Ruthsvísa

    Jónleif Johannesen
    Orð: Jónleif Johannesen

    1. Brúðarfólk góðu lýðið á
    Tað eg úr Halgubók sigi frá.

    Niðurlag: Alt meðan lindin hon stendur væl,
    tað stendur ein lind í mín faðirsgarð,
    hon er sær í rósum væl,
    alt meðan lindin hon stendur væl.

    2. Nomi giftist í onnur lond
    synir har knýttu kærleiksbond.

    3. Harrin hann lagaði lagnuna so
    manni og synum sendi boð.

    4. Teir grivnir vóðu í døkka mold,
    so syrgnar einkjur stóðu á fold.

    5. Nomi pakkar eigi sítt
    Eg fari aftur til heimland mítt.

    6. Stillan Ruth pakkar við hennara lið
    har tín leið gongur, eg fylgi við.

    7. Tungt var at liva sum einkja á fold
    og ei eiga annað enn egið hold.

    8. Bóas bóndi átti gull og fæ
    har til eitt hjarta á røttum stað.

    9. Hann sá tey fátæku svong og móð.
    Hann átti føði í yvirflóð.

    10. Bóas til fólk sítt sigur so:
    “Tit hoyri og lýðið míni boð”.

    11. Í morgin tá tit akurin skera,
    mikið skal har eftir vera.

    12. Í morgin tá akurin savnast skal
    tit savni saman, men leivi væl.

    13. Tit bundini bindi, men ei ruddi bø
    Tit níggju binda og eitt verður sløð.

    14. Um kvøldið Ruth í bøin fór
    hon sankar saman og byrðan gerst stór.

    15. Bóas hann møtir henni á leið.
    hon fall til jarðar for honum neig.

    16. Statt upp kæra kvinna og svara mær.
    er nakar maður ætlaður tær?

    17. Eg hevði ein mann, sum Harrin tók sær.
    síðan eingin er ætlaður mær.

    18. Hjarta mítt leikar, sum toran slær.
    Tað sigur greitt, tú ert ætlað mær.

    19. Ruth hugdi í hansara eygu fríð
    tey vístu, at sálin var rein og blíð.

    20. Bønliga Ruth eg tali til tín
    Vil tú verða kona mín.

    21. Ja, svarar Ruth, so fegin eg vil
    sum kona hoyra hús títt til.

    22. Kvøldið legðist um slignan hól
    Tey fevndust í roða av setandi sól.

    23. Úr teirra kærleika spretti hann
    sum sigur yvir syndum vann.

    24. Kærleikin gongur sína leið,
    Ein løtan fløkt ein onnur greið

    25. Rík og fátæk har ganga í lag.
    Um aldur ei hann spyr um tað.

    26. Megi størstu hann byggir á
    Heldur tá alt fellur frá.

    Deyðastund Sigmundar

    Orð: Jónleif Johannesen

    1. Bylgjan brýtur høg og brøtt
    brestir upp á landið,
    troyttur maður leggur seg
    í taran á Sandvíks sandi.

    Niðurlag: Treðum lættliga dansin!
    Dagurin skínur so fagurliga,
    komið er hægst á summarið.

    2. Troyttur maður leggur seg
    niður í tarabrúgv,
    Sigmund er hann at navni nevndur,
    Føroyum gav kristna trúgv.

    3. Í nátt hann rýmdi borgum frá,
    lívið stóð í váða.
    Síðsta sjón í eygað brann,
    var Turið í hildarloga.

    4. Turið stóð í hildarloga,
    børnini royndi verja.
    Tað var eingin av Gøtuskeggjum
    á hana tordi herja.

    5. „Turið, væna fljóði mítt,
    eg beri tungan harm.
    Aldri aftur á ævini
    eg sovi við tín barm.“

    6. „Í nátt eg havi liðið nógv,
    Tóra havi eg mist.
    Einari sterka slepti eg av,
    tá hann hevði deyðan kyst.“

    7. Tregi og ivi í hesi stund
    í hjarta hava búgv:
    „Var tað rætt, tá ið eg sleit
    við gomlu fedratrúgv.“

    8. „Hvat man deyðin bjóða mær,
    eg fari foldum frá,
    endi eg í Helheimi
    til mikla sorg og trá?“

    9. „Ella man eg í Himni hátt
    hoyra klokkur ringja,
    ganga inn um gyltar dyr,
    har einglar fagurt syngja.“

    10. Tá tók sól at lýsa í,
    hon geislar sínar sendi,
    Sigmund kendi styrk á sær,
    og aftur trúgvin vendi.

    11. Ein dúgva kom av Himni hátt,
    seg niður á sandin skeyt,
    Sigmund lyftir høvur sítt,
    ei longur trúgvin treyt.

    12. „Hoyr meg, sæla sendiboð,
    limur í himnaskara;
    hvussu er vorðið í Himmiríki,
    av góðsku tú mær svara.“

    13. „Væl livst inni í Himmiríki;
    bæði við gleði og gavni.
    Mangar eru kempurnar,
    ið prísa tímum navni.“

    14. „Í morgun komu garpar tveir,
    føddir á Føroyalandi,
    vátir og illa tuskaðir,
    Einar og Tórir frændi.“

    15. „Har situr Ólav Trygvason,
    hann lesur í Halgubók.
    Hann kom hagar tann lagnudag,
    tá Eirikur Ormin tók.“

    16. „Har eru aðrar miklar kempur,
    Rólant og Ríkin reystur,
    umframt mæta keisar Karl,
    blant kappar er hann bestur.“

    17. „Um tey, ið eftir á Skúvoy sita,
    ongan ótta kenn.
    Dóttir tín verður háborin,
    og dreingir mætir menn.“

    18. Sigmund kendi mátt á sær,
    hendur saman legði:
    „Takk havi Guð fyri tíðina,
    sum eg á foldum hevði.“

    19. Tað klárnar fyri Sigmunds eygum,
    tríggjar mans hann sær.
    Tann eini nevndist Torgrímur,
    ber stóra øks við lær.

    20. Tala teir við vondum tungum
    um ringar, skreyt og skrúð:
    „Líkið grava vit í sand,
    men ringin bera til búð.“

    21. Lyfta høvur úr tara upp,
    øks ger banasár.
    Kroppur fellur til jarðar niður,
    í hondum høvd og hár.

    22. Hamin gróvu í døkka mold,
    ringin tóku teir heim.
    Sigmundssál mót himni fór
    til gleði og miklan gleim.

    Adam og Eva

    Orð: Jónleif Johannesen
    Lag: Halt út halt út á hav

    1. Nú stíðið fram á gólv,
    við gleðisrómi syngi,
    her maður kona góð
    hvønn annan hava fingið.

    Niðurlag: Virði tað, sum sigra kann,
    trúgv, vón og kærleikan.

    2. Eg greiða vil í frá,
    teim, heimsins fyrsta pari.
    Tey livdu gott og væl,
    í Edens fagra garði.

    3. Ta føgru, fyrstu stund,
    í friði mundu liva,
    men ormur gav ei grið,
    í Halgubók er skrivað.

    4. “Tú vakra góða sprund,
    ei Harran tú skalt líða,
    men smakka hesa frukt,
    so kunnskap tú kanst týða”.

    5. Av kunnskaparins træ,
    spent kvinna, maður ótu,
    tá opnast teirra sjón,
    í fikubløð seg lótu.

    6. Nú Harrin vreiður var,
    og svikin boð Hann gevur
    við sveitta et tað breyð
    úr moldum tú hart grevur.

    7. Tú kvinna skuffar meg,
    eg vil tær ikki náða.
    Við pínu eig tey børn
    á foldum tú skalt fáa.

    8. Hann rak tey síðan út,
    tað máttu tey ásanna.
    Tey áttu fyrstu synd,
    ið gjørd varð millum manna.

    9. Tey livdu nøkur ár,
    góð hirdu kærleiksloga,
    væl kærleikin bar frukt
    tveir dreingir mundu fáa.

    10. Teir vuksu síðan upp,
    so skjótt og ikki leingi,
    tey gleddust bæði tvey
    um hesar røsku dreingir.

    11. Tað hegnið Ábels var,
    at røkta lomb og smalur.
    Væl Káin dyrkar jørð,
    so albeittur gerst dalur.

    12. Tað fastur sigur var,
    tá offurdagar vóru.
    Teir bóru fram for Guð
    tær altargávur stóru.

    13. Men Gud er Gud og hann,
    for okkum mangt vil dylja.
    og millum gávurnar,
    Hann greidligt mundi skilja.

    14. Slíkt Káin tók sær nær,
    og øvund valdi eigur.
    Sín bróður herjar á,
    Sárt blindaður og vreiður.

    15. Teir siftust hart og skart,
    men hvørgin annan fellir,
    nú Ábel snávar á
    Í hellu nakkin smellir.

    16. Her Ábel lat sítt lív,
    hans kinnar gjørdust bleikar.
    Tá Káin burt í lond,
    við tungum sinni reikar.

    17. Nú Káin fór til Nod,
    tey Ábel íniður gróvu.
    So tung var henda stund
    for hjún á foldum stóðu.

    18. Hvør kann nú lætta sorg,
    hvør kann nú lætta byrðu,
    Hvør kann nú taka tað,
    tey læsta makan fyri.

    19. Jú, Harrin bjarga kann,
    um vit Hann lata ráða.
    Hann kærleiksfræ í barm,
    so hegnisligt kann sáða.

    20. Tey, heimsins fyrsta par,
    í bøn til Harran gingu.
    har funnu kærleikan
    og Set í løn tey fingu.

    21. Tey fingu fleiri børn,
    í Halgubók er skrivað,
    í fleiri hundrað ár,
    glað saman mundu liva.

    22. Hann hjálpti teimum tá,
    Hann hjálpir enn á døgum,
    Hann er okkum hjá
    í lívsins lagnu støðum.

    23. Til fagra brúðarpar
    vit ynskja lív og gleði.
    má lívið falla lætt,
    tit eigi kærleiksmegi.

    Niðurlag: Virði tað, sum sigra kann,
    trúgv, vón og kærleikan.