Tonk hvør ein náði at Guð frelsti meg

    Orð og lag: Aage Samuelsen
    Týtt: Kajfinn Hammer
    Upprunaheiti: Jesus forløste min sjel

    1. Tonk, hvør ein náði at Guð frelsti meg,
    frelsti meg so sum eg var;
    sorgtyngdur gekk eg á glatanarveg,
    tá ið Hann bjargaði mær.

    Niðurlag: Jesus umbroytti mítt lív,
    Jesus umbroytti mítt lív;
    særdur og nívdur kom eg til Hann,
    og Hann umbroytti mítt lív.

    2. Mong munnu døma og harma meg her,
    men hjartað andar av frið’;
    og um so tár mangan væta mín kinn,
    veit eg at Jesus er við.

    3. Himmalin málið er vorðið mær nú,
    har nú mín Frelsari er;
    skjótt eri heima, farvæl arma verð,
    aldri meir sært tú meg her.

    Tollarar og falnar skøkjur, syndarar av øllum slag

    Orð og lag: Kajfinn Hammer
    Viðmerking: Yrktur í 1995.

    1. Tollarar og falnar skøkjur, syndarar av øllum slag,
    tey seg hildu nær til Jesus – og so er tað enn í dag!
    Men hin sjálvrættvísi, skriftlærdi, sum helt seg kenna Guð,
    enn í dag man vraka umvending og dópsins sanna lut!

    Niðurlag: Hygg, Guðs lamb, sum tína synd og tínar plágur tók á seg,
    Hann er Frelsari als heimsins, Hann kann frelsa, grøða teg!
    Alt hitt gamla fyrigevur Hann, Hann gera kann alt nýtt,
    vinur, um tú trýrt, tú vita skalt, at hetta er alt títt!

    2. Plágaði av djevlinum, ja, kryplingar og hølt og blind,
    og hin kvinnan sum í hori gripin var í síni synd;
    einkjan, sum í Náin mátti bera deyða son sín út,
    hesi øll at kenna fingu, Jesus tók burt synd og sút.

    3. Yvir heimið í Betánia seg deyðin hevði lagt!
    – Marta, um tú trýrt, Guðs dýrd tú síggja skalt, Eg havi sagt!
    Til Mariu heim hon skundar, vent til gleði sorg og sút,
    tá við grøv hins deyða Jesus rópar: Lásarus, kom út!

    4. Meint í faðirshjarta sorgin valdar, tá Jairus sær
    sjúku dóttir sína pínast – og hann sá hvønn veg tað bar!
    Men hann hevði hoyrt um Jesus, og hann skundar sær av stað,
    á, hvør gleði – tí hann trúði – vitjar heimið henda dag!

    5. Kæra sál, sum líður undir syndarinnar óndu makt,
    og av sjúku tyngd ert niður, hoyr, hvat Jesus hevur sagt:
    Segði Eg tær ikki, um tú trýrt, Guðs dýrd tú síggja skalt;
    tína sjúku, synd og kvalir, hygg, Eg borið havi alt!

    Tínar hendur tær anga av blómum

    Orð: Eyvind Skeie (ørindini 1-3) og Sindre Eide (ørindi 4)
    Týtt: Kajfinn Hammer

    1. Tínar hendur tær anga av blómum,
    hvørjum var tað, tú tonkti geva tær?
    – Hesar blómur eg ætlaði Kristi grøv,
    men Hann var ei har, og Hans grøv er tóm!

    Niðurlag: :,:Halleluja!:,:

    2. Tínar varrar tær titra av sangi,
    sig mær, hvaðan sangur tín kemur frá?
    – Jú, hann birtist við grøvina tómu,
    Jesus møtti mær, tað er gleði mín!

    3. Tíni eygu tey lýsa av gleði,
    sig mær, hvat tú sást, nú tey lýsa so?
    – Harran Jesus eg sá, sí, Hann livir,
    lív mítt fingið innihald, mál og mið!

    4. Ikki tørvar Hans grøv nakrar blómur,
    Jesus livandi er millum okkum enn,
    eygu míni nú líta at Honum!
    – Broyt Tú, Guð, mítt lív til eitt lív í bøn!

    Tíðin so skundmikil rennur

    Orð: Ókendur
    Týtt: Kajfinn Hammer

    1. Tíðin so skundmikil rennur,
    skjótt tímaglas mítt er runnið,
    :,:skjótt, ja, so havi eg vunnið
    brúsandi deyðsánna um.:,:

    2. Útmødda sál mín kann hvíla,
    hvíla við Frelsarans hjarta,
    :,:endað er náttin hin svarta,
    friðarins heimland er nátt.:,:

    3. Har í tí lívsæla landi
    aldri meir tár skulu renna,
    :,:deyðan ei meira vit kenna,
    umbroytt er alt, alt er nýtt.:,:

    4. Vælkomin kvøldarstund blíða,
    tá eg frá foldum skal fara,
    :,:har einki meir meg skal særa
    lívsæla landinum í.:,:

    5. Vælkomin uppreisnarmorgun,
    tá eg hjá Jesusi vakni;
    :,:ei jarðarlívið eg sakni,
    aftur her leingist ei meir.:,:

    6. Og tá Tú heinta skal Tíni,
    rykt upp í skýggjum vit fara;
    :,:tá í tí blóðkeypta skara
    lat meg, o, Guð vera við.:,:

    Tíðartekini nú sýna klárt, at Jesus kemur brátt

    Orð: Enoch Karlsson
    Týtt: Kajfinn Hammer

    1. Tíðartekini nú sýna klárt, at Jesus kemur brátt,
    krossins Evangelium nú ljóðar klárt við miklum mátt!
    Tankabygningar nú falla, aftur grundin verður løgd,
    skarar prísandi nú Guði várum fagna vítt og høgt.

    Niðurlag: Jesus kemur aftur skjótt, Jesus kemur aftur skjótt,
    loys av hálsi tínum hvørt eitt haft, tú Sions dóttur her!
    Av tær dustið rist við skund,
    nú so nær er loysnarstund,
    Jesus kemur, Jesus kemur aftur skjótt.

    2. Skjótt Hann kemur, ja, Hann kemur, tekur brúður Sína heim,
    sum Hann keypti til at arva ævinleikans dýrd og gleim.
    Ert tú við í frelsta skaranum, á, sál, eg spyrji teg?
    Skund tað hevur! – Tá Hann kemur, skal Hann kennast tá við teg?

    3. Takk og lov mín kæri Jesus, tí at eg kann vera við,
    Tú útvaldi tað sum hesin heimur ei vil kennast við.
    Fyll nú á og gev mær dirvi, meir enn hvat eg havi havt,
    Satans vald til jarðar sligið verður bert við Tíni kraft.

    Tíðanna tekin nú klárliga vísa

    Orð: Ókendur
    Týtt: Kajfinn Hammer

    1. Tíðanna tekin nú klárliga vísa:
    Skjótt Jesus aftur er her!
    Sælur er tann, sum Hans Navni man prísa,
    tá Jesus aftur er her!

    Niðurlag: :,:Skjótt er Hann her!:,:
    Skjótt Jesus aftur er her!
    :,:Skjótt er Hann her!:,:
    Skjótt Jesus aftur er her!

    2. Sovandi kristnu, á, hoyrið tað aftur:
    Skjótt Jesus aftur er her!
    Ert tú ei vakin, tú illa ert staddur,
    tá Jesus aftur er her!

    3. Troystið hvønn annan, tit bíðandi sálir:
    Skjótt Jesus aftur er her!
    Ævigt tá burt eru sorgir og kválir,
    tá Jesus aftur er her!

    4. Ber hesi boð, ja, lat heimin tey frætta:
    Skjótt Jesus aftur er her!
    Tá skal Hann æviga krúnu mær rætta,
    tá Jesus aftur er her!

    Til tín, tú mín vinur, sum stríðir teg fram

    Orð: Ókendur
    Týtt: Kajfinn Hammer

    1. Til tín, tú mín vinur, sum stríðir teg fram,
    og stríðir mangt stríðið so hart,
    tú undrar teg: Hevur nú Harrin meg gloymt?
    Tú stríðir, men sigur ei fært!

    Niðurlag: Eg ynski at bera tær tíðindi góð
    frá Jesus, sum skilur títt stríð;
    Hann sigur: Mítt barn, kom og hvíl teg hjá Mær,
    kom, reinsa teg blóðinum í!

    2. Tú leggja teg trygt kanst í Frelsarans favn,
    Hann, sum til Sítt barn kallar teg.
    Um vegurin tykist tær stongdur við hvørt,
    Hann vil gjøgnum alt bera teg.

    3. Ein vón hvílir yvir tær, blóðkeypta sál,
    hon knýtir til Frelsaran teg.
    Ein dag skalt tú standa á Ævinnar Strond,
    har ævigt tín sál frøir seg!

    Til Jordanáarinnar streymar

    Orð: Ókendur
    Týtt: Kajfinn Hammer

    1. Til Jordanáarinnar streymar
    Jóhannes Jesus koma sá;
    sig, vilt tú ikki fylgja Jesus?
    – Kom, síggj tað stað har Jesus lá!

    2. Í Jordanánni har vár Harri
    varð grivin fyri okkum tá,
    sum fyridømi fyri okkum!
    – Kom, søk tað vatn har Jesus lá!

    3. Á, vinur mín, sig, hvar ber leiðin?
    – Guðs Orð ei longur flýggja frá!
    Útset nú ei, men lat teg doypa,
    stíg í tað vatn har Jesus lá!

    4. Tú Jesu Navn hitt kæra kennir
    til Jesus vend nú hjartans trá;
    kom halt teg nær til Jesu vinir,
    – kom síggj tað stað har Jesus lá.

    Til Guðs Stað á veg eg eri

    Orð og lag: Ókendur
    Týtt: Kajfinn Hammer
    Viðmerking: Týddur í januar 2011.

    1. Til Guðs Stað á veg eg eri,
    lívsins møði skjótt er av;
    fyri Trónu Lambsins standi,
    burt er alt, ið sár mær gav.

    Niðurlag: Tað er náði yvir náði,
    størri enn alt, hugsast kann;
    eg mín Frelsara skal skoða,
    endurloystur síggja Hann!

    2. Nú mín sál er fylt við sangi,
    hátt mítt hjarta frøir seg;
    alt varð nýtt – hitt gamla farið,
    somu stund, Hann frelsti meg.

    3. Eg vil rópa: Halleluja,
    prísað verið Jesu Navn;
    Hann sum var, sum er og verður
    trygt Hann førir meg í havn.

    4. Honum ynski eg at tæna,
    eg av hjarta elski Hann;
    kenna fekk Hans kærleiksarmar,
    tá Hann meg fortaptan fann.

    5. Nú tað líður skjótt mót enda,
    henda tíð mær sigur tað;
    skjótt vit standa frelst har heima
    fyri Trónu Lambsins glað.

    Tá Tú kemur, Harri Jesus, manst Tú kennast tá við meg?

    Orð og lag: Kajfinn Hammer
    Viðmerking: Yrktur í mai 2003.

    1. Tá Tú kemur, Harri Jesus, manst Tú kennast tá við meg?
    Eri eg ein vakin kristin, peikar lív mítt klárt á Teg?
    Ella er bert sum ljómandi málmur mítt lív,
    sum ein klingandi bjølla uttan anda og lív?

    2. Tá Tú kemur, Harri Jesus, manst Tú kennast tá við meg?
    Eri eg ein navnakristin, sum bert søki egnan veg?
    Ein, sum sjálvsøkin, flógvur, gekk tí falna framvið,
    aldri royndi at vinna tann sum stóð mær við lið?

    3. Tá Tú kemur, Harri Jesus, manst Tú kennast tá við meg?
    Var eg Orði Tínum lýðin? Gekk eg fráfalsins veg?
    Er í lampuni olja, og er lív mítt sum salt,
    var eg mótræsin, góðtók ei Orðið Títt alt?

    4. Tá Tú kemur, Harri Jesus, manst Tú kennast tá við meg?
    Finnur Tú tá ongan ávøkst, einki verk fyri Teg?
    Veittrar merkið ei longur, bønin stirðnað og tóm,
    eru knøini hoknað, tagnað frelsunnar róm?

    5. Tá Tú kemur, Harri Jesus, skal eg ei vera við,
    men í fráfalna skaranum finna meg, sig,
    millum tey, sum ei tóku Títt Orð fyri fult,
    sína trúgv á Guðs Lamb høvdu tillagað, dult?

    6. Á, mín Guð, á, mín Guð, hoyr mítt skelvandi róp:
    Vís av nýggjum mær frelsunnar undur og dóp.
    Mínar føtur set á Klettin, leið til Kelduna meg,
    so at aldri her úr eygsjón aftur missa eg má Teg.