Varmakelda

    Hans Andrias DjurhuusJógvan á Lakjuni
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Jógvan á Lakjuni
    Viðmerking: Gamalt var at søkja sær heilsubót við Varmakeldu sunnan fyri Fuglafjørð gomlu jóansøkunátt.

    1. Tá grasið spratt í dølum,
    og alt var fjálgt og gott,
    og bar ímóti sumri og jóansøkunátt,
    tá hvør ið sjúkan nívdi og ei visti lækna sær,
    hann fór til Varmakeldu at verða grøddur har.

    2. Tá róðu mong á firði,
    mong gingu upp um fjøll.
    Mariusongin sungu tey so hjartaliga øll.
    Tí summar var og hiti og vón í hvørji sál. –
    Á Varmakeldueiði um dimmið brunnu bál.

    3. Har kendist høgt at lofti
    og langt á óndskapsmið.
    Fró sótu tey hjá keldu í semju lið um lið.
    Tey tóku upp í lógvan og drukku heilsubót;
    so tváaðu tey andlit og hond og bróst og fót.

    4. Men sál og troytta hjarta
    tey vórðu aftur yngd,
    og eingin kendi ótta, og eingin kendi tyngd.
    Tí Harrans móðir blíða hon kysti hvønn og ein,
    sum kendi sær av sjúku
    og vondum tonkum mein.

    5. Sjá, grasið grør í dølum,
    og loft er fagurt blátt –
    tað ber ímóti sumri og jóansøkunátt.
    Mær leingist tí at skøða mín arma, mødda fót –
    á Varmakeldueiði eg vinni heilsubót.

    6. Og eg vil fegin fjakka um fjøll í grønum skrúði –
    og trúgva alt tað aftur, sum fedrar mínir trúðu.
    Og syngja Mariusongin og birta brand í bál –
    tí grasið grør í dølum og vón í hvørji sál.

    Gróður og fleyr av útsuðri

    Orð: Ismar Joensen
    Lag: Jógvan á Lakjuni

    1. Gróður og fleyr av útsuðri
    sól gyllir landið so blíð.
    Vón fyri avburðar skurði
    tykist at vera í tí.
    Grøsini grøn,
    blomstrini vøn
    landið í summarskrúð klæða.

    2. Úr teimum lindum, sum dugna
    lívsmátti teirra og fragd,
    finna sær sóljurnar hugnað
    í hini vátligu lægd.
    Gilið er gult,
    yðjandi fult
    av sóljum og sóljubørnum.

    3. Smæra og rølikkur kýtast
    við annan vøkstur úr mold,
    ikki man smáblómum nýtast
    smæða seg burtur á fold.
    Vøkur hvør sær,
    angandi tær
    lendið við litum uppskrýða.

    4. Ymiskar litfagrar blómur
    vaksa kring um allan heim,
    víst kendist heimurin tómur,
    um hann bar saknin av teim!
    Við síni brá
    hvørt lítið strá
    lovprísar skapara sínum.

    5. Menniskjan er sum ein blóma,
    vøkur á sumri at sjá,
    skapt til Guds dýrd og tann sóma,
    summarið ævigt at fá;
    treyt er, at hon
    trýr á Guds Son,
    sum henni sæluna veitir.

    Nú farast allar rósur, nú følnar hvørt eitt strá

    Orð: Emilie Thorup
    Lag: Jógvan á Lakjuni
    Týtt: Ismar Joensen
    Upprunaheiti: Nu falmer alle roser

    1. Nú farast allar rósur, nú følnar hvørt eitt strá,
    við frosti kemur vetrartíðin kalda.
    Enn blómar tó ein rósa, hin fagrasta, eg sá,
    sum aldri ein í mold skal vita fjalda.

    2. Hon upprann í Guds hjarta, við krossins fót hon fann
    sín gróðrarmátt í Jesu djúpu sárum.
    Sín lit og anga fekk hon av blóðinum, sum rann.
    Áh, lív, áh, vøkstur, størst av undrum rárum.

    3. So mong ein jarðarurtin við rósunavni her
    seg prýðir – áh! sum leyv hon burtur gulnar.
    Men um hin himmalrósa í barmi tínum er,
    tú trýrt, at deyðin tapa skal til fulnar!

    4. Meg knógvar eingin vetur, men várið ævigt er,
    tí eg á krossins gátu trúgva vildi,
    og á mín veg her niðri, hvørt stig mín fótur ger,
    sær Jesus mín við kærleika og mildi.

    5. Áh, góði Gud, hav tøkk fyri smáblómur á jørð,
    sum kærleikin oss fyri fót man breiða.
    Ja, góði Gud, hav tøkk, at tín vinur, ein og hvør,
    skal ævigt hava rósuna at eiga!

    Sólin er gull

    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Jógvan á Lakjuni

    Sólin er gull, og hon gyllir hvønn teig,
    lít móti henni, so villist tú ei.

    Hon ber tær sælu og signing í sinn,
    lat hana sleppa í hjarta títt inn.

    Sólin, hon vermir teg, gevur tær mátt,
    eigur tú hana, er onga tíð nátt.

    Sólin, á, sólin, nú roðar hon fjøll,
    vekur upp blómur og kyknini øll.

    Fevnir tey, kyssir tey, undurverk ger,
    vekur úr dvala alt lívið, ið er.

    Vend tær mót sólini – sólin teg ól,
    barn mítt, tú andar og mennist í sól.

    Ljósið svinnur

    Orð: Ellen Gøtzsche
    Lag: Jógvan á Lakjuni
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Ljósið svinnur yvir fjøll og fløtur,
    náttin breiðist yvir hav og lond;
    ljósins barn! Ein hvíldartími søtur
    bíðar tær í lívd av Harrans hond.

    2. Glaður tú til hvíld teg leggur niður,
    troyttur eftir dagsins verk og stríð;
    runt um teg og títt er Harrans friður,
    trygt tú sovnar Jesu favni í.

    3. Ei kann ónt í náttini tær náa,
    undir krossinum er lívd og skjól;
    har sum Jesus og hans friður ráða,
    finna ongar illar maktir ból.

    4. Skuldi tú so, áðrenn lýsir dagur,
    komið í hitt síðsta tunga stríð,
    ja, so opnast jú hin gylti staður,
    og tað verður ljós á kvøldartíð!

    Sá eg bros og eydnuleik

    Jógvan á Lakjuni
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Jógvan á Lakjuni

    1. Sá eg bros og eydnuleik –
    baldursbrá stóð føgur –
    leyv bar bjørk og gráa eik –
    ljósagrønur bøur.

    2. Erla millum túgvur smeyg,
    fjaldi seg í garði –
    yvir veltum teigi fleyg
    summarglaði stari.

    3. Alt var ljóð – og ung og fró, –
    ovurung var sálin,
    visti, hon í vøkstri stóð
    eins og eplanálin.

    4. Gekk eg tí ein heilan dag,
    visti neyvan, at eg
    gekk og bríkslaði og kvað,
    læandi av kæti.

    Várgleði

    Mikkjal á RyggiJógvan á Lakjuni
    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Jógvan á Lakjuni

    1. Vøkur er verðin í grønskandi vári,
    fríðlittar urtir nú næla úr mold.
    Sólin hin bjarta og himmalin klári
    oysa ein eld yvir livnandi fold.

    2. Gleði tær býður tað signaða várið.
    Alt, ið Gud skapti, seg kennir so glatt.
    Fara má sorgin, og flýggja má tárið.
    Hjartað nú leikar so frítt og so lætt.

    3. Elska tí lívið í fagrasta vári.
    Gleð teg sum fuglur við fragdarfult ljóð.
    Takka Várharra. So seinni á ári
    lætta og líva tær minnini góð.

    Burt renna dagar

    Orð: Levi Niclasen
    Lag: Jógvan á Lakjuni í 2010

    1. Burt renna dagar sum sandur í sáldi
    – árini fara, tú veitst ikki hvar.
    Fleiri tú fært ei, enn Harrin tær máldi,
    tað, ið nú er, verður einaferð var.
    Árini fara, tú noyðist bara
    royna at fylgja við, tíðin ei gevur grið.
    Dagurin nú er, í morgin hann var.

    Forløg vár leggja vit í Harrans hendur.
    Vit uttan hjálp eru vesæl og veik.
    Hjálpa Hann má okkum, tá á tað stendur.
    Biðja vit, ger Hann tað, aldri Hann sveik.
    Kristus er kongur, okkum ei longur
    nýtist at óttast, nei, Hann vísir gongda leið.
    Megna vit ikki, Hann flytur vár leik.

    Biðja vit Kristus nú hjá okkum vera,
    fáa vit frið, hóast ófriður er.
    Syndirnar várar Hann noyddist at bera.
    Golgatabragdið nú fræls okkum ger.
    Skuldin ei longur á okkum hongur.
    Okkum Hann keypti frí, vit nú og alla tíð
    skulu ei óttast, ið hvussu so fer.

    Lukka mín

    Orð: Astrid Joensen
    Lag: Jógvan á Lakjuni

    Fitta, lítla dukka mín
    er so góð við tummil sín,
    morgunsólin stavar inn,
    enn hon liggur líka svinn.

    Skjótt hon fer um morgunlond,
    hentar blómur lítla hond,
    gult sum sólja hennar hár,
    hon er bara tvey í ár.

    Dansar fitt á fótum smá,
    eyguni so rein og blá,
    leggur um meg bleytan arm,
    burtur rekur sálarharm.

    Tá er sól um alla leið,
    lítla hjartað veit tað ei,
    at meg lekja hennar kín
    – eingla lukkudukka mín.

    Morgunsongur

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag 1: Jógvan á Lakjuni í 1981
    Lag 2: Regin Dahl

    1. Gud, tú, ið tendraði mána og sól,
    gav øllum livandi anda,
    og var í vanda vár verja og skjól,
    bjargaði okkum úr vanda.
    Signa tú verkið, vit gera í dag,
    gev okkum gleði og lær okkum tað:
    Sterk móti syndum at standa.

    2. Signa várt eyga, at bara tað sær
    tað, ið er gott og kann menna.
    At tú ert altíð í neyðini nær,
    lat okkum føla og kenna.
    Legg okkum góðsku í hjarta og sál,
    leið okkum, Harri, hvar gøtan er hál,
    og har, ið áirnar renna.

    3. Dagarnir koma og líða so brátt,
    lær okkum tíman at nýta,
    so at vit vinna við ævinnar gátt
    skrúðið hitt skínand hvíta.
    Signa tú dagin og náttina við,
    og ver tú altíð við okkara lið.
    Lat okkum trygt á teg líta.