Ungdómslív

    Orð: Jørgen Hammershaimb
    Lag: Regin Dahl

    Um várið sólin vermir blómur vakrar
    og elur spírandi og grønar akrar,
    tá áin klár man renna,
    og aldan dandar blíð;
    man hjartað ikki kenna
    hjá sær so vorðna tíð?

    Ungdómslív, vársól fyri sinnið!
    Ungdómslív, kelda fyri minnið!
    Ungdómslív.

    So lætt og frítt er sinnið hjá tí unga,
    tað blíðkar sorg og álvarstankan tunga,
    til barmin lív tað gevur,
    til vakurt og til nýtt
    tað unga sinnið dregur,
    ger hjartaslagið títt.

    Tann ungi, hann er djarvur til at teinkja,
    lætt er tað hann til avreksverk at leinkja,
    hann hugsar altíð fróur
    at gera hug til verk,
    og um hann skjótt varð móður,
    var trúgvin líka sterk.

    Og fyri øllum góðum heitt slær hjartað,
    so fegin man hann dragast at tí bjarta;
    hann hjartað burtur gevur,
    ja meir enn eina ferð,
    tó líka nógv hann hevur
    av tí, sum vinin ger.

    Lat ungdómslívið væl og vakurt trívast,
    av minninum tú seinni skalt upp lívast;
    lat ungdómsminnið lýsa,
    tað er so gott eitt mið,
    tað lat tær vegin vísa
    til troyst og góðan frið.