Ferðamenn

    Orð: Arne Paasche Aasen
    Lag: Kurt Foss og Reidar Bøe
    Týtt: Jónvá Danielsen
    Upprunaligt heiti: Vandringsmenn

    Vit eru ferðamenn um verøld fjakka
    vár fótur hevur stigið mangt eitt spor
    ei gull og fæ á hesi fold vit eiga
    men stjørnuvovið loft og baldursbrá.

    Vit hava notið vakrar sólarløtur
    hoyrt løkin tutlað gjøgnum bø og ong
    hoyrt fuglasong um blómuskrýddar gøtur
    og summarsælu í tí stillu nátt.

    Ein dreymur er í okkar minni goymdur
    so vítt hann reikar altíð leitar heim
    eitt hav so bjart og nýggjar gyltar strendur
    hvønn dag ein nýggjan ævintýratein.

    Tá sól til viða fer og dagur lækkar
    tá syngur áin okkum áarlag
    vit eru ferðamenn um fjøll og slættar
    og gøtan vallað er við eydnuflag.

    Vit taka og við opnum hondum geva
    so eydnuríkur eingin maður er
    sum válarin tá náttin stjørnur tendrar
    og lýsir heimsins vallarum á veg.