Kavarok

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Jóhan Kallsoy

    1. Tað rýkur og fýkur,
    og norðættin strýkur
    um stálfrysta jørð,
    og veturin harði
    nú dregur frá læri
    sítt svíðandi svørð.

    2. Hann oysir og froysir,
    úr gronini goysir
    snjóflykrur og hagl
    og guvandi glaður.
    Hvør vattleysur maður
    má blása í nagl.

    3. Tað rínur og hvínur,
    og óveður týnir
    mangt lívið á fold,
    og fossarnir frysta,
    og ravnarnir rista
    sítt frísuta hold.

    4. Tað dynjar og stynjar,
    og áin seg brynjar
    í blankasta málm;
    hin hávaksni tindur
    um høvur sær bindur
    ein skínandi hjálm.

    5. Tað rasar og vasar
    um eygur og nasar,
    tað kylir á kinn.
    Har tekja er yvir,
    um sprungur og rivur
    tað trokar seg inn.

    6. Tað brakar og knakar
    um kleyvar, og klakar
    á skrindum í dal.
    Smáfuglar seg gremja,
    meðan flykrurnar fremja
    sítt kátasta spæl.

    7. Tær dansa og kransa
    um heyggjar og stansa
    á fonn eina stund;
    so aftur við øði
    og villari frøi
    tær leika um sund.

    8. Tær flúgva og smúgva,
    í snúður sær snúgva;
    ólúgvandi alv
    tær tykjast at eiga.
    Av hamri tær breiða
    ein fjallhøgan skalv.

    9. Tær herja og berja,
    so lívið at verja
    er ilt fyri menn,
    enn verri hjá seyði;
    hin óttandi deyði
    hann glettir á tenn.

    10. So letur um vetur –
    tað verður tó betur:
    Tá sólin fær mátt,
    hann stingur í slíðra
    sín brand og má fíra
    og fellur í fátt.

    Hví skal eg lúta høvur mítt

    Orð: Th. Klavenes
    Lag: Schumann (Mítt ljós í myrkri, Jesus)
    Týtt: Johan Kallsoy

    1. Hví skal eg lúta høvur mítt,
    hví skal eg ikki hyggja frítt,
    hví skal eg sorgarbundin gá
    og vita hvørki veg ei ráð,
    tí hann, sum skapti heimin her,
    hann góður faðir øllum er.

    2. Um tað nú so í heimi er,
    at ymiskt um hvørt annað fer,
    at ónt og gott tey fylgjast títt,
    at stundum sýnist illa býtt;
    so eigur góðskan størsta vald,
    á vándskuni er teymahald.

    3. Tí fjakka lættur, fótur mín,
    eg leiti mær, mín Guð, til tín,
    tú leiðir meg á lívsins veg,
    mítt álit alt tað er á teg;
    tí kunnu eingi ilskubond
    meg toga burt úr tíni hond.