Tað var ein tíð

    Orð og lag: Eyðun Jacobsen

    Tað var ein tíð, í bróstið hjarta brendi
    Tín kærleiki til Jesus sterkur var
    Og hvønn ein dag, Guds nærveru tú kendi
    Tú kendi Hann í andanum so nær.

    Við streingjaleiki Gud tú vildi æra
    og spældi mangt eitt vakurt lovsongslag
    Tú sang tín sang um frelsara tín kæra
    Hann sum tær nýggja lívið vann ein dag

    Men hvat var tað sum fekk alt til at kølna
    Hvat fekk teg til at ganga aðra leið
    Hvat gjørdi so at títt lív fór følna
    Hvat gjørdi at tú nýggjar gøtur steig

    Ei longur tað í hjarta tínum brennur
    Tín kærleiki til Jesus horvin er
    Guds nærveru tú ei í bróstið kennir
    Og eingin bøn úr hjarta longur fer

    Ei longur syngur tú til Harrans æru
    Ei longur spælir tú eitt lovsongslag
    Og Hann tú segði ei tú vildi svíkja
    Er gloymdur, ei tú leggur stórt í tað

    Hvat batar tær at njóta heimsins gleði
    Og missa tað, ið áður var tær kært
    Tú gloyma vilt, at hjarta títt var fegið
    Ta tíð, tá tú í Gudi glaður vart

    Hví letur tú ei heimsins tónar tagna
    Hví vendir tú ei heim til Faðir tín
    Hann tá við opnum ørmum vil tær fagna
    Og varða teg í alla ævitíð

    Kom heim og syng lovprís til dýrdarkongin
    Kom heim og spæl títt vakra lovsongslag
    Úr munni, hjarta lat tú sigursongin
    Nú ljóma frá tær heilt til síðsta dag

    Gud er trúgvur, hann mær ei vil sleppa

    Orð: Ókendur
    Lag 1: Jógvan Mortensen
    Lag 2: Ókendur
    Týtt úr donskum: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: Gud er trofast – Han mig ej vil slippe

    1. Gud er trúgvur, hann mær ei vil sleppa,
    hann við hjálp í vanda er mær nær;
    um á sorgarleiðum alt vil gleppa,
    Gud er trúgvur, hann ein útveg sær.

    2. Veg hann veit, um ongan veg eg skoði,
    sjálvur hann í myrkri nær mær er;
    hóttir neyðin, brennur royndarlogi,
    Harrans nærvera meg tryggan ger.

    3. Sól og skjøldur vil mær Harrin vera,
    á hans navn eg trygt vil líta meg;
    dýrabari Harri, eg vil bera
    æru tína fram á mínum veg!

    4. Tú ert trúgvur, aldri vilt tú svíkja,
    hetta ger mítt hjarta trygt og stilt;
    náði tín skal aldri frá mær víkja,
    tína friðarpakt tú minnast vilt.