Grind

    Orð: Jóhannes Andreas Næs
    Lag: Lív Næs

    Kastandi, hvínandi, bóltandi, andandi,
    rullandi, sjóðandi, svimjandi, standandi,
    gánandi, goysandi, sjórok mót skýum. –
    Berandi, pløgandi, skúmandi, rennandi
    fram gjøgnum aldurnar spennandi,
    langtandi sveima á bárunum fríum.

    Sveittandi, hugsandi, ynskjandi,
    rógvandi, tigandi, takandi tøkini tógvandi –
    fúsir við stimbraðum limum.-
    Grýtandi, blámandi, rekandi, verjandi,
    forðandi teimum, ið á koma herjandi
    – váknið til reiðar í fingrunum fimum.

    Bløðandi, blásandi, boltandi, brótandi,
    malandi, lúgvandi, søkkandi, flótandi
    – drignir við leikandi, læðandi ljómi.-
    Tungliga vaðandi, skelvandi, skerandi,
    leitandi, lærandi, spyrjandi, berandi
    – stremba, til ikki av vørrum er hómi.

    Mín Jesus eg elski Teg

    Orð: W. R. Featherston
    Týtt: Johs. Andr. Næs
    Upprunaheiti: My Jesus I love Thee, I know Thou art mine

    1. Mín Jesus eg elski Teg, og tí frá í dag
    eg vil Tú skalt reka mær hvønn syndhug avstað.
    Mín náðigi dómari, mín Frelsari ert Tú,
    um fyrr eg ei kendi Teg, so elski eg Teg nú!

    2. Tú fyrstur við kærleika ert komin til mín,
    og størstan mær tókti hann við krossdeyðan Tín;
    við sigrandi krúnu í deyðan gekst Tú,
    um fyrr eg ei kendi Teg, so elski eg Teg nú!

    3. Og nú vil eg elska Teg í lívi og deyð’,
    og lovsong Tær syngja hátt, Tín náði mær beyð;
    eg teska vil til Tín við deyðans kalda blund:
    Mín Jesus, eg elski Teg nógv mest í hesi stund!

    4. Ja, einaferð skal eg Teg so klároygdur sjá,
    og sigursins krúnu Tú manst geva mær tá,
    eg syngi tá sælur í Himnanna bú:
    Eg havi ei, Jesus mín, Teg elskað sum nú!

    Hygg, kavin hann er komin

    Orð: Flóvin Flekk (Jóhannes Andreas Næs)
    Lag: Týskt fólkalag (Højt på en gren en krage)

    1. Hygg, kavin! hann er komin –
    kjúala hey!
    fitt flyksingur fúkandi fleyg. –
    Hygg kavin hann er komin nú!

    2. Øll brekkan klødd við kava –
    kjúlala hey!
    fitt flyksingur fúkandi fleyg! –
    Øll brekkan klædd við kava er!

    3. Kom, vinur, niðan brekku –
    kjúlala hey!
    fitt flyksingur fúkandi fleyg!
    Kom, vinru, niðan brekku kom!

    4. So hilla vit og skreiða –
    kjúlala hey!
    fitt flyksingur fúkandi fleyg! –
    So hilla vit og skreiða har!

    5. Áh, vinur, kom so, skunda –
    kjúlala hey!
    fitt fliksingur fúkandi fleyg! –
    Áh, vinur, kom so skunda tær.

    Frið sum troyst í sakni her

    Nikolaj Frederik Severin Grundtvig
    Orð: Nikolaj Frederik Severin Grundtvig
    Týtt: Johannes Andreas Næs

    Frið sum troyst í sakni her
    Guð við Kristi okkum ber,
    frið hann oss við blóði vann,
    frið vit eiga eftir hann;
    kristindómsins mál og mið
    er at boða Kristi frið.

    Friðarheilsan kirkjan ber
    fyrst og síðst í hesi verð;
    frið hon beyð mær dópsins dag,
    býður frið við deyðans vað:
    Friður Guðs tær veri við!
    Eig um ævir Harrans frið!