Til teir, ið fórust

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Jógvan Waagstein

    1. Øll verðin í eldi, men okkara før
    fram hildu tó ferð yvir strong
    á niðu og nátt, gjøgnum vanda og drátt
    við okkara flaggi á stong.

    2. Har fórust so mong, mangt eygað varð sløkt,
    meðan gotrini dundu um økt –
    tó hugdjarvir menn bitu fast saman tenn,
    og á stongini flaggið hekk høgt.

    3. Her heiðra vit tykkum, sum har lótu lív
    undir flogfara oyðandi ferð –
    vit havsbornu menn eiga havsdragið enn
    og minnast á tykkara gerð.

    4. Tí landið og flaggið, tá skot geltu hátt –
    og tá snarljósið skar gjøgnum ský,
    var tykkara vón – og tykkara sjón, –
    tit, sum ei bóru boð heim í bý.

    Megineinkjan kvøður

    Janus Djurhuus
    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Jógvan Waagstein

    1. Túsund røddir kvøða,
    flamma hevndarljóð,
    dag sum nátt tey bløða,
    einki er at grøða
    sár, ið lagnan sló.

    2. Síggi eg í dreymum
    høvuðleysan mann,
    rok frá vestfalsstreymum
    leikar loyst úr teymum,
    hvast um lendar brann.

    3. Kaldur kenst tín krossur,
    Signmund Brestisson!
    skikkjan: áarfossur,
    brandur: brotin krossur,
    tá gerst tøgn í lon.

    4. Tøgn sum tá á sinni
    einsamøll eg sat
    millum fjalla inni
    – við bergtiknum minni –
    og í loyndum græt.

    5. Hitnaði mín grátur
    tá í ódnar ást –
    nú er skuggalátur
    – tínar tungu gátur, –
    Torkil Turrafrost!

    6. Faðir, okkum javnar
    nornan skepnur spann –
    týndust drekastavnar,
    tyrptust svangir ravnar,
    sál mín skalv og brann.

    7. Eitt er ljóð mær kærast,
    brandar syngja hátt,
    stórt skal kappa svarast,
    Sigmundur skal jarðast,
    fáa frið á nátt…

    8. Túsund røddir kvøða:
    brátt er hevndarstund!
    Meðan sárin’ bløða,
    klekir ørnabøga
    svørð til svangan fund.

    Til merkið

    Orð: Regin Dahl
    Lag: Jógvan Waagstein

    1. Við tær á odda eina ferð
    leita vit upp vár barnalond –
    leiftrandi í morgunloga
    heilsi tú okkum á heimastrond!

    2. Við tær á odda eina ferð
    halda vit út á havsins vág –
    boða tú við ytstu strendur
    heimlandstokka og yrkistrá!

    3. Við tær á odda evstu ferð
    verði vit fylgd í fedra jørð –
    fagurliga í avfalssól
    signi tú gróður og ungan svørð!

    Áarbylgja klára

    Orð: Gunnar Dahl-Olsen
    Lag 1: Jógvan Waagstein
    Lag 2: Hanus G. Johansen

    1. Áarbylgja klára
    teskar, suffar, tigur ei,
    sig mær, kanst tú svala
    sorg, ið sára sveið?

    2. Kvøð mær, áarbylgja,
    syrgiliga kvæði mítt,
    rura mær til blundar
    alduteskið títt.

    3. Lat í dreymahøllum
    gjøgnum aldubrosið meg
    hoyra hana siga:
    “Sí, eg elski teg -“.

    4. Fevn meg áarbylgja,
    lopin lívsleið legðist mær,
    lat meg millum klettar
    hvíla trygt hjá tær.

    Við reiðrið

    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Jógvan Waagstein

    1. Hann rann sær kátur upp um heyg.
    Av fuglur fleyg:
    „Lat ungar mínar vera!
    Teir eru millum fuglar enn,
    sum tú ert millum vaksnar menn,
    tú mást teim einki gera.“

    2. Og lítli piltur reiðrið sá
    sær tætt í hjá,
    har fýra ungar lógu.
    „Far burtur, tí vit ræðast teg,
    vit liggja langt av tínum veg,“
    so bønliga teir bóðu.

    3. Men eina løtu piltur stóð,
    „Tey sáru ljóð“
    Har komu tankar mangir.
    So segði hann við sjálvan seg:
    „So satt eg livi, hugsi eg,
    teir munnu vera svangir.“

    4. Og kvikur hann frá reiðri rann
    Og maðkar fann,
    tá lýstur eygu bláu,
    so gav hann seg at pota teir,
    fyrst ein og síðan tveir og tveir
    í nevini tey smáu.

    5. Og naknu ungar søgdu: „Takk“
    Við hvønn ein maðk,
    og ræddust ikki longur.
    Teir ótu henda góða mat,
    og brosandi við reiðrið sat
    ein hjartansfegin drongur.

    6. „So, nú tit hava onga neyð.“
    Á fuglur fleyg
    við hjartans glaðum sangi.
    Og drongur heim úr haga gekk.
    „Væl gangist tær,“ í løn hann fekk.
    Hann gjørdist glaður leingi.

    Allar ættir tiga

    Orð: Jákup Dahl
    Lag: Jógvan Waagstein

    1. Allar ættir tiga,
    allar bárur hvíla,
    hav og klettur heilsast blítt,
    fles og flúrur smúla.

    2. Sól í reynið roðar,
    døggin silvurglitrar,
    klárt um tind og hvørja nøv,
    bláloftið alt titrar.

    3. Fagra mynd eg skoði,
    besta lag eg hoyri:
    spógvalátan, títlingsljóð
    tónar mær í oyru.

    4. Sút og sorgir stilna
    hesa sælu løtu,
    meðan sólin til mín sær
    her á fríðu fløtu.

    Eg sovi mær megi

    Janus Djurhuus
    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Jógvan Waagstein

    1. Eg sovi mær megi, eg sovi mær mátt,
    eg livi so vakurt á hvíldsælu nátt, –
    men dagur var ljótur við stynjandi rómi,
    hann særdi meg illa og sárliga sló meg.

    2. Tá stendur hon hjá mær hitt grannvaksna drós,
    so hitandi vøkur, so vermandi ljós,
    og ferðin er sæl gjøgnum angandi líðir,
    eg skilji teg, Gunnar, tú heiman ei ríður.

    3. Tí føgur er líðin og ljómandi sprund,
    mær grøðist og gleðist hin kúrandi lund,
    og blánandi víður er oygjanna kransur,
    ein morgunføddur álvanna dansur.

    4. Og kvinnan mær kínir við sólljósu hond:
    “Hvat líkist tær, vinur mín, á hesi lond?
    Eg vildi, at sól hevði steðgað og bíðað,
    tí mangt skipast um, tá ið stundirnar líða.”

    5. Eg sovi mær megi, eg sovi mær mátt,
    meg styrkir og grøðir hin hvíldsæla nátt;
    tá saðli eg gangaran, lættur eg ríði
    á Føroyalands tindum við hennara síðu.

    Várið kemur

    Orð: Jákup Dahl
    Lag: Jógvan Waagstein

    1. Várið kemur, hækkar sól,
    fannir bráðna, grønkast ból,
    loftið tynnist, skýggin’ ljósna,
    himin blánar, bárur stilna,
    mjúkir vindar sveima vítt.

    2. Nýfødd jørðin gleðist kátt,
    sigurslag hon kvøður hátt;
    letur frítt við garðar, gøtur,
    kykna, spretta grasarøtur,
    fríðkast dalar, lund og líð.

    3. Gríp nú ljós, hvør skýmlig vrá!
    Kenn nú lív, hvørt angleyst strá!
    Sprettið, vaksið jarðarblómur!
    Eykist, nørist lívsins vónir!
    Lundin kenni lyst og leik!

    4. Fagnast himin, fagnast jørð!
    Syng nú lov hvør mannavørr!
    Lova lív’ við hørpuljómi,
    miklum, fróum hjartans rómi!
    Lova lívi, alt, sum er!

    5. Syngið lívsins sigursljóð,
    hvør ein tíð og hvør ein tjóð!
    Lívið valdar øllum londum,
    djúpum, fjøllum, dølum, strondum,
    lofti háa, havi bláa!

    Aldan brýtur

    Orð: Nyholm Debess
    Lag: Jógvan Waagstein

    1. Aldan brýtur,
    aldan fer,
    aldan móti bergi ber –
    aldan nítur,
    aldan slítur,
    aldan skolar hólmasker.

    2. Aldan kvøður –
    aldan kvað –
    aldan lýðir yist lag. –
    Hevjar høvur,
    brot um nøvir!
    Aldan brýtur nátt sum dag.

    3. Aldulagið –
    summarstund. –
    Aldutesk um kyrru sund!
    Aldan vætir,
    klettur grætur. –
    Aldututl um sveimu stund.

    Signaða sól

    Orð: Jákup Dahl
    Lag: Jógvan Waagstein

    1. Signaða sól,
    fløvandi eyga títt skínur,
    aftur á summarleið tú
    hátt yvir fjallatrom trínur,
    lyftir á himin teg upp,
    lýsir í líð og í hamar,
    lýsir so lívgandi blítt
    inn í mítt fjallbygda kamar.

    2. Signaða sól,
    vetur er langur og strangur,
    títt undir stormristu lon
    mangur sat kaldur og svangur.
    Grønka tú aftur líð,
    al fram vónir í barmi,
    og mín sorgsára lund
    tá lættir av trega og harmi.

    3. Signaða sól,
    ver okkum lívsælur bati,
    ónd er tíðin og hørð;
    hjørtuni stirðna í hati;
    kom tey at bræða rein,
    kærleikan vinna lat sigur,
    signaða sól, lýs tín frið
    á blóðrodnu fold higar niður.