Ria

    Orð og lag: Kaj Johannesen

    Ria stóð við vindeygað
    og hugdi út í verðina
    børnini tey spældu har
    og fuglarnir teir sungu nær
    hon hevði mann, børn og lukku fann
    tó í barminum ein eldur brann

    Hugsaði hon so við sær
    eg eigi bæði børn og garð
    hvat havi eg tó fingið mær
    sum heiðafuglur eigur sær
    tað er ov seint nú at tváa reint
    eg havi vónir mínar longu gloymt

    Leinkjurnar hon sleit í tvey
    búrinum bye bye hon beyð
    hon keypti klæðir, keypti breyð
    og tóktist i at líða neyð
    men alt var nýtt, og hon var líka býtt
    so hon flýddi aftur heim til sítt

    Í køkinum har doyði hon
    í gummiskón í somu lon
    út í verðina hon aldri kom
    hon varð verandi har hon var von
    hon var ein sál, sum aldri rakk á mál
    eins og stál ið aldri nemur bál

    Bóndin hungrar

    Orð og lag: Kaj Johannesen

    Knarvakot, knarvakotið…
    Knarvakot, knarvakotið…

    Tað var so kalt, tað vóru minusgradir sjey,
    eg var farin í knarvakotið
    út í hjallin at fáa okkurt uppá breyð
    men har var alt tað heila rotið

    Nú vóru góð ráð dýr, hvat skuldi eg gera –
    hvat skuldi eg hava uppá breyð?
    Skítfult í maðki sum eg burt skuldi skera
    hetta var jú tann svartasta neyð.

    Har stóð eg sum negldur í gólv – hond í lumma,
    hvat var hetta lógvi mín tók um?
    Sperilin sum eg hevði gloymt í kotinum,
    hann kundi eg jú eta, og breyð!

    Meistarin

    Orð: Kaj Johannesen
    Lag: Kim Hansen

    Kennir tú henda meistaramann
    hann vallaði á vatnið og í ský hann svann
    hann vendi alt á høvdið, hann á deyðanum vann
    hann okkum endurføddi, ævinleikan hann fann

    Kennir tú henda meistarakokk
    hann sat ímillum skøkjur og onkran ørvitisknokk
    hann mettaði ein maktasleysan menniskjaflokk
    so væl og virðiliga hevði at øll fingu nokk

    Hann var eitt ljós
    sum eitt stjørnuhav
    borin inn í eitt fjós av Mariu drós
    Hann okkum beyð at ganga
    sína egnu kós
    hóast tú og eg vita
    at mongum ætlan brast

    Kennir tú henda meistaramann
    hann tempulfólkið rak á dyr við levind og gang
    tí bønarhúsið líktist eini ránsmannabúð
    tað gongur ikki skilja bæði eg og tú

    Kennir tú henda meistaramann
    Hann klára kelduvatnið fekk til perlandi vín
    Hann segði latið smábørnini koma til mín
    á krossinum einum røvara Hann beyð heim til sín

    Náttarravnar

    Annika LávíkKaj Johannesen
    Orð: Annika Lávík
    Lag: Kaj Johannesen

    Morgunin lættir
    og ravnarnir sova
    Eitt hugflog úr náttini
    ið fór framvið

    Men fuglar úr skýnum
    ið frøast um dagin
    Teir flagsa í óvissu
    um ókend mið

    Tað æviga stríð
    sum styrkir øll lív
    Krevur altíð sítt pláss
    í millum alt annað knoss

    Møddir av dagsins strevi
    teir venda sær heim
    Tó bert ein køld nátt
    tekur móti teim

    Og sum dagsins verður fáa hvíld
    ein náttarravnur vakin er
    skyggir veingjasuð
    sum ein døkkur skuggi, náttin fer

    Náttarravnur skáar ríkið sítt
    inntil eitt morgunljós
    sær úr náttini smeyg
    og náttarravnur blundar blítt…

    Andvekur

    Orð og lag: Kaj Johannesen

    Tað var eitt gott ýtið
    Tað var eitt væla býtið
    Títt hár við mjúkum deymi
    Tað var sum í dreymi

    Sveima, droyma
    gloyma, heima

    Títt hár við mjúkum deymi
    Tað var sum í dreymi
    Var tú sum eg ynskti
    Var eg sum tú vildi

    Men mamman mín
    og pápi tín
    Tey hata meg
    tí eg sigið tað eg hugsi

    Var eg sum tú ynskti
    Var tú sum eg vildi
    Hví vilt tú broyta meg
    Hví skal eg broyta teg

    Tí mamman mín
    og pápi tín
    Tey hata meg
    tí eg sigið tað eg hugsi

    Sveima, droyma
    gloyma, heima

    Tað var eitt gott ýtið
    Tað var eitt gott býtið
    Títt hár við mjúkum deymi
    Tað var sum í dreymi

    Og mamman mín
    og pápi tín
    Tey hata meg
    tí eg sigið tað eg hugsi

    Ictus

    Kaj Johannesen
    Orð og lag: Kaj Johannesen

    Um skamma stund óttast vit skerpingin.
    Tí bøna vit!
    Slepp os undan svongdini og lat ei børnini svøltandi skera í sjóðheitan
    grát, tá svøvnurin suðar um sund.
    Og vit svørja siðiligan atburð og sámiliga viðferð við tilfeingi teirra.

    Harra Pávi!
    Tygum eiga í ábyrgdini.
    Halda tygum at Gudur tín sær teg sum sendiboð sítt.
    Tað hjálpir ikki at koma og siga,
    at hetta hevur sameindi leiðarin í sínum hondum.
    Her má gangast aðra leið.

    Ein spurningur er hvussu skulu tjóðirnar
    koma til sættis – kvøða um frið?
    Tú burdi gingið á odda,
    skal megi tín slúsa í kjak um fosturtýning,
    nú friðurin missur sítt flog.
    Er tú blindur ella dovin
    tú ævinleikans talsmaður,
    nú brennur ljósið í báðum endunum.
    Nær brýtur tú tøgnina sælu og hevur at ránsmanna kroppunum,
    í sáttar talu, so at byrsumúlar tagna brátt.
    Og framtíðin hvílur í vónini,
    og vónin er altíð feti fyri framman.

    Børnini, børnini!

    Regnið í náttini slær taktur í gráum gøtum.
    Snarljósið skyggjandi í svøvn leysum eygnalokum.
    Øðin ristir tøgnina, hamarsgudur ríður um himmalhválvin.
    Ei Mjølnir einsamallur er, varpa manngjørd snarljós vøllin.
    Blóð tostin spríkir úr byrsumúlum, mjólka tenn sorlaðar av blý’ kúlum.
    Nær heitasta skammast vit av líkasælu?
    Kríggj, spýggj, blýggj!
    ELI

    Friðurin misti flog sítt inn í mannahjørtu.
    Duld vórðu lyftini, fýratifimm vára fedra bjørtu.
    Fólkaræði fingu vit, vitið misti bitið í minni
    Ganga heimleys børn í ár, húsatoftir sum gapandi opin sár.
    Tveytúsund fjøtra ár gingu út í gjár.

    Tveir kópar berjast á vánni. Mjørkin dunar av fedranna syndum.
    Hesin dagur er ikki til.
    Og tó, bert fýra taktir til níggjunda slagi, skræðir ein barnarødd tokuna sundur.
    Eitt evarska lítið Ictus cordis slær ólíkar taktir í ørskapsins fløkju.

    Náttardráttur

    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen, Kim Hansen og Kaj Johannesen

    Sveittin bleiktrar á tínum bróstum,
    ið stoytast sum havaldur, beint undir mær.
    Rútarnir døgga av kykandi anda,
    strípur av vætu á glytrandi glær.
    Og náttin stunar í drátti,
    vindur upp á seg av ljóðleysum mátti,
    hveppur seg saman við tær.

    Rykkingar nørast í ótamdum rørslum,
    fornhavið brýtur um bogar og sker.
    Eymleiki, villskapur, skiftast um valdið,
    leiðast á okkara ørvitisferð.
    Ein kensla av djúpari frøi,
    blandar seg saman við tamdari øði,
    frumskýggj, ið náttin ber.

    Og okkar heimur loysir seg upp,
    bleiktrandi norðanljós lita alt blátt.
    Á hválvinum kálvar ein stjørnubræðing,
    alheimsins múrar, rapa í nátt.
    Og handan tómleikans vøllir,
    ferðast eitt bros gjøgnum ósæddar høllir,
    teskar um frið og sátt.

    Flúgvandi hollendarin

    Anker Eli Petersen
    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Hjalti Joensen og Kaj Johannesen

    Harðar ódnir runda kappan í kvøld,
    hvirlur hvína millum stabbar og grót.
    Villar glaður vinda sjórok upp í loft
    øsa havaldur, ið krevja mannablót.

    Undir havsbrúnni, ið liggur tung og grá
    vindur gamla dreygaskútan seglini í rá.

    Kaldar hendur knúgva stokkar og tog,
    svarta skútan strýkur sjóleys framvið.
    Myrkir skuggar slota út í tóman heim,
    troytta manningin, ið aldrin finnur frið.

    Fram ígjøgnum myrkrið, fer eitt glatað skuggafar,
    tómar eygnaholur stara beint ímóti mær.

    Skræddar fokkur spenna reiðið á tamb,
    skipið reikar um, frá havi til hav.
    Vilstir sjómenn taka aftur eitt tørn,
    bundnir av tí lyftinum, sum hollendarin gav.

    Teir leingast eftir hvíluni, at rógva inn á sand,
    teir stevna móti vónini, men vinna aldrin land.

    Brillumenn

    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen, Kim Hansen og Kaj Johannesen

    Tey fríggjaðu á Skansanum
    ein vakran leygardag,
    har komu tríggir brillumenn
    í sera ringun lag.
    Teir østu seg um ómoral og alt teir kundu síggja,
    tað einasta tey gjørdu
    var at sita har og fríggja.

    Teir ýldu upp um siðloysi,
    mitt á ljósum degi,
    og trampaðu í ógresið
    við heilagari megi.
    Tí brillumenn, teir síggja bara
    tað teir sjálvir vilja
    og sanna at øll hini hava
    okkurt, sum tey dylja.

    So, um ein dag, tú hoyrir hesar
    tríggjar grísla tenn,
    legg onki í, tí hetta gera
    allir brillumenn.
    Nei, set teir á kanónina
    og skjót teir út á havið,
    tí brillumenn teir trívast best,
    tá høvd er undir kavi.

    Myndugleikin

    Kaj Johannesen
    Orð: Kaj Johannesen
    Lag: Hjalti Joensen og Kaj Johannesen

    Vel, vel tú bara
    vel tú bara í millum rangt og rætt
    Tí eingin kann læra
    siðvenju tína, tað er rætt og slætt
    So gakk tú bara tína rás
    tín generatión bardist fyri besta stás
    Hon fylti bara lummarnar og oyddi allar grunnarnar
    so nú er einki eftir uttan skuld og bara skuld

    Sig, sig tú bara
    sig tú bara mær hvat tú vilt
    Tí, mín veruleika
    mín veruleika hevur tú ei skilt
    Tú kallar meg og mínar zombiar
    men gloymir teg og tínar yuppiar
    Tú sigur tónleikurin er róp og skrál
    men tað einasta vit hoyra um skrædl og bankamál

    Vit sum altíð halda gák og liva uttan hóvasták
    vit lasta ikki gudarnar um verðin fer í hundarnar

    Vel, vel tú bara
    vel tú bara í millum rangt og rætt
    Men tú setur øll í bás og vitan tína undir lás
    So gakk tú bara tína egnu rás
    Og vit sum altíð halda gák og liva uttan hóvasták
    vit lasta ikki gudarnar um verðin fer í hundarnar

    Øll eru vit lík, tá vit berast inn í hendan heim
    Til gleði og gleim, til gleði og gleim, gleði og gleim
    Til sorg og sút, sorg og sút, til gleði og gleim