tann greppin inni.

    3. Hans er heiti Skortlandsbani
    – nú er tíð at hevna –
    skulu so frægir heiman ríða,
    beint á tussan stevna.

    4. Inni situr hann Skortlandsbani,
    í ríki hevur hann ráð,
    trøllini tysja utan um hann,
    ikki fæst tølur á.

    5. Seigt er forna risakynið,
    grimt er móti at líta,
    stígið nú sterkt á stinnan legg
    og vitið, hvat brandar bíta.

    6. Tit skulu bróta risans høll,
    tussan taka á hondum,
    fella niður liðið alt
    og loysa menn úr bondum.

    7. Taka so av honum londini,
    tað eru várar krásir,
    hvørva skulu úr heimanhøll
    fornar risarásir!

    Toka liggur, køvir av

    Orð: Jóannes Patursson
    Lag: Ámundur Berthelsen

    1. Toka liggur, køvir av
    bæði torp og borg;
    svevur alt, sum fyrr tað svav
    enn foruttan sorg.

    2. Trilvar onkur undir garð
    og vil sleppa inn
    til at vekja fólkið har,
    náði Gud hans skinn.

    3. Sova vilja allir enn,
    vilja hava frið;
    sova konur, sova menn,
    unga fólkið við.

    4. Svevur sína æviskeið,
    ansar onga streym;
    gávi Gud, tað vaknar ei
    við ein kaldan dreym.

    5. Svevur út og inn um dyr,
    droymir sjáldan beint;
    gávi Gud, tað vaknar, fyrr
    enn tað er ov seint.

    Í døpurhuga

    Orð: Jóannes Patursson
    Lag: Vísulag (Súsonnu vísa)

    1. Dagur dettur av degi, vit kenna,
    at tíðin hon rennur so kvik;
    hon okkum kann temja,
    tí lítið vit fremja,
    tað kvinkar ikki enn eitt dik.

    2. Her standa vit nú og tøva
    og vita tó øll so væl,
    at tað er úr lagi
    við Føroya slagi,
    tað sleppur ikki upp í tal.

    3. Jú, draga ein tosk av grunni
    og hirða ein haka í mold,
    vinna pening úr mjøli
    av handli og sølu,
    slíkt brekar ei á Føroya fold.

    4. Men hvar er tann nevin, sum slær
    í borðið móti órættis lag
    og ripar á múla
    tann fremmanda skúla,
    sum drepur okkum dag eftir dag?

    5. Ei søga, ei mál, ei siður,
    sum lands várs eyðkenni er,
    við einum orði
    verður borið á borðið;
    tað er tó ein ribbalda gerð.

    6. Tað hýma tí dreingir og gentur
    á bekki sum fjákut lomb;
    hvat hava tey fingið
    á krákutingi?
    Jú, hyllng á at fylla upp í vomb.

    7. Lærdu tey at virða sítt land,
    sína søgu og sjálvan seg?
    Spyr tú tey bara,
    tey kunnu tær svara:
    Hvat tramin kemur slíkt við meg!

    8. Gud hann fyrigevi okkum,
    sum ganga og síggja hará,
    at slíkur ein siður,
    sum drepur oss niður,
    hann enn eigur landaráð.

    9. Um tað man vera tí, vit sjálvi
    hava dansað tann sama dans
    í somu sporum
    sum børn í forðum,
    tí geva vit hesum ongan ans.

    10. Tað sýnist, várt skinn er so seigt,
    at als einki bítur hará;
    um vit sjálv verða stolin,
    vit eru líka tolin
    og mutla bara: “Skitt, lat gá!”

    11. Um tægr tó og blóðsdropi eftir
    er enn av norrønum slag’,
    so hevjið upp orðið,
    og sláið í borðið:
    “Vit tola ikki longur hetta lag.”

    Sjá hesi fjøll og tindar

    Orð: Jóannes Patursson
    Lag: Langt burt frá øðrum londum
    Viðmerking: Yrktur heim eftir gøtuni frá Reynsmúla.

    1. Sjá hesi fjøll og tindar!
    er hetta landið mítt?
    Er hetta tað, sum fedrar várir nomu?
    Og hava vit tað arvað væl eftir teimum frítt,
    so her ráða slektirnar tær somu?
    Og nei og aftur nei! tað er minni enn so,
    tí heimarættur vár hann er rikin á flog.
    – Sig so, her ráða føroyingar í Føroyum!

    2. Tí annaðhvørt fjallið er farið undir kong,
    latínskúli vár datt fyri bakka,
    og løgtingið rykt er frá stýri aftan úr rong
    og samankroyst á tvinnar danskar krakkar.
    Várt móðurmál fekk læstan kjaft –
    nú er ei annað tos
    enn eingilskar rukkur og danskt dumbubos –
    sig so her ráða føroyingar í Føroyum!

    3. Ja, so er manna hugsan, og so er manna trú,
    at heimaráð er einki uttan eiti;
    tað tykist okkum fjálgast at vera eins og kú,
    ið livir væl í sínum heimabeiti.
    Men sáran hoyrast hvinini úr homrum hvølt og ørt:
    “Á, neyðara landsmenn, hvat hava tit gjørt!
    Tit dripið hava føroyingin í Føroyum.”

    Stígum sterkir og stígum við hógv

    Orð: Jóannes Patursson
    Lag: Vísulag (Svend Vonved)
    Viðmerking: Yrktur til føstugangsdans í Keympannahavn í 1903.

    1. Stígum sterkir og stígum við hógv,
    stíggjar roynið og bláan sjógv,
    mangt metar osum ímóti,
    mennist tó menskir í hóti!

    Fram, stígum føroyingar fremri!

    2. Vesalur sigur: “Eg veit eingi ráð,
    vandi er í hvørjari vrá;
    føroyingar eru so smáir,
    fjallmenn eru ov fáir.

    3. Reka til spekingar duga vit ei,
    reikar hvør á rangari leið;
    vinnist tí vána bjargur,
    alt verður rami vargur.”

    4. Kappin kvøður, hann keksar av stað:
    “Kann væl fáast eitt annað lag,
    fjallmenn koma í vana,
    teir nýliga fóru at tæna.

    5. Ein fór fram við øgiligari skundan,
    annar gánaði, hin triði legði undan,
    hin fjórði helt í sunnan, hin fimti í vestan,
    hin sætti í norðan, hin sjeyndi í eystan.

    6. So ókønir fóru teir í fyrsta dyst,
    so teir mundu alla gonguna mist,
    men nú faram ætir hagan at kenna,
    menn nema hógv til støðil at renna.

    7. Tá gerast teir ikki ov fáir,
    tó teir á tóni eru lágir;
    halda teir saman hendur,
    helst ikki verða teir bendir.

    8. Um einhvør tá spjálkar burtur úr parti,
    ja seks og sjey í sama darti,
    tað verður tó nóg mikið eftir,
    tað, svørji eg, ikki grettur.”

    9. Eingin kann ætla, hvat ið smáir vinna:
    alt, tá teir sannleikans vegin finna,
    eingin, hvat teir kunna lyfta,
    trú kann bjargið flytta.

    Fram, stígum føroyingar fremri.

    Til Føroyafólk

    Orð: Jóannes Patursson
    Lag: O. Westermark
    Viðmerking: Yrktur til fólkafund á Hvalvíksskarði í 1898.

    1. Av góðum ert tú sprottin,
    og sýn ja sýn tað nú;
    nú munar mest um máttin,
    um áræði og trú.
    Tú vaknaði, men sig mær:
    Er vøkan álvara?
    Tá far ei aftur við tær
    rætt sum við torpara.

    2. Ár eru nú umlopin,
    í tingstovu tað var,
    tá settist durur opin
    her heima í vár garð,
    tá rann norrøna blóðið
    og birti eld í sál;
    vit minnast enn á ljóðið,
    tað var: Várt frælsismál!

    3. Tá durur settist opin,
    tá einmælt øllum var:
    nú føroyingur er lopin
    um hægsta borgargarð;
    teir bundnu og teir veiku
    og teir, sum feldu tár,
    teir følnaðu og bleiku
    – nú grógva øll vár sár.

    4. Og fúsur hvør til verka
    tá beyð fram reystan arm,
    tann veiki hjá tí sterka
    studdist við breiðan barm,
    og aldri sendi glæman
    slíkt ljós um Føroya land,
    sum tá ið alt rann smaan
    í fosturbrøðraband.

    5. Ja, fagri jólafundur
    – tó minnið einans er –
    nú brotið er í sundur
    alt, alt, tú bygdi her;
    dreygur í hvørjum skoti,
    og trøll í hvørji vrá,
    vit toldu ikki lotið,
    men róku undan tá.

    6. Av góðum ert tú sprottin,
    og sýn, ja sýn tað nú;
    nú munar mest um máttin,
    um áræði og trú.
    Menn teg á øðrum sinni,
    oyggjafólk alt í kring,
    legst ikki niður inni,
    kom fram aftur á ting.

    Fjallatussin spenti føtur

    Orð: Jóannes Patursson
    Lag: Ja, vi elsker dette landet
    Viðmerking: Yrktur tá føroyingafelagsmenn gjørdu politiska stevnuskrá sína til fólkatingsvalið í 1901.

    1. Fjallatussin spenti føtur,
    setti á og dró,
    royndi Atlants bláu gøtur,
    upp um beltið vóð,
    vildi oyggjum várum vika,
    hin mikla klettamúr,
    men hann fekk tær ei at skrika,
    summum skrædnaði úr.

    2. Armóð, svongd og aðrar trongdir
    nívdu tá á teim
    sum ein bláúr fossur, sprongdur
    yvir heitan eim.
    Ikki fekst tað tó at kólna,
    Noregs blóðið balt;
    enn var ikki landið følnað,
    ei fekst øskukalt.

    3. Dvørgamál í fjøllum inni
    kvað so fagurt lag:
    Aftur enn á einum sinni
    sæst á bjartan dag;
    risin gat ei sigur vunnið,
    armóð fell í fátt.
    Nú á beina leið er funnið;
    takið upp annan tátt!

    4. Skortaberg til fjals og strendur
    er tess alvæl vert,
    at vit taka saman hendur,
    halda fast og sterkt
    um tað heimið, okkum aldi
    upp til vaksið fólk,
    vit á risum bera valdið,
    fylkja allir seg í bólk.

    5. Máttloysi má líka víkja,
    nívan tess so tung
    skal her ikki longur ríkja,
    nú gerst megin ung;
    Føroyar eiga reystar dreingir,
    megnarkvinnur við;
    ikki hokna akslastreingir,
    roynist oyggjalið.

    Fylkist nú føroyingar saman í bólk

    Orð: Jóannes Patursson
    Lag: Nú eru kvøldini myrk og long
    Viðmerking: Yrktur á føstulávint í 1902.

    1. Fylkist nú føroyingar saman í bólk
    og vitið, hvat tit duga
    at ríva frá hondum, tí Føroya fólk
    tað skal ikki longur knoða
    tann blending, sum eingin stirðil er í;
    men rembist nú so, at upp rennur tíð
    slík, sum áður í fyrndini var,
    tá ið Tróndur várt skjaldarmerki bar.

    2. Tó máað er gamla Føroya land,
    so er tó kynið ei fúgvið;
    tann harði klettur sum skjaldarrand
    hann stendur enn móti súgvi;
    um menn eru fáir, so skuldi tað batt,
    at teir eru sprotnir av norskari ætt:
    tað var álit á mátt sín og magn,
    sum var norðmanna óðal og gagn.

    3. Treystur er mergur í kongum enn,
    og hart er beinið í manni;
    stálkyntir, knáir roysnismenn
    ríkja í Føroya ranni –
    vilja teir fetta seg aftur á bak,
    tá kunna teir taka eitt ódnartak:
    tí tey standa á fornari grund,
    bæði garpar og vælborin sprund.

    4. Tilfar trýtur teim ikki nú
    til bygging á gomlum støði –
    skuldi tá teimum trotið trú,
    áræði, magn og frøði
    at endurnýggja ta borg, sum small,
    tá gamli Tróndur í Gøtu fall,
    og sópa burt dumbu og bos
    og eitt jarðgrógvið matmaðka tos?

    5. Nei, nú gerst gleimur í homrum hátt,
    tí ei tvørrar álit og hugur,
    borg verður bygd frá grundum brátt,
    sum sýnir, at dyggur er dugur
    í føroyings barmi væl enn sum fyrr,
    tí opnar hann nýgjørdar hallardyr,
    og hann býður sær sjálvum í stól
    í sítt hvíldsæla gamla heimaból.

    6. Har sessast vit nú sum á fornari tíð
    ovast við hallarborðið;
    sá er eingin við vára lið,
    ið mætari eigur orðið;
    nú kitlar í gripinum droyrin tann,
    sum føroyingur aftur hjá føroyingu fann;
    tá um borðið á valmanna hátt
    vær stígum fram at kvøða annan tátt.