Brátt í svøvni um midnátt eitt róp hoyrdi eg

    Orð og lag: Jóhannes Poulsen

    1. Brátt í svøvni um midnátt eitt róp hoyrdi eg.
    Jesus komin var skýggjunum á,
    og eg undraðist, hví at ei rópt varð á meg,
    eg so einsamur eftir stóð tá.

    2. Míni kæru hann tá hevði tikið við sær,
    eg so einsamur eftir stóð har.
    Ei eg boygt hevði knæ
    har við Golgata træ.
    Hann varð krossfestur, syndina bar.

    3. Men eg søkti og leitaði, frið ongan fann.
    „Sum eg eri, Gud, tak móti mær!“
    Mína ogn vildi ofra og geva til hann,
    so við teimum eg har uppi var.

    4. Men úr svøvni eg vaknaði, glaður eg var
    og til Jesus mær vendi við skund.
    Ja, eg takkaði honum, ið synd mína bar.
    Ein dag kemur hann – á, sæla stund.

    5. Míni kæru og meg hann tá tekur við sær,
    eg við teimum tá gleðast skal har,
    tí eg boygt havi knæ
    á tí signaða stað.
    Hann varð krossfestur, synd mína bar!

    Torir Jesusi tú fylgja?

    Victor Danielsen
    Orð: George F. Root
    Lag: Johannes Poulsen
    Týtt: Victor Danielsen

    Torir Jesusi tú fylgja?
    Hetta spurt so mangan er;
    hoyr tó nú ein annan spurning,
    sum mín songur til tín ber:
    Torir tú at vraka Jesus,
    tá ið hann nú býður tær
    frið og náði, fyrigeving,
    stað í Himlinum hjá sær?

    Torir tú at velja deyðan?
    Gud tær býður lív frá sær;
    torir tú at lata Jesus
    venda sær við sorg frá tær!
    Torir tú at venda bakið
    til ta hjálp, ið Gud tær beyð,
    og við opnum eygum renna
    inn í endaleysa neyð?

    Kanst tú halda á at droyma
    um eitt lív í lukku her?
    Kanst tú hada á at gloyma,
    hvussu tóm tann lukkan er?
    Ríkidømi ongan gleðir,
    lívsins rósur følna brátt,
    og tú ert á deyðans sjógvi
    eins og vrak í ódnarnátt.

    Vilt tú vága uttan Jesus,
    liva lívið her á fold,
    uttan Gud og uttan vónir
    fara í ta svørtu mold?
    Minst, at um á jørð tú vrakar
    Jesus sum tín Frelsara,
    skalt tú hann við ræðslu síggja
    einaferð sum dómara!

    Á Nazarets gøtum ein smádrongur gekk

    Orð: Levi Joensen
    Lag 1: William G. Fisher
    Lag 2: Jóhannes Poulsen

    1. Á Nazarets gøtum ein smádrongur gekk,
    og starvið sum træsmiður seinni hann fekk.
    Hvør har kundi hugsað, at hesin ein dag
    sín favn vildi breiða á Golgata træ.

    Niðurlag: Syndfríur gekk, ja, syndfríur gekk,
    á Nazarets gøtum hann syndfríur gekk.

    2. Hann lærdi teir gomlu, tó ungur hann var;
    bert tólv ára gamal, tá átti hann svar.
    So undrandi lýddu teir gomlu hann á,
    hans vísdómur komin var Himlinum frá.

    3. Hann lív sítt í kærleika livdi so stilt,
    hann grøddi tey sjúku, hans andlit var milt,
    hann doyði á krossi, men upp aftur stóð;
    nú verður tann frelstur, sum trýr á hans blóð.

    Fyllir tú

    Orð: Gunnvør og Jóhannes Poulsen
    Lag: Andrass Dunna gekk ein túr
    Viðmerking: Upprunaliga yrktur í samband við eitt brúdleyp seinast í áttatiárunum.

    Fyllir tú í januar mánaða
    reis teg upp og klappa hart, klappa hart
    reis teg upp og klappa hart.

    Fyllir tú í februar mánaða
    reis teg upp og bukka djúpt, bukka djúpt
    reis teg upp og bukka djúpt.

    Fyllir tú í mars mánaða
    reis teg upp og floyta so, floyta so
    reis teg upp og floyta so.

    Fyllir tú í apríl mánaða
    reis teg upp og lakka pent, lakka pent
    reis teg upp og lakka pent.

    Fyllir tú í mei mánaða
    reis teg upp og jarma hart, jarma hart
    reis teg upp og jarma hart.

    Fyllir tú í juni mánaða
    reis teg upp og geispa langt, geispa langt
    reis teg upp og geispa langt.

    Fyllir tú í juli mánaða
    reis teg upp og remba tær, remba tær
    reis teg upp og remba tær.

    Fyllir tú í august mánaða
    reis teg upp og heilsa so, heilsa so
    reis teg upp og heilsa so.

    Fyllir tú í september mánaða
    reis teg upp og hoppa høgt, hoppa høgt
    reis teg upp og hoppa høgt.

    Fyllir tú í oktober mánaða
    reis teg upp og flenn so hart, flenn so hart
    reis teg upp og flenn so hart.

    Fyllir tú í noveber mánaða
    reis teg upp og teska so, teska so
    reis teg upp og teska so.

    Fyllir tú í desember mánaða
    reis teg upp og skapa tær, skapa tær
    reis teg upp og skapa tær.