Deyðans kvirra tung í hallum hongur

    Orð: Olav T. Carlsen
    Lag: Willy Hansen
    Týtt úr norskum: Jógvan P. Háberg
    Upprunaheiti: Getsemanenatten

    1. Deyðans kvirra tung í hallum hongur,
    tá Judas reisist, og á dyr hann fer.
    Jesus gjøgnum Kedronsdalin gongur,
    nú nátt hin ljósi dagur vorðin er.
    Tesk frá leyvi, kínt av náttarfleyri,
    teim gomlu, mosavaksnu trøum í
    hoyrist, eins og Kedrons tutl í eyri.
    Men Harran nívir harða sálarstríð:

    Niðurlag: „Faðir, Faðir, bert um tað er gjørligt,
    tak tá hesa beisku skál frá mær.“
    Stríðið tungt var og so pínumikið,
    at sveittin blóðdropum líkur var.
    „Faðir, Faðir, bert um tað er gjørligt,
    tak tá hesa beisku skál frá mær,
    tó í øllum faðirviljin ráði,
    heiminum hann veita skal náði.“

    2. Einsamallur mátti Jesus stríða
    í neyð og angist í Getsemane.
    Slíka kvøl har mátti hann tá líða,
    at eingil Guds til linna vísti seg.
    Eingin vinur var, tí nú teir lógu
    trygt í Judea, myrku, lýggju nátt
    millum oljutrøini og svóvu.
    Teir hoyrdu ikki Harran rópa hátt.